Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14 TÍÐINDI eitt ár, so tá bar ikki til hjá Walth­er at fáa útgjald frá barsils­grunninum. – Vit vóru heppin. Emilia hevði bara kolikk í fýra fimm mán­aðir, men tað kann vara nógv longri, sigur Kimberly. Avmarkað barsilsútgjald til Kimberly Áðrenn Kimberly átti Emilu, var hon lesandi á Setrinum. Kimb­erly arbeiddi við síðuna av um seinnapartin og um kvøld­ arnar, men inn­tøku­grund­ar­ lagið var ikki so stórt, at hetta fór at gera stórvegis mun, tá hon skuldi hava út­gjald úr bars­ilsgrunninum. – Tað endaði við, at eg føldi meg noydda at fara til arbeiðis. Walther hevur sítt, men eg eri lesandi, og tað er avmarkað, hvørja inntøku eg havi. So eg royndi at arbeiða so nógv sum eg kundi í síðstu løtu áðrenn term­in, soleiðis at eg kundi hækka inntøkugrundarlagið eitt sindur, sigur Kimberly. – Eg visti, at tá eg hevði átt, kundi eg ikki bara fara til ar­ beiðis, tá eg vildi. Nú royni eg at fara til arbeiðis, tá eg havi stundir um dagin, og ar­beiðs­ gev­arin hevur tørv á mær. Men um kvøldarnar havi eg lekti­ur, og tað er ikki soleiðis, at eg havi familju her, sum líka kann ansa Emiliu í nakrar tím­ ar um kvøldið, meðan eg eri til ar­beiðis. Tað gekk hart út yvir øll, at Walther var noyddur at vera til arbeiðis fyrstu tíðina, með­ an Kimberly var einsamøll heima við Emiliu, sum hevði kolikk. – Walther hevði tað ikki gott við at vera til arbeiðis fyrstu tíð­ina. Hann vildi sjálvandi vera heima hjá okkum, tí tað gekk ikki so væl hjá Emiliu. Emilia fekk ikki etið fyri kol­ikkini, og tí vóru nógvir túr­ ar út á sjúkrahúsið í tíðini eftir føð­ing. Endin gjørdist eisini, at Emilia varð innløgd, og tá mátti Walther brúka hvønn døg­urðasteðg úti á sjúkra­hús­ in­um. – Tú ert allatíð stúrin fyri dótt­rini. Eg sá væl á Walther, at hann var keddur. Og eg visti, at hann var illur um, at hann ikki kundi fáa tað farloyvi, sum hann annars burdi havt rætt til. Vit vóru eisini bæði kedd, at Walther ikki kundi vera við fyrstu tíðina, tí at tað gong­ur so skjótt. Børn vaksa skjótt, og áðrenn tú veitst av, so eru tey ikki pinkubørn meira, sigur Kimberly og legg­ ur aftrat, at hon græt nógv fyrstu tíðina, bæði tí dóttirin strídd­ist, men eisini tí at sjeik­ urin var í tvíningum. Ein frustrerandi tíð Hóast Walther ikki fekk út­ gjald úr barsilsgrunninum, so mátti hann kortini taka sær frí í eina viku, stutt eftir at Kimberly hevði átt, og so aftur nakrar vikur seinni. Men at missa ta inntøkuna, sam­stund­ is sum at Kimberly hevði av­ markað útgjald úr barsils­ grunn­inum, og Emilia hevði kol­ikk, merkti, at talan var um eina tíð, ið var merkt av stúran. – Walther tók sær frí í nakr­ ar vikur, soleiðis at hann kundi vera heima. Og tað er gott hjá hon­um sum pápi, at hann tók sær frí. Men samstundis er eing­in inntøka í tíðini, har hann tekur sær frí. So missa vit inntøkuna, samstundis sum vit sótu við nervum og hugs­aðu, um Emilia hevði tað gott. So tað var ein blandað kensla, sum vit sótu við, hóast Walther hevði fingið sær frí at vera heima. Tað var rættiliga frustr­erandi, sigur Kimberly og leggur aftrat, at tíðin við hús av tí sama varð merkt av, at tey kendu seg órættvíst við­ far­in. Tey bæði skilja ikki, hví skip­anin skal vera snikkað soleiðis saman, at hon krevur meira frá teimum, ið seta sær fyri at stovna egna fyritøku. At verða revsaður fyri ikki at vita, at tú skalt tekna eina trygg­ing aftrat barsils­gjald­in­ um, er heldur ikki serliga stutt­ ligt, heldur Walther. – Tað er frustrerandi at hava brúkt sínar egnu pengar til at byrja eina fyritøku, og so ikki at fáa eitt oyra av teimum peng­unum, sum eg havi goldið til barsilsskipanina, tá eg av óvart verði pápi. Tað er tað sama, sum hevði tú goldið til heilsu­verkið í 18 ár, og so gerst tú brádliga sjúkur og fær at vita, at tú mást gjalda rokn­ing­ ina, tí hevur stovnað egið felag. – Aftaná at hava gjørt alt hetta arbeiði - pappírsarbeiði, brúkt pengar upp á felagið - er tað meiningin, at Walther skuldi bara verðið vanligur løn­takari aftur? Slept felagn­ um fyri at sleppa í farloyvi, spyr Kimberly. ARSILSÚTGJALD Walther setti á stovn egna fyritøku stutt fyri, at Kimberly gjørdist við barn Walther mátti út á sjúkrahúsið hvønn døgurðasteðg, tí Emilia varð innløgd Eg var simpulthen noyddur at gjalda fyri at fáa mammu mína upp til Føroya at vera hjá Kimberly Tú følir teg reyvrendan. Tú betalir fyri nakað, sum tú ikki fært