Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14 TÍÐINDI Hóast nýggja bygningskunngerð eru vit framvegis eftirbátar BK 17 er byggikunngerð, sum ger tað dýrari at byggja sethús, men vit eru framvegis ikki komin nóg langt Árni Gregersen 1. januar 2017 var ein nýggj bygn­ingskunngerð sett í gildi, sum allar umsóknir til bygg­ ingar av sethúsum og øðrum skulu fyrihalda seg til. Kunngerðir áseta nógvar stand­ardir fyri húsabygging í Før­oyum, bæði hvat viðvíkur hald­føri og orkunýtslu. Hóast mýggja kunngerðin flytur føroyska sethúsa­bygg­ ing fram á leið, so er langt eftir til vit kunnu samanbera stand­ard­in við orku við hús í Dan­mark. - Har eru krøvini munandi hægri. Til dømis skal orku­ nýtsl­an vera einar tríggjar- fýra ferðir lægri enn krøvini eru í føroysku kunngerðini, sig­ur Rói Heinason, sum er arkit­ektur á EYA teknistovuni. Dýrari at byggja Tað er munandi dýrari at byggja sethús í Føroyum í dag, enn tað hevur verið. Tað eru sjálvandi fleiri or­ søkir til tess, men byggi­kunn­ gerð­in frá 2017 er ein av or­søk­ un­um. Sjálvi krøvini til byggingina gera tað dýrari, men hon ger eisini, at privatfólk noyðast at fáa sær betri og dygdarbetri ráðgeving fyri at byggi­um­ sókn­ir kunnu góðkennast av komm­unalu umsitingunum. Nýggja kunngerðin leggur eisini trýst á kommunalu um­ sit­ingarnar, tí í fleiri av teim­ um smærru kommmunum er ikki orka ella fakligur førleiki til at viðgera umsóknirnar um byggiloyvi. Tí noyðast summar av komm­ununum at brúka priv­ at­ar ráðgevingarfyritøkur til at viðgera umsóknirnar ella at sam­starva við aðrar komm­un­ ur. Ein onnur orsøk er sjálvandi, at nógv ferð er á í byggivinnuni og tað ger sjálvandi eisini at tímalønin til handverkarar er farin rættuliga nógv upp. - Skalt tú byggja eini sethús í dag, so skal tú rokna við, at hvør fermetur í húsunum kost­ar á leið 18.000 krónur. Við øðr­um orðum kosta eini hús uppá slakar 200 metrar 3,5 millj­ónir at byggja, siga tey á tekni­stovuni. Harafturat kemur prísurin fyri grundstykki og fyri at gera liðugt uttanum húsini. So talan er um nógvar peng­ ar. - Tí er tað so umráðandi at fáa góða ráðgeving frá fyrsta degi. Tá ber til at hugsa seg væl um og skerja talið av fer­ metr­um og kanska fáa eins nógv burtur úr byggingini kort­ini, sigur Eyðun Eliasen. Hann sigur, at tann ráð­gev­ ing kann vísa, at tað ber til at minka fleiri av rúmunum, men at tey kortini kanska kunnu gera somu nyttu, sum um tey vóru gjørd við einum hægri fermetratali. - Hetta er avgerandi, tí støð­ an er tann, at tað sjáldan er gott fyri eina familju, tá ið skuld­arbyrðan av húsa­lán­in­ um ger, at familjan fíggjarliga er bundin á hond og fót. Tí er tað gott at hugsa seg um og taka ímóti ráðgeving bein­an­ veg­in, leggur hann afturat. At byggja sær ein bústað frá grundini er eitt stórt tak. Tað krevur nógva orku, tol og góð fíggjarlig viðurskifti. (EYÐUN ELIASEN Í BÚSTAÐARBÓKINI HJÁ BETRI) Tá ið hugsað verður um at fáa húsini so ódýr sum gjørligt fyri at lætta um lánibyrðuna, loysir tað seg at byggja smá hús. (EYÐUN ELIASEN Í BÚSTAÐARBÓKINI HJÁ BETRI) Skilagott er at tosa við fíggingarstovn skjótast tilber. Helst sum tað fyrsta áðrednn nakað er teknað. Bankaráðgevarin kann siga á leið hvussu nógv húskið eftir samlaðum inntøkum og útreiðslun kann lána. (EYÐUN ELIASEN Í BÚSTAÐARBÓKINI HJÁ BETRI) Teknistovan EYA heldur til í Krosslíð í Havn Sethúsabygging fyllir nógv hjá føroyskum arkitektum