hósdagur 30. januar 2020síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
BRUNNBÁTAR
VIÐ HYBRID-LOYSNUM
- Um seks mánaðir verða 20 prosent av okkara
tonsatali rikin við hybrid, sigur varastjórin í
Rostein, sum er brunnbátareiðarí í Noregi
B
runnbátareiðaríið Rostein hevur í fleiri
ár arbeitt við loysnum at minka um
brúkið av olju umborð á sínum skipum
og bátum. Málið er í størri mun at
leggja um til hybrid, har maskinaríið
verður rikið við olju og el.
- Vit vilja gera okkara til, at laksavinnan kann
styrkja sína støðu sum leiðandi og burðardyggur
matframleiðari. Rostein hevur sum mál at gerast
burðardyggasta brunnbátareiðaríið, sigur varastjórin í
norska reiðarínum, Glen Bradley.
Hann sigur við iLaks, at kappingarevnini til
marknaðin verða styrkt við at satsa upp á burðardygd -
og í hesum førinum minni nýtslu av olju.
Um seks mánaðir verða 20 prosent av tonsatalinum
hjá Rostein hybrid. Í dag er prosentið null.
Men, tá báðir brunnbátarnir, Ro Vision og Ro
Venture, gerast partur av flotanum innan eitt hálvt ár,
verður støðan ein onnur, tí bæði skipini hava hybrid-
loysnir.
- Hetta er byrjanin, ið byggir á ta tøkni, sum
higartil er tøk á marknaðinum, sigur varastjórin, sum
kortini ásannar, at tað helst fara at ganga nógv ár,
áðrenn maritima vinnan heilt sleppur undan fossilum
brennievni, sigur hann.
Brunnbáturin, Ro Vision, sum verður klárur í mars í
ár, er 84 metrar langur og 15,5 metrar breiður, og hann
kemur at hava ein kapasitet á 3.900 rúmmetrar.
- Saman við SalMar síggja vit fram til at gera okkum
royndir við brunnbátinum, Ro Vision. Okkara vón er
at síggja, at nýtslan av brennievni minkar, og vit vóna
at síggja eitt optimalt samanspæl millum battarípakkan
og diesel-generatorarnar, sigur Glen Bradley.
Varastjórin í Rostein sigur við iLaks, at felagið fegnast
um allar loysnir, sum kunnu minka um veðurlagsárinini,
og hann heldur, at slík átøk kunnu styrkja profilin hjá
laksavinnuni, samstundis sum hetta er positivt fyri
okkara felags framtíð.
at fyritøkur, eitt nú virkir og timburhandlar, sum brúka
trukkar innan-og uttandura bæði hava el-trukkar og
diesel-drivnar trukkar.
Ein el-trukkur, sum verður væl viðfarin og røktur,
koyrir í eini 20-30 ár og battaríini, sum gjarna eru 80
volt/625 Ah á einum av nevndu trukkum, halda við góð
ari røkt í eini 10 ár.
Hann vísir á, at ein el-trukkur av hesi støddini koyrir í
einar 6-8 tímar við einum fult løddum battaríi. Tá batt
aríið er tómt, má tað løðast upp aftur, og løðingin tekur
nakrar tímar - ella á leið sama tímatal, sum tað tekur at
tøma battaríið.
Piddi Klein vísir á, at skipanin í el-trukkum er soleiðis,
at tú eisini kanst skifta battarí, og tá er sjálvsagt ikki neyð
ugt at seta trukkin, meðan battaríið verður løtt.
- Tað er soleiðis ikki óvanligt at hava tvey battarí til ein
trukk, leggur hann aftrat.
Leingi á marknaðinum
Tað er lítil ivi um, at el-trukkar, sum slett ikki er nakað
nýtt uppfinnilsi, eisini hava slóðað vegin fyri el-bilum.
Tað er kanska meira løgið at hugsað sær, at vit í Før
oyum og aðrastaðni við eru so sein á sjóvarfallinum við
el-drivnum bilum og el-akførum í síni heild.
Piddi Klein vísir á, at meðan hann hevur verið í starvi
hjá KJ, høvdu teir einaferð ein el-drivnan trukk til umvæl
ingar, sum hevði sín uppruna í seinnu hálvu av sekstiár
unum.
- Tað var trupult at arbeiða upp á henda trukkin, tí
hann var so kompliseraður. Tað var okkurt galið við
battaríinum, men vit fingu eykalutir, sum kundu tilpass
ast, og síðan koyrdi trukkurin aftur.
Piddi Klein ivast onga løtu í, at tað, at el-trukkarnir
longu hava so nógv ár aftan fyri seg, er ein orsøkin til, at
el-bilar nú fleiri ár seinni eisini teljast millum akførini á
føroysku vegunum.
- Umframt at hava leverað nógvar el-trukkar til ymiskt
vinnuligt virksemi á landi, hava vit eisini leverað trukkar
til skipaflotan, har eitt nú Norðborg og Akraberg hava
el-trukkar frá okkum, sigur hann.
Nógv einfaldari
Piddi Klein vísir á, at tað, sum er blivið nógv betri við
el-trukkunum, er, at teir hava fingið motorar við veksils
streymi í staðin fyri við javnstreymi.
- Uppbygnaðurin við veksilstreymi er einfaldari; her er
nógv minni viðlíkahald, og trukkurin koyrir betur.
Hann sigur, at Linde-trukkarnir altíð hava verið góðir,
men við veksilsstreymi eru teir vorðir enn betur, enn teir
hava verið.
- Er onkur feilur, verður leitað á teldu, og so verður
feilurin rættaður, leggur Piddi Klein aftrat.
El-trukkar hava sjálvsagt eisini tann fyrimun, at her
er einki útlát út í rúmið, har trukkurin arbeiðir, og her
hoyrist einki motorljóð.
Brunnbáturin, Ro Vision hjá Rostein,
sum verður klárur í mars í ár, er
84 metrar langur og 15,5 metrar
breiður. Mynd: Rostein
Glen Bradley, varastjóri í Rostein