Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-01-30, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. januar 2020síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 T að var serliga trygdin, sum lá fremst í huganum - og ikki orkusparingin - tá farið varð í holt við at skifta orkuverkið á Teistanum út í 2013. Tað ásannar leiðarin fyri sjóleiðunum hjá Strandfaraskipum Landsins, Jóhan Petur Abrahamsen, sum eisini er rakstrarleiðari á stovni­ num. - Men, at hetta skifti so eisini hevur havt nakrar spar­ ingar við sær, er sjálvsagt vert at taka við. Teistin varð bygdur í 2001 við teirri skipan, sum verður rópt diesel-elektriskt. - Men, tað vísti seg skjótt, at orkuverkið var í minna lagi. Haraftrat vísti tað seg, at generator-settini kláraðu ikki at geva tað, tey ætlandi skuldu klára. Jóhan Petur Abrahamsen vísir á, at Teistin upprunaliga hevði trý generatorsett, sum góvu umleið 450 kW hvørt. Ein grønari Teisti Í 2013 varð gjørt av at skifta orkuverkið á Teistanum út. - Tað vórðu nógvar kanningar gjørdar, og longu tá var fram­mi um hybrid-loysnir, tó mest á royndarstigi á landi. Men, tá orkuverkið varð skift, varð eisini hædd tikin fyri hybrid-møguleikanum. Jóhan Petur Abrahamsen sigur, at í 2013 vórðu tískil fimm generatorsett á 430 kW sett í skipið. Harumframt fekk Teistin frekvensumformarar, sum kundu broytast til eisini at kunna virka saman við einari battarí-skipan. - Men, tíverri eru pengar ongantíð settir av til at fara víðari við hybrid-loysnini, tó at grundarlagið er lagt til at gera Teistan grønari, enn hann er í dag. Leiðarin fyri sjóleiðunum hjá Strandfaraskipum Land­ sins sigur, at skiftingin av orkuverkinum hevur havt eina sparing í oljunýtsluni á eini 17 prosent samanborið við oljunýtsluna við gamla orkuverkinum. Wavefoil-skipanin Jóhan Petur Abrahamsen vísir á, at í 2018 komu Strand­ fara­skip Landsins í samband við eitt felag í Noregi, sum hevði ment eina skipan, ið skal betra um høgleikan - ella kom­fortina - umborð á skipum. Endamálið við skipanini er, at skipið skal hiva minni eftir endunum, tá siglt verður upp ímóti ætt og aldu. - Tað vísti seg, at støddin av royndarmodellinum, sum Wave­foil hevði gjørt, passaði júst til Teistan. Avgjørt varð tískil at fara í eitt samstarv við hetta felag um at royna hesa skipan umborð á Teistanum - og uttan, at henda roynd­in skuldi hava nakrar útreiðslur fyri SSL við sær. Leiðarin á sjóleiðunum hjá Strandfaraskipum Landsins vísir á, at Wavefoil-skipanin síðan varð sett í Teistan, og hetta arbeiðið varð gjørt á bedingini hjá skipasmiðjuni Mest í Havn. - Higartil hevur skipanin roynst væl, og tað hevur víst seg, at skipið er fastari í sjónum enn frammanundan. Onkrar tillagingar hava tó verið við trimmingini av Teista­num, síðan skipanin varð sett í, sigur hann. Eitt stig á leiðini Jóhan Petur Abrahamsen vísir á, at enn er lutfalsliga stutt tíð frá liðin, síðan Wavefoil-skipanin varð sett í skipið. - Men, tað hevur longu nú víst seg, at oljunýtslan er heldur minni, enn áðrenn skipanin kom. So, hetta er helst eisini eitt stig á grønu leiðini, heldur hann fyri. Men, nær kann so væntast at farið verður víðari við hybrid-loysnini umborð á Teistanum? - Hetta verður helst upp til politiska myndugleikan at avgera. Umleggingin fer at kosta nakrar miljónir, men eg ivist onga løtu í, at ein hybrid-skipan hevði minkað um oljunýtsluna hjá skipinum, sigur Jóhan Petur Abra­ hamsen. TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYNDIR XXXX Teistin kann leggja um til hybrid-loysn Tá orkuverkið á Teistanum skuldi skiftast í 2013, varð tosað um hybrid-loysnir, men tá vóru hesar mest á royndarstigi á landi. Kortini varð hædd tikin fyri hesum møguleika við skipinum, sigur Jóhan Petur Abrahamsen Tað er upp til politiska myndugleikan, nær Teistin leggur um til hybrid Soleiðis sær Wavefoil-skipanin út, áðrenn hon verður sett í skipið