mánadagur 3. februar 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Pætur Hjalmar Evensson
Leygarkvøldið skrivaði Sarah
Mahfoud søgu við at vinna
heimsmeistaraheitið hjá IBF í
boksing í greinini fjaðurvekt.
Hetta hevur eingin í konga
ríkinum megnað fyrr, og tí er
hetta eitt ótrúligt avrik av før
oyska boksaranum.
Sarah Mahfoud hevði bjóðað
undanfarna
heimsmeistara
num Brenda Carabajal úr
Argentina av, og stemningurin
í Frederiksberg-høllunum var
ógvuliga intensur frá byrjan
til enda. Tá Sarah gekk inn í
høllina, var lagið "Í tokuni" hjá
Eivør á sum intro, og hetta setti
veruliga stemningin beinan
vegin.
Har var eingin ivi um, hvør
stóð sterkari í ringinum. Sarah
smurdi argentinaran av, og
hetta sást eisini aftur í meting
unum hjá dómarunum, sum
allir valdu Sarah sum vinn
ara av dystinum. Dómaraat
kvøðurnar vóru ávikavist 98-
92, 97-93 og 100-90.
Rómurin millum áskoðar
arnar var øgiligur, tá verturin
rópti, at Sarah Mahfoud hevði
vunnið dystin. Áðrenn Sarah
visti av, fekk hon gullbeltið
tvørtur um miðjuna, og hon var
nakað so glað og jublaði saman
við venjara og beiggja sínum.
30 ára gamla Sarah Mahfoud
hevur við hesum skrivað søgu
sum fyrsti dani - og føroyingur
- at vinna hetta heimsmeistara
heitið.
At hon hevur vunnið, merk
ir, at hon skal forsvara heims
meistaraheitið næstu ferð.
– Eg skilji hetta ikki
Lagið á heimsmeistaranum
var ógvuliga gott beint aftaná
dystin, tá vit fingu orðið á hana
í høllini.
– Eg skilji ikki heilt, at eg
havi vunnið og fingið hetta
stóra heitið. Eg havi arbeitt
fyri hesum í so langa tíð, og
nú hendi tað. Allíkavæl hevur
dagurin verið so merkiligur, og
hjartað hevur galloperað, men
nú kann eg bara standa her og
vera rólig, so eg havi tað ordi
liga gott, segði hon.
Sarah Mahfoud fegnast um,
at hon megnaði at halda mót
støðukvinnuni undir trýsti frá
byrjan av.
– Eg føldi ikki ordiliga, at hon
kom inn og tók dystin við mær
og tímdi at vera har. So eg føldi,
at eg stýrdi dystinum alla tíð
ina, sigur hon.
– Eg visti væl, at eg fór at
vinna. Eg hevði verið skuffað,
um eg ikki hevði vunnið, sigur
hon spurd um, hvussu kenslan
var, beint áðrenn stigini frá
dómarunum vórðu rópt upp.
– Fari at vísa beltið
fyri ommu
Í høllini sóust fleiri føroysk
fløgg, sum veittraðu, meðan og
aftaná Sarah boksaði. Familja
og vinfólk vóru komin at stuðla
henni, og summi vóru komin úr
Føroyum til stóru løtuna.
– Tað hevði so nógv at siga
fyri meg. At fólk tíma at koma
her og vera við til at deila hetta
við mær, tað merkir sera nógv
fyri meg.
Mikudagin fer hon til Før
oya, har hon ætlar sær at taka
sær av løttum og slappa av
aftaná nógvar vikur við intens
ari venjing.
– Eg taki beltið við mær til
Føroya og fari at vísa tað fyri
ommu, sigur Sarah Mahfoud.
BOKSING
– Eg skilji ikki heilt, at eg havi vunnið
og fingið hetta stóra heitið, sigur
Sarah Mahfoud, sum leygarkvøldið
gjørdist heimsmeistari í boksing
SARAH ER FYRSTI
SARAH ER FYRSTI
FØROYSKI HEIMS
FØROYSKI HEIMS
MEISTARIN Í BOKSING
MEISTARIN Í BOKSING
Ein ovurfegin heimsmeistari (Mynd: Lars Poulsen / Ekstra Bladet)
Brenda Carabajal
og Sarah Mahfoud
í ringinum - Sarah
domineraði allan
dystin (Mynd:
Lars Poulsen /
Ekstra Bladet)