hósdagur 30. januar 2020síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Hyundai Ioniq og
Hyundai Kona
Bilasølan Nordbil hevur tveir spennandi Hyundai
elbilar í síni vøruskrá, talan er um Hyundai Ioniq
Electric og Hyundai Kona Electric, sum hevur navnið
eftir býnum Kona á vestursíðuni á Hawaii. Býurin
eitur Kailua-Kona, men verður í dagligari talu nevndur
Kona.
Hyundai Kona Electric
Hyundai Kona Electric fæst í tveimum útgávum, har
munurin er støddin á battarínum og motorinum.
Onnur útgávan hevur 39 kWh battarí og el-motor við
136 hk, hesin koyrir upp til 289 km upp á eina løðing.
Hin hevur 64 kWh battarí og el-motor við 204 hk og
koyrir upp til 395 km upp á eina løðing. Sum standard
er Kona Electric sera væl útgjørdur og hevur skipanir,
har hann løðir battaríið undir koyring
Hyundai Kona Electric fæst í útgávunum Trend
og Premium, sum er sera væl útgjørdur við t.d.
navigatión, klimaanleggi, bakkikamera, ferðpilot,
regnsensorar, parkeringssensorar aftan og framman,
hita í róðrinum og í setrunum aftan og framman.
Bíligasti Hyundai Kona Electric kostar í Tend
útgávuni kr. 364.550 við mvg, men tá mvg er
afturgoldið er prísurin kr. 294.550.
Hyundai Ioniq Electric
Hyundai Ioniq er ein snøggur bilur, designið er einfalt
og smart við tíðarleysum linjum. Hann verður gjørdur
sum vanligur hybridbilur, sum plug-in hybrid og
sum elbilur. Sum standard er Ioniq Electric sera væl
útgjørdur og hevur skipanir, har hann løðir battaríið
undir koyring.
Ioniq Hybrid fæst í útgávunum Trend og
Premium, sum er útgjørdur við t.d. navigatión,
klimaanleggi, bakkikamera, ferðpilot, regnsensorar,
parkeringssensorar aftan og framman, leðursetur,
hita í róðrinum og í setrunum aftan og framman.
Í nýggjastu útgávuni hevur hann 28 kWh battarí,
motorurin hevur 136 hk, og bilurin koyrir upp til 311
km upp á eina løðing. Bíligasti Hyundai Ioniq Electric
kostar í Tend útgávuni kr. 354.550 við mvg, men tá
mvg er afturgoldið er prísurin kr. 284.550
Báðir bilarnir kunnu síggjast og roynast hjá Nordbil
við Oyggjarvegin.
Hyundai Ioniq Electric
Hyundai Kona Electric
.Í summar fær
Nordbil nýggja
elbilin Honda-e
við retro-designi
Lýsingagrein: