hósdagur 30. januar 2020síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
El-trukkar slóðaðu
fyri el-bilunum
- Vit hava havt ein el-trukk til umvælingar, sum var frá seinnu hálvu av
sekstiárunum. Tað var trupult at arbeiða upp á henda trukkin, tí hann var so
kompliseraður. Okkurt var galið við battaríinum. Vit fingu eykalutir, sum
kundu tilpassast, og síðan koyrdi trukkurin aftur, sigur Piddi Klein hjá KJ á
Skarðshjalla, sum selur nógvar el-trukkar til føroyskt vinnulív
K
J á Kambsdali eigur eisini fyritøkuna
á Skarðshjalla í Havn - KJ Tórshavn -
sum eitt nú selur entreprenørmaskinur,
lyftir, vognar, trukkar og ymiskt annað.
Kendastu merkini av entreprenør
maskinum eru JCB og Hyundai, men
fyritøkan umboðar eisini onnur merki. Trukkarnir eru
av kenda merkinum, Linde, sum hevur nógv ár á baki
í Føroyum.
Í vikuni vitjaðu vit inni á gólvinum hjá KJ á Skarðs
hjalla, og her skiftu vit orð við Pidda Klein, sum starvast
á deildini.
Vit spurdu serliga um el-trukkarnar, og hvussu sølan av
teimum gongur í mun til søluna av diesel-drivnu trukk
unum.
Piddi Klein byrjaði hjá KJ fyrstu ferð í 2007. Seinni
var hann eitt skifti niðri í skúla, og síðan byrjaði hann
aftur hjá KJ.
- Vit selja nógvar trukkar av merkinum Linde, og ein
vanligur trukkur liggur millum 2,5 og 3 tons, sum vit
rópa teir. Vit hava bæði el-drivnar trukkar og diesel-
drivnar trukkar, men sølan av el-trukkum er størri enn
sølan av teimum diesel-drivnu.
Piddi Klein vísir á, at tað eru fleiri fyritøkur, sum hava
bæði el-trukkar og dieseldrivnar trukkar, men tað eru
eisini nógvar fyritøkur, sum bara hava el-trukkar.
- Tað er í flestu førum ikki loyvt at brúka diesel-drivnar
trukkar innandura, og hetta hevur verið galdandi í nógv
ár, sigur hann.
Einki útstoytsgass
Sosialurin hevur hugt í kunngerð nr. 76 frá 11. august
1999 um koyring innandura við trukki, og her verður
víst til løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai í 1976 - við seinni
broytingum - um arbeiðaravernd.
Her stendur stutt og greitt í grein 1, at ”… tað er for
boðið at nýta trukkar og onnur akfør við brennievnismot
orum innandura..”
Arbeiðseftirlitið kann veita undantak frá grein 1, tá
talan er um –
•
trukkar, sum lyfta meir enn 4 tons
•
trukkar, sum koyra í goymslu- og móttøkuhølum
•
onnur akfør, sum ikki fáast uttan við brennievnis
motorum.
Lagt verður aftrat, at undantaksloyvi til innandurakoyr
ing verður bert veitt, um Arbeiðseftirlitið fær váttan um,
at útluftingin í hølunum er so góð, at persónar, herundir
førarin, ikki verða útsettir fyri heilsuskaðiligum árini av
útstoytingsgassinum.
Kunnu koyra úti
Piddi Klein vísir á, at tað er einki til hindurs fyri, at el-
trukkur eisini kann koyra úti, men hinvegin er vanligt,
KJ rekur sítt virksemi við
entreprenørmaskinum, trukkum og øðrum á
Skarðshjalla í Havn
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYNDIR KJ