Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-30, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2020síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 - Eg eri javnan yviri í Noregi, har nýggja hybrid-ferjan verður bygd. Dekk og yvirbygningur eru komin upp, og nú eru teir eisini byrjaðir at bjálva innan. Jú, eg eri ógvuliga spentur, og eg eri ikki minst spentur eftir at vita, hvussu hybrid- orkuverkið fer at roynast, Jóhan Petur Abrahamsen, leiðari á sjódeildini hjá Strandfaraskipum Landsins T íðliga í summar fáa Strand­faraskip Lands­ ins nýggjan eykabát, sum verður ný­bygd­ ur hjá GS Marine í Gursk­en í Noregi, og hetta er ein tríkilja úr herdari glas­trevju. Henda lutfalsliga lítla skipasmiðja hev­ ur síðan 1993 ment og bygt skjótt­gang­ andi bátar. Um veturin fer tríkiljan at kunna sigla við 96 ferða­fólk­um, og her verður eisini tikin hædd fyri fólki við rørslu­tarni. Eitt frambrot Umframt ferðafólk, fer nýggi báturin eis­ ini kunna taka tríggjar persónbilar - ella ein vørubil, lastbil ella buss á 10 metr­ar langa dekkinum, sum tó ikki verður undir taki. Nýggja tríkiljan er bæði teknað og verð­ ur bygd til før­oyskt havøki, og ætlanin við ferjuni er, at hon skal røkja far­leiðir, tá onn­ur skip hjá Strandfaraskipum Lands­ ins eru í dokk ella liggja vegna viðlíkahald. Bát­urin verður bæði lættur, sterkur og skjót­ur í sjónum. Norskir miðlar hava umrøtt nýggju før­oysku tríkiljuna sum eitt frambrot við tað, at tríkiljan verður hybrid-driv­in. Tað merkir, at ferjan, umframt at vera diesel- drivin, eis­ini hevur eina battarískipan, so­ leiðis at hon eisini kann koyra upp á el. Tríkiljan hjá Strandfaraskipum Lands­ ins verður eisini eitt frambrot í mun til atløgu­møguleikar, tí her verður ein heil flutn­ingsskipan bygd, har báturin sjálv­ virk­andi verð­ur festur í eina serbygda bryggju­skipan. Hybrid-orkuverk Leiðarin á sjódeildini hjá Strand­fara­skip­ um Landsins og rakstr­arleiðari á stovn­in­ um, Jóhan Petur Abrahamsen, sigur, at nýggja ferjan verður 27,8 metrar long og átta metr­ar breið. Til samanburðar kann nevn­ast, at Ritan er 23,8 metrar long og 6,70 metrar breið. - Ferjan kemur at hava eitt sokallað hybrid-orku­verk, sum verður samansett av diesel-motorum og battarí­pakk­um. Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at í hvørj­ari síðu á ferj­uni verður ein Volvo D13 diesel-motorur á 500 kW og ein el- mot­orur á 80 kW. - Síðan verður ein battarípakki á 160 kW í hvørjari síðu til at forsýna el-mot­ or­in. Battarípakkarnir kunnu løðast bæði frá landi og frá el-motorinum á gear­in­um, sum kann kopl­ast til antin at verða gen­ erat­orur ella motorur, leggur hann aftrat. Tvær ferðir um fjørðin Leiðarin á sjódeildini sigur, at nýggja ferj­an, sum gongur einar 20-22 míl - alt eftir, hvussu tungt skipið er av ferða­fólki og farmi - kann við niðursettari ferð sigla við el-orku einsa­mallari í upp til hálvan ann­an tíma. Tað merkir, at hybrid-ferjan kundi gjørt umleið tveir túr­ar úr Havn og út til Nóls­oyar í góðum líkindum og við nið­ur­ sett­ari ferð - bara upp á battaríini, tá tey eru full­lødd. - Eg vænti, at tað fer at taka einar 4-6 tím­ar at løða upp í battarí­ini á nýggju ferj­uni, tá tey eru tóm, sigur Jóhan Pet­ur Abra­hamsen. Ógvuliga spennandi Leiðarin á sjódeildini vísir á, at nýggi bát­ urin verður av­loysaraskip á ymisku far­ leið­unum, tá dokkingar eru, og tá okkurt óvæntað er. Haraftrat er ætlanin at brúka bátin, tá størri tiltøk eru á oyggjunum, eitt nú ovastevna og oyggjadagar av ymisk­- um slag. - Nýggi eykabáturin fer sjálvstøðugt at kunna røkja all­ar farleiðir hjá SSL uttan Suð­ur­oyarleiðina, og avloys­ara­ferjan fer eitt nú at betra um møguleikarnar hjá okk­um at til­rættaleggja dokkingar og við­ líkahald av SSL-skipunum ann­ars. Jóhan Petur Abrahamsen er ógvuliga spentur upp á nýggja avloysaraskipið, sum hann sigur nú veruliga hevur tikið skap á skipasmiðjuni í Noregi. - Eg eri javnan har yviri. Dekk og yvir­ bygn­ingur eru kom­in upp, og nú eru teir á skipa­smiðjuni eisini byrjaðir at bjálva ferjuna innan. Jú, eg eri ógvuliga spentur upp á, hvussu báturin fer at roynast, men eg eri ikki minni spent­ur eftir at vita, hvussu hybrid-orkuverkið fer at roynast, sig­ur hann. Nýbyggingarætlan Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at Strand­ faraskip Lands­ins hava lagt eina ný­bygg­ ingarætlan fyri politiska myndug­leik­an, og í hesi ætlan skulu allar nýggjar ferj­ur hjá stovn­inum hava eina hybrid-orku­ skip­an. - Vit hava sjálvsagt okkara útrokningar upp á, hvussu nógv olja kann sparast við einari hybrid-orkuskipan, og vit meta, at talan er um munandi sparing gjøgnum eitt ár, sigur leiðarin á sjódeildini hjá Strand­faraskipum Landsins. Um veturin fer tríkiljan at kunna sigla við 96 ferðafólkum, og her verður eisini tikin hædd fyri fólki við rørslutarni TEKSTUR VILMUND JACOBSEN Strandferðslan fær skjótt sína nýggju hybrid-ferju