mánadagur 3. februar 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
VIKING STAVANGER Í KREPPU
HONDBÓLTUR
Kjartan
Johansen,
Helgi
Hildarson Hoydal og Viking
Stavanger eru í kreppu. Eftir
eina fantastiska fyrru hálvu,
har tað gjørdist til 12 sigrar í
13 dystum, gongur nú illani.
Um vikuskiftið misti liðið
oddasessin. Fyrst taptu før
oyingarnir í Stavanger ímóti
botnliði úr Lillehammer, og
í gjár gjørdist tað til enn ein
ósigur fyri Nøtteroy, sum nú
er á triðja plássið í norsku 1.
deild. Hóast fýra mál frá Helga
Hildarsyni Hoydal og fýra
málum frá Kjartani Johansen
mátti Viking lúta 25-23.
Viking er nú nummar tvey.
Sama stigatal sum Fjellhammer
á fremsta plássi og við fimm
stigum niður til Nøtteroy á
triðja plássinum.
SUPER BOWL
Kansas City Chiefs vunnu 31-20
á San Fransisco 49ers í Super
Bowl, sum var í nátt. Kansas
City Chiefs vóru favorittar at
vinna, men teir skuldu vísa seg
at fáa tað trupult, og quarter
back-stjørna
teirra,
Patrick
Mahomes, var undir trýsti og
hevði ilt við at spæla upp til
sítt allarbesta, sum plagar at
vera nokk til at vinna á øllum.
San Fransisco 49ers blandaði
kortini væl í álopspartinum
og stóð seg samstundis væl í
verjupartinum, og hetta syrgdi
fyri at teir vóru rímiliga greitt
á odda, 20-10, tá ið tað einans
restaði síðsti fjórðingurin av
dystinum.
Hóast San Fransisco 49ers
hevði myndað tað mesta av
dystinum, so skramblaði kort
húsið fullkomiliga saman í
síðsta fjórðinginum. Kansas
City Chiefs vann seinasta fjórð
ingin 21-0 og framdi eitt rimmar
comeback í røttu løtuni - júst tá
ið dysturin skuldi avgerast.
Tað endaði við 31-20-sigri til
Kansas City Chiefs.
24 ára gamli Patrick Ma
homes fekk eftir dystinum
heiðurin sum dagsins leikari,
eisini nevnt MVP. Hann er
fyrsti leikarin í NFL-søguni,
sum er yngri enn 25 ár og bæði
hevur vunnið ein Super Bowl-
ring og Super Bowl-MVP.
Hetta er eisini fyrstuferð
at virdi høvuðsvenjarin hjá
Kansas City Chiefs, 61 ára gamli
Andy Reid, vinnur Super Bowl
sum høvuðsvenjari. Hann vann
í 1997 Super Bowl við Green Bay
Packers, men var tá quarter
backvenjari og hjálparvenjari.
TENNIS
Novak Djokovic vann sína átt
andu Australian Open finalu,
tá hann sigraði í fimm settum
móti unga Dominic Thiem
í gjár. Serbin hevur metið
fyri flest Australian Open
meistaraheiti. Teir skiftust um
at vinna settini, so farið varð
út í fimta og avgerðandi settið.
Eftir tríggjar feilir frá Domi
nic Thiem í triðja partíi, fekk
Novak Djokovic brotið servu og
lagt seg á odda. Novak Djokovic
lá eisini omaná alt settið, sum
hann vann 6-4.
Tað gjørdist tí ikki hesaferð,
at nýggjur Grand Slam vinnari
skuldi finnast millum yngru
rekkjurnar í tennis heiminum.
Novak Djokovic, Rafael Nadal
og Roger Federer hava vunnið
seinastu 13 Grand Slam kapp
ingarnar, og vit skulu heilt
aftur til 2016 at finna ein annan
vinnara, tá Stan Wawrinka
vann US Open.
Hjá kvinnunum vann Sofia
Kenin hennara fyrstu Grand
Slam kapping. Hon vann á
Garbiñe Muguruza, sum ikki
var styrkismett til kappingina.
Sofia Kenin vann 4–6, 6–2, 6–2.