Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Sosialurin hevur sætta árið á rað valt at gera ein lista yvir 10 ungar føroyskar leikarar, ið fótbóltsáhugaðir føroyingar serliga skulu hava eyguni við í framtíðini. Eins og undanfarin ár er talan um fimm leikarar úr tveimum ávísum árgangum, og hesa ferð er listin komin til leikaar úr árgangi 2002 og 2003. Stórir profilar hava verið á listanum Fyrstu ferð listin kom út var í 2015, tá leikarar úr árgangi 1997 og 1998 vóru á listanum. Tá hugt verður eftir undan­ farnu listum, er eitt sindur stuttligt at síggja aftur á fleiri av nøvnunum, ið hava verið á listanum. Flestu leikarar hava gjørt seg galdandi, sum hava verið á listanum, og seinastu tvey kappingarárini hava ser­ liga tveir av leikarunum av álvara gjørt vart við seg í heim­ ligu føroysku kappingini. Fyrst gjørd­ist Adrian Justinussen árs­ins leikari í føroyskum fót­ bólti í 2018, og í 2019 var Jákup B. Andreasen lyklaleikari og lið­skipari á KÍ liðnum, sum fyri fyrstu ferð í 20 ár fekk FM-heit­ ið aftur til Klaksvíkar. Aftur í ár hevur Sosialurin gjørt ein lista yvir 10 ungar leikarar, ið tú skalt eyga við í framtíðini. Í ár er talan um leikarar, ið eru føddir í 2002 og 2003 10 LEIKARAR 10 LEIKARAR AT AT FÓTBÓLTUR LEIVUR FOSSDAL GUTTESEN Føddur: 17-01-2002 Felag: Sønderjyske Barndómsfelag: HB Pláss á vøllinum: Miðvallari/Kantur Ungi framrættaði havna­mað­ ur­in hevur seinastu árini verið knýttur at ungdómsdeildini hjá Sønderjyske. Leivur F. Guttesen var óheppin í byrjanini av uppihaldinum í Sønderjyske, tí at hann mátti sita leingi uttan­fyri við beinbroti. Men før­oyski leikarin er komin seg væl síðani. Í Sønderjyske verð­ ur latið væl at føroyska leikara­ num, ið er kvikur og væl fyri tekniskt, soleiðis at hann hevur egin­leikan at seta menn av, tá hann bjóðar av. BØRGE PETERSEN Føddur: 24-04-2002 Felag: KÍ Barndómsfelag: KÍ Pláss á vøllinum: Miðverji Ungi miðverjin úr Klaksvík er longu eitt navn, ið fleiri fót­bólts­áhugaðir føroyingar kenna til. Longu í 2018 fekk tann tá 16 ára gamli Børge Peter­sen sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá KÍ, og farna kapp­ingarár – í 2019 – var Børge Petersen seks ferðir á vølli­num fyri besta liðið hjá KÍ, ið gjørdist Føroyameistari. Børge Petersen er ein álítandi verju­leikari, ið hevur flestu fyri­treytir sum skulu til, fyri at klára seg sum miðverji. TÓRUR FRANKSSON JOENSEN Føddur: 08-06-2002 Felag: HB Barndómsfelag: HB Pláss á vøllinum: Miðverji/Vinstri bakkur Í HB bankar ein evnaríkur vinstri bakkur upp á dyrnar. Tór­ur Franksson Joensen var í fjør liðskipari á U17 liðnum hjá HB, ið vann FM heitið í U17 deildini. Har spældi Tór­ur F. Joen­sen fyri tað mesta í mið­ verju­ni. Men á U19 landsliðnum og í U21 deildini hjá HB, hevur Tórur F. Joensen fyri tað mesta roynt seg á vinstra bakki. Tórur F. Joensen er ein skilagóður leikari, ið loysir flestu støður væl sum hann kemur í – bæði offensivt og defensivt. Eigur enn sínar fyrstu minuttir til góðar á besta HB lið­num, men sat á bonkinum ein dyst farna kappingarár. ARON JARNSKOR ELLINGSGAARD Føddur: 16-09-2002 Felag: Víkingur Barndómsfelag: Víkingur Pláss á vøllinum: Sentralur miðvallari Í Gøtu eru gjøgnum tíðirnar fleiri góðir fótbóltsspælarar sprot­nir burturúr eftir­navni­ num Jarnskor. Og nú kann væl vera, at tann næsti góði Jarn­ skor leikarin er á veg. Aron Jarn­skor Ellingsgaard spældi í fjør nógv við næstbesta liðnum hjá Víkingi, ið vann silvur í 1.deild, og hevði lykaleiklut á U17 liðnum hjá Víkingi, ið vann steypakappingina. Har spældi Aron J. Ellingsgaard fyri tað mesta sentralt á miðvøllinum. Men ungi gøtumaðurin kann eisini røkja onnur pláss. Aron J. Ellingsgaard er ein kreativur miðvallarleikari, ið eisini hevur góða ferð. NOAH HANS MNENEY Føddur: 06-12-2002 Felag: Víkingur Barndómsfelag: ÍF Pláss á vøllinum: Verja/Miðvøllur Víkingur fekk fyri fáum árum síðani tilgongd av unga Noah H. Mneney úr Fuglafirði, ið av álvara hevur gjørt seg galdandi í ungdómsdeildini hjá Víkingi seinastu tvey árini. Í fjør fekk Noah H. Mneney enntá eisini sínar fyrstu minuttir á besta lið­num hjá Víkingi, har hann fyri tað mesta varð brúktur í verjuni. Hevur allar fyritreytir sum skulu til fyri at koma langt sum fótbóltsspælari. Er bæði væl fyri fysiskt, tekniskt og mentalt. Leikarar frá 2002 Listin í ár: