mánadagur 3. februar 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14
TÍÐINDI
– Eg eri eyðmjúkur júst nú. Tað hevur nógv at siga fyri
Fólkakirkjuna, at ljós verður varpað á okkum, og hetta er eitt
tekin um, at vit eru til. Vit fara framhaldandi at gera okkara
uppgávu, sum er at prædika evangelii um Kristus og vera
góð við menniskju, sigur Jógvan Fríðriksson, Biskupur
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Fríggjadagin varð ársins leið
aradagur hildin á Hotel Før
oyum, og tá vórðu ársins leið
arar kosnir – ein úr privata og
ein úr almenna geiranum. Tað
vóru Árni Jacobsen, stjóri í
SMJ og Jógvan Fríðriksson,
Biskupur Føroya, ið fingu við
urkenningarnar
– Kennir nakar yvirhøvur
SMJ, spurdi Árni Jacobsen,
stjóri í SMJ, lítillátin, tá hann
byrjaði takkarrøðu sína á Leið
aradegnum á Hotel Føroyum
seinnapartin fríggjadagin eftir
at hava fingið heiðurin, sum
ársins leiðari í privata greiran
um.
Ráðgevandi
verkfrøðinga
fyritøkan SMJ er fimmti ára
gomul. Tað var pápi Árna,
Sofus M. Jakobsen, sum stovn
aði fyritøkuna í 1969. Tá pápi
Árna fór í 2003, tók Árni yvir
fyritøkuna.
– Pápi kom heim úr Dan
mark og breyt upp úr nýggj
um. Tá hann byrjaði, var talið
av starvsfólkum í ráðgevingar
vinnuni í Føroyum færri enn
tíggju. Nú liggur talið oman
fyri 200, sigur Árni Jacobsen.
Í 2013 keypti SMJ fyritøk
urnar KJ Elráð og RM bólkin
og løgdu saman.
– Fyri nøkrum árum síðani
helt eg, at vit áttu at satsa upp
á okkurt annað eisini, og tá
keyptu við tvær aðrar fyritøk
ur við tí fyri eygað at verða
ráðgevar innan installatiónir.
Vit ráðgeva tó innan alla hugs
andi tøkni, sigur hann.
– Tað hevur nógv at siga, at
verða sæddur og hoyrdur á
hendan hátt. Hóast eg ikki
havi strebað eftir hesum heiðr
inum, so er tað heilt víst eitt
herðaklapp fyri stríðið, sum
vit standa í dagligt, sigur Árni
Jacobsen, sum eftir triðju inn
stillingina til heiðurin Ársins
Leiðari endiliga fór heim við
heitinum.
– Eg hevði ikki væntað at
vunnið í dag, men hetta er
triðju ferð eg eri innstillaður,
so tað er onkur, sum er treisk
ur, flennir hann.
Orsøkirnar hjá dómsnevndini vóru hesar:
Ársins leiðari í privata greiranum hevur skapt eitt mennandi starvsfólkaumhvørvi við høgum
starvsfólkanøgdsemi og greiðum virðum. Fyritøkan blómar, er í støðugum vøkstri og er eisini tann
størsta av sínum slag í Føroyum. Fyritøkan er væl rikin, væl konsoliderað og hevur góð fíggjarlig
úrslit umframt at vera ein vældámd og fyritrekt fyritøka av sínum slag í Føroyum.
Ársins leiðari setur sær mál og arbeiðir miðvíst fram ímóti teimum. Við ágrytni, dirvi og nýhugsan hevur hann
eisini staðið á odda fyri at víðka virkemið útum landoddarnar í Danmark og Grønlandi. Ársins leiðari hevur
skapað eitt arbeiðspláss, har pláss er fyri høgtútbúnum einstaklingum, sum samstundis arbeiða sum eitt
lið, ið loysir kompleksar uppgávur. Uppgávur, sum eitt framkomið vælferðarsamfelag krevur loystar.
Ársins leiðarar:
EIN VERK
FRØÐINGUR OG
EIN BISKUPUR
Tað hevur nógv
at siga, at verða
sæddur og
hoyrdur á hendan
hátt. Hóast eg
ikki havi strebað
eftir hesum
heiðrinum, so er
tað heilt víst eitt
herðaklapp fyri
stríðið, sum vit
standa í dagligt
nógv fólk vóru til Leiðaradagin á Hotel Føroyum fríggjadagin. Mynd: Álvur Haraldsen