mánadagur 3. februar 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Skal kappingin styttast, so hon
verður liðug í september og ikki
síðst í oktober. Hesin spurn
ingurin verður aftur og aftur
havdur á lofti og viðgjørdur.
Serliga tá ið tað síðstu tvær
vikurnar av kappingarárinum
er vindur og regn.
Í fjør spældi tað bara væl av.
Hóast hann hótti við illveðri, so
vann KÍ FM í Gundadali í góð
um fótbóltslíkindum leygar
dagin 26. oktober.
Tað er ofta komið fyri, at
kavin hevur argað og darv
að fótbóltin í mars og apríl og
onkra ferðina eisini í mai. Tað
er ikki so nógv av sovornum
longur. Amboðini og maskin
urnar at rudda kavan burtur
eru vorðin betri og effektivari,
so tað ber til at venja og spæla,
hóast kavin liggur tjúkkur
kring vallirnar.
Kyndilsmessa
var
ígjár,
og veturin er meiri enn hálv
bardur. Hann hevur mist annað
beinið, plagar viðhvørt at vera
tikið til. Higartil hevur kavin
á ongan hátt darvað fyrireik
ingarnar til nýggja kappingar
árið, sum nú er fimm vikur
burtur. Ella rættari so eru tað
fýra vikur, inntil KÍ og HB
hittast í stórsteypadystinum –
bæði kvinnur og menn.
Fleiri feløg hava verið á vølli
num í tveir mánaðir, og øll hava
verið á vøllinum í hvussu so er
í ein mánað.
Fríggjakvøldið, leygardagin
og í gjár vóru dystir í VFF kapp
ingini. Sólin skein, og vindurin
argaði á ongan hátt.
Stóri trupulleikin, sum tað
er ampi av, er kuldin. Vallirnir
eru harðir, og tað ávirkar
atburðin hjá spælarunum og
eisini spælið.
Í síðstu viku hoyrdist, at nú
verður hiti lagdur í Tórsvøll.
Tað fer at bera við sær, at
støðan, sum tók seg upp í heyst,
ongantíð aftur fer at gera seg
galdandi. Tá var U-21 lands
dystur avlýstur, tí tað var frost
í vøllinum.
Sum tað skilst, so eru tað
fleiri ár síðani, at allar leiðingar
vórðu lagdar til og í Tórsvøll.
Tað hevur bara verið bíðað
eftir at binda í, og nú verður
tað gjørt.
Menningin
At tað nú verður hiti í einum
vølli fer heilt víst at skunda
undir, at eisini aðrastaðni fer
spurningurin at verða aktuell
ur at leggja hita í vøllin.
Hvat vallum viðvíkur hevur
framburðurin verið øgiligur
seinastu fjøruti árini ella so.
Ovari vøllur í Gundadali varð
tikin í nýtslu miðskeiðis í sjey
tiárunum. Hann var breið
ur, og hann var hildin at vera
góður at spæla á. Men talan
var um grúsvøll, og var veðrið
ikki til vildar, so vóru hyljar
á vøllinum, og hóast nógvur
sandur var á honum, so slapst
ikki undan steinum.
Glíðandi
taklingar
var
tað øgiliga langt ímillum, og
skrædlaði lør og knø var tað
stutt ímillum.
Miðskeiðis í áttatiárunum
komu fyrstu graslíkisvallirnir.
Tað gekk skjótt, so var graslíkið
á so at siga øllum vallunum.
Síðani eru teir skiftir fleiri ferð
ir. Undirlagið er støðugt betrað,
og soleiðis fer tað eisini at vera
næstu árini.
Síðstu vikurnar er aftur og
aftur mint á, at stóri trupul
leikin og stóra avbjóðingin er
kuldin. Veðrið hevur verið gott
at spæla fótbólt, men bítandi
kuldin ber við sær, at undir
lagið er ikki nóg gott.
Tí man lítil ivi vera um,
at tað næstu árini fer at
verða lagdur hiti í fleiri
vallir. Kostnaðurin fyri
upphitingina
hevur
verið ein forðing. Tað
verður hann ikki, tá ið
tað ikki verður neyðugt
at hita við olju. Sjógvur
og vindur munnu vera
loysnin, sum fer at verða
nýtt.
Og so fer at bera til at
spæla fótbólt í februar undir
somu korum sum í oktober.
Hallirnar
Hin stóra avbjóðingin, sum skal
loysast, fyri at umstøðurnar
at spæla vetrarfótbólt kunnu
betrast, er fótbóltshallirnar.
Vágbingar hava víst, at tað
ber væl til. Marghøllin hevur
av álvara staðið sína roynd, og
tað man ikki fara at vera leingi,
inntil vágbingar lyfta seg úr
triði bestu deildini.
Næstsíðsta vikuskifti var
KÍ á venjingarlegu í Vági. Um
framt venjingarnar í høllini var
teambuilding, sum tað so fínt
eitur, á skránni. Hetta viku
skiftið var B36 í Vági í somu
ørindum, og HB hevur givið
avboð at taka lut í kappingini
í Klaksvík, sum verður um
tríggjar vikur, tí steypavinnar
arnir ætla sær til Vágs.
Soleiðis sum gongdin er í
fótbóltinum og samfelagnum
so er tað undarligt, at eingin
høll er reist norðanfjørðs. Tað
er neyvan at skjóta langt við
síðuna av, um tað verður rokn
að við, at um fimm ár vera tað
tvær ella tríggjar fótbóltshallir
í meginøkinum – ein í høvus
staðarøkinum og ein alla tvær
eystanfyri Sundalagið.
Tunnilin undir Tangafirði
fer at bera við sær, at tað
verður lítið meiri enn eitt
korter og í hvussu so er minni
enn ein hálvur tími at koyra
millum hallirnar.
Víkingur og Lava
eru í essinum
Undanfarnu
árini
hevur
Andreas Lava Olsen ofta verið
so nógv darvaður av skaðum,
at hann sjáldan hevur verið
førur fyri at spæla fleiri dystir
á rað og næstan ongantíð í
samfullar 90 minuttir.
Fyrstu vikurnar í fyrireik
ingunum til nýggja kappingar
árið hava verið góðar hjá Lava,
sum leygardagin var trífaldur
málskjútti, tá ið Víkingur í
Sarpugerði vann 5-3 ímóti
føroyameistarunum í KÍ.
Hetta var onnur ferðin, at
Víkingur í VFF kappingini
skoraði fimm mál. Tað ber boð
um álopskendan hugburð. Og
so skal havast í huga, at hann,
sum er ætlaður at vera fremsta
álopsvápnið,
framvegis
er
á flatlondum. Tá ið Finnur
Justinussen aftur verður í
Sarpugerði verður tað
heilst spennandi.
Klaksvíkingar
vóru
frammanfyri 3-2 eftir fyrra
hálvleik, men so svaraði Vík
ingur aftur og vann 5-3. Hjá KÍ
skoraði Alseeio Hyseni til 1-0,
Boris Dosljak til 2-1 og Patrik
Johannesen til 3-2. Umframt
Andreas Lava Olsen (3) skoraðu
Sølvi Vatnhamar og Lukasz
Vieslewicz fyri Víking.
Víkingur legði fyri í hesi upp
stilling: Elias Rasmussen – Ari
Olsen, Vukasin Tomic, Noah
Mneney,
Bergur
Gregersen
– Bogi Reinert – Petersen,
Gunnar
Vatnhamar,
Sølvi
Vatnhamar – Lukasz Ciesle
wicz, Andreas Lava Olsen, Ingi
Tað er bara kuldin,
sum higartil í
ár hevur forðað
fyri fótbólti av
sama slagi sum
seinni á árinum
TAÐ NÆSTA
TAÐ NÆSTA
VERÐUR
VERÐUR HITI
HITI
Í VALLIRNAR
Í VALLIRNAR