hósdagur 30. januar 2020síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Hin 17. februar í ár fær fyritøkan Gervið, sum húsast á
Sandvíkarhjalla í Havn og sum umboðar Iveco-bussar í
Føroyum, seks nýggjar bussar heim til Føroya.
Tann eini av hesum er ein el-bussur, sum skal koyra
fyri Bygdaleiðir í Sandoynni.
Í so máta verður Sandoyggin eitt royndarøki, og tað er
partur av nýggja sáttmálanum millum Jákup Fróða Djur
huus og Bygdaleiðir, at ein av bussunum í oynni í eini
royndartíð skal verða el-drivin.
Eyðbjørn Johansen, sum starvast hjá Gervi, sigur, at í
el-bussinum verður pláss fyri tveimum rullustólum, sum
brúka tilsamans fýra sitipláss, umframt 16 øðrum ferð
andi.
- Tað er fyritøkan Rošero í Slovakia, sum byggir Iveco-
bussin um og tillagar hann til tann tørv og tænastu, buss
urin skal nøkta. Henda fyritøka hevur servitan í um
byggingum og tillagingum til marknaðin, sigur hann.
Eisini hybrid
Jákup Fróði Djurhuus, sum hevur sáttmála við Bygdaleiðir
um koyring í Sandoynni, er spentur til nýggja el-bussin.
- Eg havi verið niðri og royndarkoyrt ein el-buss, nú vit
fáa henda heim, og hann er góður at koyra.
Men, tað verður ikki bara ein el-bussur, sum kemur at
koyra í Sandoynni í nýggja sáttmálaskeiðnum, sum byrjar
tíðliga í summar.
- Eg fái eisini ein hybrid-buss av merkinum, Mercedes.
So, her koma at koyra bæði el-og hybrid-bussur í oynni
um ikki langa tíð, sigur Jákup Fróði Djurhuus.
Sandoy
verður
grønari
Um ikki so langa tíð
koyra bæði el-bussur
og hybrid-bussur fyri
Bygdaleiðir í Sandoynni
Jákup Fróði Djurhuus hevur koyringina fyri Bygdaleiðir í Sandoynni
Her verður gjørt klárt til at seta Wavefoil-skipanina í Teistan