hósdagur 30. januar 2020síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nissan Leaf Tekna
Ein av best kendu hópframleiddu el-bilunum á
marknaðinum er helst Nissan Leaf, sum koyrir upp
til 285 km upp á eina løðing. Bilurin hevur 150 hk og
battaríið er 40 kWh.
Leaf er ein 5-persóna hatchback, sum er bygdur
í nýggja designstílinum hjá Nissan og líkist hinum
modellunum hjá Nissan.
Beint eftir at fyrsti Nissan Leaf var komin á
marknaðin, varð hann kosin World Car Of the Year
2011. Innbygdi løðarin í nýggja Leaf ger, at bilurin
er skjótari at løða. Løðistikkarin er mitt framman.
Viðførisrúmið er 420 litrar, sum er 100 litrar størri
enn forgangarin. Sum elbilur er Nissan Leaf sera
ljóðleysur, eisini hoyrist lítið til hjólini undir koyring.
Nissan Leaf er útgjørdur við “e-Pedal”, har
tað er møguligt at koyra bilin einans við at nýta
spitarapedalin til at regulera ferðina við. Fótbremsan
er einans neyðug til harða bremsing.
Leaf
er
væl
útgjørdur
og
hevur
t.d.
parkeringssensorar, kamera kring allan bilin, Moving
Object Detection, LED lyktir, automatiskt klimaanlegg,
Hill Start Assist og Cross Traffic Alert framman og
aftan.
Viðvíkjandi útgerð fæst Nissan Leaf í ymsikum
útgávum. Tekna, sum er tann best útgjørdi, kostar
355.000, men við tað at eigarin fær meirvirðisgjaldið
aftur frá tollvaldinum, kemur hann niður á 285.000.
Nissan Leaf kann síggjast og roynast hjá Auto
Service.
Páll Danielsen, sølumaður hjá Auto Service, við nýggjasta Nissan Leaf
Lýsingagrein: