Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14 TÍÐINDI Kimberly Joy og Walther Thomassen Olsen fingu ein kvøkk, tá Kimberly brádliga gjørdist við barn í 2018. Walther hevði stutt fyri stovnað egna fyritøku og var ikki greiður yvir, at hann skuldi tekna trygging fyri at fáa barsilsgjald. Hóast lítla Emilia hevði kolikk, var einki annað at gera hjá Walther enn at vera verðandi til arbeiðis, meðan Kimberly var einsamøll við Emiliu Steinar Patursson Walther Thomassen Olsen er útbúgvin timburmaður, og hevur alt sítt vaksna lív arbeitt sum timburmaður. Fyri tað mesta hevur hann arbeitt sum arbeiðstakari hjá øðrum fyri­ tøk­um, men fyrst í 2018 gjørdi Walther av at seta á stovn egna fyritøku. Barsilsskipanin hevur ser­ liga skipan fyri sjálvstøðug vinnurekandi. Umframt van­ liga barsilsgjaldið skulu sjálv­ støðug vinnurekandi eisini tekna sær trygging hjá barsils­ grunn­inum, sum kostar 500 krón­ur um árið. Hendan trygg­ ing­in skal hava verið í gildið í eitt samanhangandi ár, áðrenn tú hevur rætt til útgjald. Walther Thomassen Olsen visti einki um hesa tryggingina, tá hann fór undir at stovna fyri­tøku, og av somu grund hevði hann heldur ikki teknað sær trygging. Tað kom tí sum ein skelkur, tá Kimberly stutt eftir gjørdist við barn, og tey funnu útav, at Walther hevði ikki rætt til farloyvi. – Tað var nakað, sum vit funnu útav tá, at hetta var broytt. Tað var ikki fyrr enn Kimb­erly varð upp á vegin, at vit fóru í holt við at kanna farloyvi. Har var einki at koma eftir. Eg hevði onga trygging, og tað var tað. Tey vóru hvørki til at høgga ella stinga í. Skuldi eg í farloyvi, mátti eg sjálvur gjalda fyri tað, sigur Walther Thomas­sen Olsen. Walther kennir seg snýttan, nú hann hevur goldið til barsils­skipanina í 18 ár, men ikki kundi fara í barsil sjálvur, tá tey høvdu tørv á tí. – Tú følir teg reyvrendan. Tú betalir fyri nakað, sum tú ikki fært. Eg betali fyri at onn­ ur sleppa í farlovyi, men ikki eg. Mann betalir fyri væl­ver­ una hjá øðrum, sigur Walther. Álvarin í støðuni skuldi vísa seg, stutt eftir at tey bæði fingu dóttrina Emiliu. Stutt eft­ir barnsburð vísti tað seg, at Emilia hevði kolikk. Einsamøll til Føroya Kimberly er úr Taiwan og kom til Føroyar í 2012. Kimberly kom einsamøll til Føroya, og familjan situr eftir í Taiwan, og tí var tað ein harður umgangur hjá Kimberly at sita einsamøll heima við einum kolikkbarni. Stutt eftir, at Kimberly hevði átt Emiliu, doyði pápi Kimberly eisini, og tá stóð heilt illa til. Kimberly mátti av landinum til jarðarferð, og tað var tungt at koma aftur til Føroya. – Eg varð simpulthen noydd­ur at gjalda fyri at fáa mammu mína upp til Føroyar at vera hjá Kimberly at hjálpa henni, so hon ikki sat einsamøll við Emiliu allan dagin. Tað var ein dýrur umgangur, sigur Walth­er, sum heldur, at tað júst í hesi fyrstu tíðini, at familj­an hevði tørv á, at hann kundi vera heima. Kravið hjá barsilsskipanini er tó, at tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í Stirvin skipan: FEKK EINKI BA Kimberly Joy flutti til Føroya úr Taiwan í 2012. Her er hon saman við sjeikinum, Walther Thomasson Olsen og lítlu Emiliu