mánadagur 3. februar 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14
TÍÐINDI
Umhugsni frá byrjan
sparir nógva orku
Tá ið talan er um sethúsabygging, so ræður um at hugsa
seg um frá byrjan, skulu húsini brúka minni orku
Árni Gregersen
Tað er avgerandi, tá ið ein fer
undir at byggja eini sethús, at
hugsa seg væl um, skal orka
sparast.
Vit hava mangan hoyrt um,
hvussu stóran tídning tað hev
ur at bjálva væl, men onnur
viðurskifti hava eisini stóra
ávirkan á, hvussu stór olju
rokningin
ella
elrokningin
verður.
- Koma fólk til okkara í sam
bandi við at tekna sethús, so
byrja vit við einari langari
samrøðu, sigur Eyðun Eliasen,
arkitektur.
Hetta verður gjørt av fleiri
orsøkum, tí talan er um ráð
geving.
-Tað ræður um at fáa fólk at
taka støðu til ymisk viður
skifti. Millum annað, mugu tey
taka støðu til hvussu stór hús
tey vilja byggja. Ein ómetaliga
stórur partur av kostnaðinum
– bæði at byggja og til orku – er
bundin at, hvussu nógvar fer
metrar tosan er um, sigur arki
tekturin.
Áðrenn farið verður víðari
fáa tey, sum ætla at byggja eis
ini eitt spurnarskema, har tey
skulu taka støðu til ymisk við
urskifti, sum hava ávirkan á
byggingina.
Orka
Sjálvandi hevur tað nógv at
siga, hvussu væl eini hús eru
bjálvað, men tað eru onnur
viðurskifti, sum atlit eigur at
verða tikin til.
Nevnt verður millum annað,
hvussu húsini liggja í lands
lagnum í mun til vind og ættir.
Eissini
skal
hugsast
um,
hvussu húsini venda og hvørji
rúm venda móti sólsíðuni og
hvørji rúm venda móti køldum
síðunum.
Hetta er alt við til at ávirka
orkubrúkið til at hita húsini
við.
- Sjálvandi hava vit nakrar
royndir og vita, hvat er best at
gera. Fyrst og fremst her í
Havn, har sum vit hava verið
við til at bygt nógv hús, men er
tað aðrastaðni, so gera vit
kanningar fyri at vita, hvat
besta loysnin er, sigur Eyðun
Eliasen.
Ofta hevur tað stóra ávirk
an á orkunýtsluna, hvussu
húsini standa í landslagnum
og hvønn veg tey venda í mun
til ættirnar.
- Eisini er tað avgerandi,
hvat slag av vindeygum og
hvat slag av taki valt verður og
hvussu tað er bjálvað, sigur
arkiteklturin.
Vanligt er, at millum 30 og
40 prosent av tí orku, sum fer
til spillis fer uppeftir og gjøgn
um takið.
Men tað sum helst er mest
avgerandi fyri at varðveita hit
an í húsinum og harvið spara
orku, er at húsini eru so tøtt
sum tilber.
- Hatta við at siga, at hús
skulu anda er ikki galdandi.
Hús skulu vera so tøtt sum til
ber, men samstundis er neyð
ugt, at ventilatión er í teimum,
sigur Eyðun Eliasen.
Nógv verður bygt
Nógv ferð er á bygging í løtuni
og eisini verða nógv sethús
bygd.
Torført er at fáa fatur á
handverkarum og hjá teimum
flestu er long bíðitíð.
- Men minnist eisini til at
royna at fáa handverkarar,
sum gera dygarhandverk. Ofta
er tað so, at tað næstan er utt
an meining at fyrireika seg
væl, gera handverkararnir ikki
teirra arbeiðið til lítar, sigur
arkitekturin.
Sjálvur arbeiðir hann og
teknistovan Eya mest við ráð
geving og tekningum. Tað vil
siga, at teknistovan átekur sær
ikki eftirlitsarbeiðið, tá ið talan
er um sethús.
- Nei, tað er ov dýrt fyri tey
sum byggja sethús at hava
okkum at projektera og hava
eftirlit. Vit ráðgeva og gera
tekningar framtil tað, sum
myndugleikarnri krevja fyri at
farast kann undir at byggja,
sigur Eyðun Eliasen.
Eyðun Eliasen, arkitektur
Húsasnið eru broytt
nógv seinastu árini