Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jonhardsson. Í seinna hálvleiki vórðu skiftir inn: Elias Lervig, Hjalti Strømsten, Rani Hansen, Olaf Bárðarsson, Geza David Turi, Arnbjørn Svensson, og Tonni Thomsen. KÍ legði fyri í hesi upp­ still­ing: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Sebastian Avanzini, Jákup B. Andreasen, Alessio Hyseni, Boris Dosljak – Patrik Johannesen, Ole Erik Midt­skogen. Í seinna hálvleiki vórðu skiftir inn Steinbjørn Olsen, Børge Petersen, Ólavur Niclasen og Gulak Jacobsen. Pílarnir peika rætta vegin Fuglfirðingar vunnu leygar­ dagin 3-0 í góðveðrinum í Vika á Argjum. Miðverjin og lið­for­ maðurin Jan Ó. Ellings­gaard var tvífaldur málskjútti stutt undan steðginum, og verju­ kendi miðvallarin Karl Løkin staðfesti 3-0 sigurin, tá ið tað restaðu 17 minuttir. Fyri fyrstu ferð var Milos Budakovic í ÍF málinum. Hann kom til Fuglafirðar fyri einari viku síðani. Í fjør skolaðu málini ígjøgnum hjá ÍF. Nú er Milos Buda­kovic í málinum og Jens Joen­sen og Jan Ó. Ellingsgaard eru í miðverjuni. Tað eigur at boða frá, at verjuparturin er styrkt­ ur. Avbjóðingin er stór, men tað er væl hugsandi, at tað kann eydnast fuglfirðingum at sleppa undan aftasta plássi­ num, sum teir í fjør endaðu á – bara við seks stigum. Aftur leygardagin sást tað, at avbjóðingin hjá argjamonnum er stór at fáa tað at rigga – bæði í verju og álopi. NSÍ var í góðveðrinum leygar­dag gestur hjá HB í Gunda­dali. Felags fyri HB og NSÍ er, at tey undan dagsins upp­gerð í VFF kappingini ikki høvdu tapt. Felags fyri bæði liðini er, at tey eftir dagsins dyst framvegis eru ósigrað. Úrslitið var 3-3, eftir at tað í hálvleikinum stóð 2-2. Petur Knudsen legði fimm minuttir eftir steðgin NSÍ fram­um 3-2. Tað var eftir sending frá Pæturi Hentze, sum var vong­verji í høgru. Petur rann í høgru frá verjuni, og tá ið hann var komin vpl inn í brotsteigin smekkaði hann til, og bólturin streyk flatt í handara síðunetið. HB stríddist øgiliga fyri at javna, og tað eydnaðist í síðstu løtu, so úrslitið varð 3-3. Vong­ verjin í vinstru, Daniel Johan­ sen, lyfti av baklinjuni bóltin inn fyri málið, har Heðin Han­ sen við høvdinum setti hann í netið og so var liðugt. Í fyrra hálvleiki var NSÍ frammanfyri bæði 1-0 og 2-1. Mið­verjin Oddur Á. Højgaard setti hol á eftir sending frá Aron Knudsen. Tá var eitt lítið korter farið, og tá ið ein hálvur tími var farin javnaði Adrian Justinussen til 1-1. Nýggi danski mið­vallarin Mathias Nygaard átti uppleggið. Fýra minuttir undan steðgin legði Martin Klein Joensen NSÍ framum 2-1. Uppleggið átti Petur Knudsen, og ein minutt seinni javnaði Pætur J. Petersen til 2-2. Aftur var tað Mathias Nygaard, sum átti upp­leggið. NSÍ spældi við trimum mið­ verjum – Jákup Jakobsen, Oddi Á. Højgaard og Rógva Egilstoft Nielsen. Jákup og Rógvi eru nýggir í NSÍ. Einki var at síggja til Jóhan Troest Davidsen. Í HB miðverjuni var Hanus Danielsen leingi makkari hjá Bartali Wardum. Síðstu løtuna loysti Samuel Johansen Chuk­ wudi av. HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Hanus Pauli Daniel­ sen, Daniel Johansen – Heri H. Mohr, Heðin Hansen, Mathias Nygaard – Pætur J. Petersen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen Í seinna hálvleiki vórðu inn­ skiftir Samuel Johansen Chuk­ wudi, Mikkel Frankoxh og Øss­ ur Dalbúð. NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Pætur Hentze, Aron Knudsen, Haraldur R. Høj­ gaard, Betuel Hansen, Jann Benja­minsen – Petur Knudsen, Rúni Klein Joensen Í seinna hálvleiki vórðu inn­ skiftir Alfred Sankoh, Pætur Skipa­nes og Mórits Heini Morten­sen. Fríggjakvøldið vann Skála 3-1 ímóti EB/Streymi. Dysturin varð spældur undir Mýruhjalla, og skálamenn skoraðu øll mál­ ini. Fyrst skoraðu teir sjálv­ mál, og so skoraðu Karl Martin Johan­sen, Andreas E. Jacobsen og Mikal á Reynatrøð, sum er uppvaksin í Víkingi og nú roynir eydnuna á Skála. B36 endaði venjingarleguna í Suðuroy við venjingardysti við Stórá í Trongisvági, og árs­ talsfelagið vann 3-1. TB hevur nýggjan venjara, og í dag vóru fýra nýggir spælarar millum teir fyrstu ellivu, umframt at onkur annar nýggjur varð skiftur inn. Tað sær út til, at spælið hjá TB riggar bara heilt væl, tá ið havt verður í huga, hvussu stutt síðani tað er, at venjarin og spælar­arnir hittust og av álvara fóru undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Hjá B36 var Sonni Ragnar Nattestad aftur í dag í mið­ verjuni – undir liðini á Bjarna Peter­sen – og Andrias H. Erik­ sen var vongverji í høgru. Innskifti Eli Flakvard Nielsen legði í seinna hálv­ leiki B36 framum 1-0, Árni Frederiksberg økti um B36 leiðsluna, Rasmus Møller mink­ aði um munin til 1-2, og Árni Frederiksberg varð tvífaldur málskjútti, tá ið hann staðfesti 3-1 B36 sigurin.