mánadagur 3. februar 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus/Tróndur Arge
Eftir at hava útmerkað seg í ung
dómsdeildini hjá FCK og at hava
fingið tað sum líktist einum
gjøgnumbroti á besta liðnum,
so kom ein álvarsligur skaði at
tarna fótbóltsleiðini hjá Brandi
Hendrikssyni, sum eftir styttri
tíðarskeið í Vendsyssel FF og
Randers valdi at leggja leiðina
yvir til íslendskan fótbólt fyri
at fáa gongd í aftur yrkisleiðina
sum fótbóltsleikari.
Brandur skifti til FH. Í mun
til danskan fótbólt kundi hetta
kanska tulkast sum at taka eitt
fet aftur fyri at taka tvey fram,
og tað vísti seg bara at rigga
heilt væl. Hann var eyðsýndur
í íslendsku deildini, og sjálvur
er hann eisini ovurfegin um at
hann tók hesa avgerðina.
- Eg fekk ein skaða í kross
bandið, sum gjørdi, at eg ikki
fekk spælt fótbólt í meira
enn eitt ár. Eg fekk ikki nógva
spælitíð í Danmark, og fyri at
sleppa at spæla meira valdi eg
at skifta til Íslands. Tað hevur
helst verið besta avgerðin eg
havi tikið í fótbóltslívinum.
Hetta fekk meg aftur á rætta
sporið, sigur Brandur í samrøðu
við Fotbollskanalen.
Brandur spældi tvey kapp
ingarár við FH, og hagtølini
vóru bara heilt góð. Hann spæl
di tilsamans 55 dystir og skeyt
18 mál.
Góð byrjan
Brandur Hendriksson valdi ikki
at leingja um sáttmálan við FH,
men valdi heldur at taka fetið
víðari og skifti til svenskan
fótbólt, har hann hevur fingið
sáttmála
við
Allsvenskan-
felagið Helsingborg IF fram til
31. desember 2022.
24 ára gamli skálvíkingurin
hevur fingið eina góða byrjan
í svenska felagnum, har hann
hevur
fyrrverandi
FCK-lið
felagan, Olof Mellberg, sum
venjara. Fyri viku síðani fekk
hann hol á málskjótingina og
skeyt eitt mál í venjingardysti
ímóti danska Lyngby.
Fotbollskanalen hevur spurt
Brand um hann væntar at vera
ein av teimum, sum fara at
yvirraska í Allsvenskan í ár.
- Tað fáa vit at síggja. Eg ætli
mær ikki at spáa um hvat fer
at henda, men eg fari so at gera
mítt besta, sigur Brandur.
Aftur gult kort til
Jóan Símun
Arminia
Bielefeld
spældi
javnt í dysti, sum kostaði Jóan
Símuni Edmundsson gult kort.
Tað gongur illa hjá Arminia
Bielefeld at staðfesta odda
sessin í 2. Bundesliguni. Um
vikuskiftið
spældi
Arminia
Bielefeld málleysan javnleik
móti FC Erzgebirge Aue, sum
liggur á sætta plássi.
Jóan Símun Edmundsson
kom á vøllin eitt stórt korter
fyri tíð. Fimm minuttir seinni
fekk hann gult kort annan
dystin upp í slag. Aftur hesa
ferð kom hann ikki fyri Rein
hold Yabo á framrættaða mið
vøllinum.
Ein av stóru kappingar
neytinum,
VfB
Stuttgart,
spældi eisini javnt, men nú er
oddasessinum
hjá
Arminia
Bielefeld undir trýsti. Vinnur
Hamburg mánakvøldið er bara
eitt stig á muni. Nummar eitt
og tvey flyta beinleiðis upp
í Bundesliguna. Trý stig eru
niður til VfB Stuttgart.
Tað hevur gingið strilti hjá
Arminia Bielefeld at slíta seg
leyst í toppinum, sjálvt um
VfB Stuttgart og Hamburg SV
hava sett stig til. Tað er eisini
ein smeitur, at Andreas Vogl
sammer mátti av vøllinum við
brotið í fótinum. Áleyparin
hevur skotið tíggju mál og lagt
upp til fimm. Spurningurin er
so, um tað gevur Jóan Símuni
Edmundsson ein betri møgu
leika at byrja inni.
trondur@sosialurin.fo
Brandur Hendriksson
er glaður fyri tey
bæði árini í Íslandi,
sum hava hjálpt
honum víðari á
fótbóltsleiðini. - At
skifta til íslendskan
fótbólt var helst
besta avgerðin í
fótbóltslívinum,
sigur hann
Útisetar:
- BESTA AVGERÐIN
- BESTA AVGERÐIN
Í FÓTBÓLTSLÍVINUM
Í FÓTBÓLTSLÍVINUM
Helsingborg IF spælir sín fyrsta dyst í nýggja kappingarárinum
4. apríl á heimavølli ímóti uppflytarunum úr Varbergs BoIS
FC Erzgebirge Aue - DSC Arminia Bielefeld 0-0 (0-0)
Áskoðarar: 9.000
FC Erzgebirge Aue: Männel – Mihojevic, Gonther,
Rasmussen – Rizzuto, Riese, Hochscheidt,
Fandrich, Kempe – Nazarov, Krüger. Gul
kort: Rizzutto, Mihojevic, Kempe
DSC Arminia Bielefeld: Ortega Moreno – Brunner,
Pieper, Nilsson, Hartherz – Prietl, Hartel, Yabo – Clauss,
Klos, Voglsammer. Gul kort: Brunner, Edmundsson.