Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14 Seinastu tíðina hevur Havsbrún keypt nógvan svartkjaft frá føroyskum og útlendskum skipum, og hin 31. januar landaði Jupiter 900 tons. Mynd: Tíðindi úr Fuglafirði Tað gekk bæði skjótt og væl Tað tók monnum hjá J & K Petersen bert hálvan annan mánaða at byggja 370 metrar av vegi í Skálavík. Hetta er vegur til ætlaðu lívfiskastøðina, sum Bakkafrost nú fer at byggja í Skálavík Vilmund Jacobsen Leygarmorgunin var hátíð­ar­ løta á Keldu í Skálavík í sam­ band við, at entreprenørfelagið J & K Petersen handaði Skála­ víkar kommunu 370 metrar at nýggjum vegi. Í samband við høvið bjóðaði Skálavíkar kommuna til væl­ búgvið morgunmatarborð, har arbeiðsmenn hjá J & K Pet­er­ sen og leiðsla vóru við um­ framt onnur, sum hava havt upp­gávur og tilknýti til verk­ ætlanina, sum eftir lítlari tíð er framd í Skálavík. Hvørki myrkur ella stormur hava hildið monnunum hjá entreprenørfelagnum aftur í at fremja hesa verkætlan. Sosialurin var við í Skálavík leygarmorgunin. Eftir at øll høvdu fingið morg­ unmat, var løtan, tá stjór­in í J & K Petersen, Stein Olvur Petersen, formelt handaði borg­arstjóranum í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christian­ sen, vegin, sum nú er bygdur til økið, har lívfiskastøðin Bakka­frost skal byggjast. Liggur væl Vegurin, sum í løtuni verður rópt­ur nýggi Bakkavegur, er 370 metrar langur. Breiddin av sjálvari vega­ breytini er 7,5 metrar, og har­ aftr­at er umleið hálvur triði met­ur lagdur av til gongu­ breyt. Samlaða vegabreiddin við øllum er tískil 10 metrar. - Vit eru sera væl nøgd við hetta arbeiði. Vegurin liggur sera væl í lendinum, og eg má siga, at J & K Petersen við hes­ um hava lagt eitt fantastiskt minni eftir seg í Skálavík, sigur borg­arstjórin, Linjohn Christ­ ian­sen. Menn hjá J & K Petersen brúktu bert hálvan annan mán­ aða at byggja vegin. Hóast onkrir steðgir vóru í pørtum av arbeiðnum, tá eitt nú boriútgerðin skuldi viðlíka­ haldast, hevur arbeiðið gingið bæði skjótt og væl. Fyrimyndarligt Tað er merkisvert, at menninir hjá J & K Petersen hava megnað at framt hetta arbeiði eftir so stuttari tíð á hávetri og í teimum vánaligu líkindunum, sum verið hava síðan á jólum. Arbeiðið byrjaði í desember, og leygarmorgunin varð vegurin so handaður. Kostnaðarætlanin hevur hildið, og borgarstjórin í Skála­ vík­ar kommunu, Linjohn Christ­iansen, rósti við hátíð­ar­ løt­una arbeiðsmonnunum monn­ unum fyri framúr gott og væl frágingið arbeiði og entre­ prenørfelagnum annars fyri fyrimyndarligt samstarv. Eivind endaði á 10.000 Vilmund Jacobsen Tað var Eivind, ið ringdi úr Havn, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum fríggja­ kvøldið. Høvuðs­vinn­ing­ ur­in var á 1,5 miljónir krón­ ur, og maðurin valdi at koyra alla upphæddina í reyða leypin. Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið honum 50.000 krón­ ur. - Vit prøva einaferð aftr­at, segði hann. Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 12.500 krónum, sum faldað við trý hevði givið honum 37.500 krónur. - Vit prøva síðstu ferð, vóru boðini hjá Eivindi. Í triðju og seinastu roynd­ini eydnaðist heldur ikki best hjá honum, og hesaferð steðgaði gekka- hjólið á 10.000 krónum. Tað gjørdist eisini vinn­ing­ urin hjá honum fríggja­ kvøldið. NÝGGJUR: Sjóvar kommuna keypt nýggjan arbeiðsbil, sum hevur kavaplógv og saltspreiðara. Kommunan eigur nú tveir bilar við slíkari útgerð og kann soleiðis veita eina skjótari og betri tænastu. Øll línuskip til fiskiskap Seks frystilínuskip eru á Flemish Kap, eitt er á Føroyabanka, og ísfiskalínuskipini eru øll undir Føroyum Vilmund Jacobsen Øll ísfiskalínuskipini eru í løtuni til fiskiskap, og tey eru øll undir Føroyum. Skipini fáa mest av toski og hýsu, men okkurt skip fær mest av longu. - Vit vænta, at nøkur ís­ fiska­línuskip koma inn at landa síðst í hesi vikuni, og síð­an koma onnur línuskip fyrst í næstu viku. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at seks frysti­ línuskip eru á Flemish Kap, har fiskiskapurin hevur verið sera góður – og eitt frysti­línu­ skip er á Føroyabanka. Vit kunnu leggja aftrat, at línuskipið, sum ger royndir á Føroyabanka, er Ågot. - Streymurin harðnar, sum henda vikan gongur. Veðrið verður gott fyrra partin av vikuni, men síðan sær verri út til seinnapartin av vikuni, verður lagt aftrat. Ågot ger línuroyndir á Føroyabanka