Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Stóri spurningurin hesa vikuna var, um steypafinalisturin hjá monnum seinastu tvey árini, Kyndil, fór at reisa seg eftir eitt ræðuligt kappingarár í landskappingini, og spæla seg í hálvfinaluna í steypa­kapp­ ingini. Og tað eydnaðist sann­før­ andi. Við Bartali Klein Olsen aftur í maskinrúminum, við full­um stigatali í bólki 1 og við øgi­lig­um verjuavrikum ímóti Neista­num og StÍF, skulu hini liðini aftur ansa Kyndli. Kyndil hevur einki at missa, og fer at leggja alt í báðar hálvfinaludystirnar í vikuni. Halda verjan og Tórður Gutte­ sen fram ímóti VÍF, so kann tað gerast triðja árið á rað við kyndilsmonnum í steypa­ finaluni. Kyndilskvinnur í kreppu Tað kann gerast fjórða árið á rað hjá við kyndilskvinnum í steypafinaluni, men søgan er júst umvend í mun til menn­i­ nar. Eftir at hava verið besta liðið í landskappingini fyri jól, hava skaðar og onnur avboð, skert liðið. Ímóti Neistanum miku­kvøldið var Kyndil eingin hóttan yvirhøvur í álopi­num, meðan ráðandi greipu­vinnar­ arnir eisini vóru í trupul­leikum ímóti Stjørnuni í síðstu viku. Tað hevur alt at siga fyri Kyndil, at Súna Krossteig Hansen verður til reiðar til hálvfinalurnar ímóti VÍF. Hvat kann VÍF? Kvinnurnar hjá VÍF hava verið fyri stórum broytingum síðani jól. Ein av drúgvastu mál­skjúttunum, Liljan Müller verður ikki við restina av kappingarárinum, og so er nýggjur venjari komin til Vest­ mannar. Danin, John Larsen, fekk eina ræðuliga byrjan í Før­oy­ um, tá ið VÍF var hølvað av í lands­kappingini ímóti H71. Tvær vikur seinni hevði hann fingið skil á verjuna, og hevur nú vunnið allar steypadystir higar­til Nú er spurningurin hvussu langt VÍF er komið. VÍF og Kyndil hava býtt stigini ímillum sín í lands­kapp­ ingini við hvør sínum heima­ sigri. Tað kann lættliga henda aftur í hálvfinaluni. Styrkja seg í steypakappingini Meðan Kyndils- og VÍF-kvinn­ ur tykjast nakað skerdar í mun til fyrru helvt av kapp­ingar­ árinum, hevur tað eydnast Kyndils­monnum, VÍF-monnum og serliga Neistakvinnum, at styrkja seg munandi. Í dystinum ímillum VÍF og H71 sunnudagin var Julian Ol­ sen aftur á VÍF-liðnum, Janus Jakobsen er fluttur til Vest­ manna úr Kyndli og søgur­nar ganga um, at vest­menn­ingar hava enn okkurt ess í ermuni. Tað verður tó altavgerandi at Filip Jojic fær spælt við fullari megi. Hann varð skaddur í seinastu viku, og ímóti H71 sunnudagin, var stórskjúttin ikki á vøllinum. Hann kundi síggja Magnus Müller lyfta ábyrgd­ina við níggju málum. Enn eitt avrik, sum boðar frá góðum í VÍF. Øgiligir Neistastyrkir hjá kvinnum Og eingin hevur styrkt seg betri enn kvinnurnar í Neistanum. Neistin hevur ikki verið tikin í álvara hetta kappingarárið, men við Brynju Høj, Marjun Danberg og fleiri øðrum, hevur Neistin brádliga ein hin sterk­ asta hópin í føroyskum kvinnu­ hondbólti. Neistakvinnur skulu spæla ímóti kanska óstøðugasta lið­ num í føroyskum hondbólti, H71 í hálvfinaluni. Serfrøðin hevur fleiri ferðir nevnt H71 sum besta boðið upp á ein steypavinnara, men hoy­ víkskvinnur skulu taka sær heilt annað skinn um bak, um tað skal eydnast at basa nýggju favorittunum. H71 mátti stríðast hart fyri øðrum plássinum í bólkinum, har StÍF fleiri ferðir hótti við at fremja sensasjónina. Neista­ kvinnurnar, sum sóu dystin ímillum H71 og StÍF, hava av­ gjørt lagt sær í geyma, hvar H71 er veikast fyri tíðina. Hoyvíkingar kunnu koppast Síðani væl áðrenn kapp­ingar­ árið byrjaði, hava miðlar og serfrøðingar sagt mansliðið hjá H71 vera risastóran favoritt til lands­kapping, steypakapping og hvønn einasta dyst. H71 fór eisini ósigrað ígjøgn­ um bólkaspælið, men tað er við einum álopi, sum sjáldan skorar tey heilt mongu málini. So nógvan rós sum H71 hevur STYRKTIR OG VIKNAÐIR STYRKTIR OG VIKNAÐIR HÓPAR HÓPAR ÁÐRENN ÁÐRENN HÁLVFINALURNAR HÁLVFINALURNAR Áskoðarar kunnu venja seg við, at hvør hondbóltsdystur frá hesi viku verður púra avgerandi. Fyrst við Faxe Kondi-kappingini, har dystirnir í hálvfinaluni verða júst teir somu hjá monnum, sum hjá kvinnum – men við umráðandi broytingum í hópunum Tórður Guttesen var besti maður í steypafinaluni í fjør – og besti maður hesa vikuna Dánjal Ragnarsson hevur tryggjað sær pláss í steypafinaluni við U18- liðnum – Nú skal hann gera tað sama við skerda mansliðnum