Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14 MERKISDAGAR 90 ára føðingardagur. Leygardagin 15. februar fyllir Leivur Andreasen í Klaksvík 90 ár. Dagurin verður hildin á Sjómans­ heiminum frá kl 14 - 18. Øll eru vælkomin. Vinarliga boða frá í seinasta lagi 8. februar á t-post adr.: elspamuller@ gmail.com ella á tlf. 581424. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 7. februar hava vit verið gift í 50 ár. Í tí sambandi eru tey, sum hava hug at heilsa upp á okkum, vælkomin á Seglloftið leygardagin 8. februar frá kl. 14-18. Majvør og Niels 10. februar rundi eg 60 ár. Føðingardagurin verður hildin tann 08. februar í hølunum hjá Odd Fellow á Grønlandsvegi 56 í Tórshavn, frá kl. 14 til 19. Tað hevði glett meg at sæð familju, vinir og kenningar. Vinarliga boða frá á telefon 255327 áðrenn 06. februar. Vit gleða okkum at síggja tykkum. Ansa Mortensen Mob : 255327 Føðingardagur Eg bjóði familju, verfamilju, vinum og kenningum í 65 ára føðingardag. Føðingardagurin verður hildin á Hotel Bakkanum, í Vági, leygardagin 8. februar 2020, og verður tað vælkomst frá kl. 12 til kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomnin. Páll Lervig 70 ár Nú eg fylli 70 ár 5. marts, hevði tað glett meg at sæð familju , vinir, og kenningar at halda hendan dagin saman við mær. Føðingardagurin verður hildin 7. marts á Seglloftinum frá kl 17. Vinarliga boða frá innan 2. marts á telefon 280633/281633 ella skriva til solgut@olivant.fo. Verði hjartaliga vælkomin. Vinarliga Sólrun Guttesen Brúdleyp Vit giftast 21. mars. Dagin vilja vit halda saman við familju, vinum og kenningum í Eydnuni á Oyrarbakka kl. 19. Vinarliga ring ella skriva á tlf.nr. 265269 innan 1. mars, um tit ynskja at gleðast saman við okkum. Dorthea og Eljón Gullbrúdleyp 28. februar 2020 hava vit verið gift í samfull fimti ár. Dagin vilja vit hátíðarhalda í avhaldshúsinum í Haldórshúsinum í Haldórsvík frá kl. 18, øll eru vælkomin. Vinarliga boða frá innan 15. februar á tlf. 423343, 504610 og 222858. Hans Andor og Hjalma Jacobsen 75 ára føðingardagur. Leygardagin 22. februar fyllir Erik Eliasen Syðradalur K. 75 ár. Dagurin verdur hildin á Kafe Gloria Stangavegur 16 í Klaksvík frá kl. 14-19 Vælkomin 24 mars hava vit verið gift í 30 ár. Henda stóra dag vilja vit hátíðarhalda saman við familju, vinum og kenningum í Dansifrøi, leygardagin tann 28 mars kl. 19.00 Vinarliga boðað frá innan 28. februar á tlf: +298220751 ella skriva á jensiabro@gmail.com um tú/tit ynskja at hátíðarhalda hendan stóra dagin saman við okkum Jensia og Petur Brodersen Gullbrúdleyp Fríggjadagin 7. februar hava vit, Nikkel Martin og Sólrun Kruse verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin heima frá kl 11. Vælkomin. Gullbrúdleyp Sunnudagin 8 mars hava vit veriđ gift í 50 ár dagurin verđur hildin heima á Hornavegi 24 á Oyri Leygardagin 7 mars frá kl 16 har øll eru hjartaliga vælkomin Lydia og Jógvan Dahl Óluva Bærentsen Haldi mín 70 ára føðingardag so fríggjadagin 6. mars hendir tað og hevði eg tá verðið so hjartans glað familju, vinir og kenningar at sæð Mentanarhúsið í Fuglafirði er fastsett stað millum kl. 18 og 23 í veitslulag 60 ára føðingardagur Tað hevði glett meg at sæð vinir og kenningar til mín 60 ára føðingardag tann 29.02 ímillum kl. 14 - 20 í Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9, Tórshavn. Vinarliga sigið frá áðrenn 20. februar á telefon 222480 ella á email: sonja.sigursein51@ gmail.com. Sonja Høj Brúdleyp Vit hava valt at ganga saman í hjúnaband tann 04.04.20 Vígslan verður í Nerija á Skála, Skálavegur 220, kl.13:30. Eftir vígsluna verður móttøka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúðarhús verður dagin eftir, 05.04.20, í Brekkutún 5, í Hoyvík kl.17-22. Øll eru hjartaliga vælkomin. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar, og hátíðarhildið hesar dagar saman við tykkum, sum vit byrja okkara ferð saman sum hjún. Vinaliga heilsan Dina J. Bech & Evald Norðberg 90 ár føðingardagur Leygardagin 14. mars haldi eg 90 ára føðingardag í Roynhøllini frá kl 13.00 til 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Hildigarð Nattestad Hvalba 80 ára føðingardagur Hósdagin 27. februar fyllir Ingibjørg Ellingsgaard á Eiði 80 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini á Hornavegi 6, á Oyri, leygardagin 29. februar frá kl. 16 Vælkomin Kunngjørt verður, at sorinskrivarin tann 3.2.2020 hevur givið loyvi til at panta eftirstøðu, sum stavar frá skatti, mvg og øðrum gjøldum, ið verða innheintað av TAKS sambært reglum um innheinting av skatti, og sum skuldu verða goldin innan 1.2.2020. Farið verður undir pantingina tann 13.2.2020 www.taks.fo Sosialurin 341800 Panting