mánadagur 3. februar 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14
TÍÐINDI
Biskupur kosin ársins
almenni leiðari
Jógvan Fríðriksson, Biskupur Føroya, fekk fríggjadagin
heiðurin sum ársins almenni leiðari í 2020.
– Tað kann væl vera at summi
halda, at vit viðhvørt eru fan
atisk, tá vit taka orðið, men vit
vita í hvussu so er tað, at tað
eru aðrir føroyingar til enn
teir, sum eru í Fólkakirkjuni.
Tað er sera gott forsáðilsi mill
um kirkjuna og ateistar, frí
kirkjur og LBGT. Hóast vit eru
stokk konservativ, so hava vit
megnað at havt samskiftið
koyrandi og havt virðing fyri
øllum menniskjum. Tá hjúna
bandslógin varð viðgjørd, vóru
tað tveir bólkar í Føroyum,
sum søgdu nei til diskrimina
tión, og tað var Føroyska
Fólkakirkjan og ateistarnir,
segði hann millum annað í
takkarrøðu síni.
– í mun til aðrar almennar
fyritøkur, so hevur okkara
fyritøka tann fyrimunin, at
hevur ein ikki hug til at vera
innanfyri, so sleppur man út.
Og tí er tað eitt stórt kynstur
at stýra soleiðis, at man fær
loyvi til at vera innanfyri og
enntá gjalda fyri tað, segði
Biskupur skemtingarsamur.
Hann greiddi frá, at í Fólka
kirkjuni eru eini 40 fólk, ið eru
lønt, men tað eru eini 700
starvsfólk,
sum
sjálvboðin
hjálpa til dagliga og hvørja
viku í kirkjuni.
– Tað er teimum at takka, at
eg eri komin so langt, sum eg
eri komin nú. Eg meti hetta
vera rættiliga langt. Um eg
skal koma longur, má eg út um
landoddarnar,
legði
hann
skemtiliga og lættliga aftrat.
Broytir ikki gerandisdagin
–Eg eri eyðmjúkur júst nú. Tað
hevur nógv at siga fyri fólka
kirkjuna, at ljós verður varpað
á okkum, og hetta er eitt tekin
um, at vit eru til. Eg trúgvi tó
ikki, at hetta broytir nógv í
gerandisdegnum hjá okkum.
vit fara framhaldandi at gera
okkara uppgávu, sum er at
prædika evangelii um Kristus
og vera góð við menniskju, sig
ur hann við Sosialin.
– At vera góð við menniskju
merkir tó ikki at taka undir við
øllum tí, sum fók halda og siga,
men tað merkir, at vit virða
sjónarmiðini, tá tey brótast og
bylgjast í sjónum, leggur hann
aftrat.
Í Fólkakirkjuni krevst eitt
serligt slag av leiðslu. Hon skal
tæna Føroya landi og fólki, og
hon er eisini ein limakirkja,
har á leið 80 prosent av føroy
ingum eru limir.
– Tað krevur eina hepna
hond at fara vit fólki í slíkum
arbeiðsumstøðum. Vit mugu
duga at samskifta við eyð
mjúkleika, viðurkennir hann.
– Hjá mær er tað soleiðis, at
eg bert havi tann myndugleika,
sum
mær
verður
veittur.
Fólkið kann vísa mær myndug
leika við at taka undir við til
mælum og hugsjónum, sum eg
komi við. Í roynd og veru eri eg
bara samskipari av tí, sum
fólkið heldur, staðfestir Bisk
upur.
Orsøkirnar hjá dómsnevndini
vóru hesar:
Ársins leiðari megnar at hyggja aftureftir, tá hann
setir kósina frameftir og at flyta sítt arbeiðsøki trygt
fram á leið. Tí hevur hann álit millum síni starvsfólk og
ikki minst hjá landsins borgarum. Hann er kveikjandi
at vera saman við, hevur orðið í síni makt og er í
orðsins rætta týdningi hægsti embætismaður.
Tað krevur eina
hepna hond at
fara vit fólki í
slíkum arbeiðs
umstøðum. Vit
mugu duga at
samskifta við
eyðmjúkleika
Árni Jacobsen, stjóri
í SMJ vann heiðurin
Ársins Leiðari 2020
Mynd: Álvur Haraldsen
Jógvan Fríðriksson
varð kosin Ársins
Almenni Leiðari 2020.
Mynd: Álvur
Haraldsen