Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Bókin Football Hackers hjá Christoph Biermann er ein ferð í tøknina og dátuna, sum spælir ein nógv størri part í fótbóltinum í dag, enn hon nakrantíð hevur gjørt. Vit tosa ikki um máltøkni ella VAR, men um mátan dáta verður samlað inn í samband við dystir. Og hvussu skal dáta skal avlesast. Tað stutta av tí langa er, at fótbóltur er ikki sum rokning. Har er einki rætt svar og har er heldur ongin rættur rokniháttur. Christoph Biermann dugur væl at leggja grundina undir bókini. Tí í nógv ár hevur fótbóltur verið meiningar og einki annað. Síðani kom ein tíð, har vit byrja at tosa um spælfordeiling og hvør hevur havt flest skot á mál. Men er eitt skot altíð líka nógv vert, og hvussu við liðnum, ið hevur fleiri skot, men skorar minni. Í bókini tekur Christoph Biermann okkum gjøgnum eina ferð gjøgnum menningina av tøki, dáta og arbeiðshátti í feløgum sum Borussia Dortmumd, Brentford og FC Midtjylland. Tú sleppur eisini tætt at hugtøkum sum Expected Goals, Packing og øðrum háttum at avlesa dáta. Stóra avbjóðingin er ikki at fáa dáta til vega, men hvussu tú brúkar hana. Her verður tosað við venjarar, spælarar, ítróttarstjórar og Football Hackers, sum royna at geva sínum arbeiðsgevara bestu tølini at avlesa, um ein spælari er góður ella ikki. Tí eyguni snýta! LES UM: Tú er til meir enn meiningarnar hjá viðmerkjarum ella hasum arbeiðsfelagnum, sum altíð heldur seg vita best. IKKI LESA UM: Tú heldur at fótbóltur bara verður spældur á vøllinum, og at sannleikan finnur tú frá síðumanninum HVUSSU ER AT LESA: Bókin er ikki so faklig, sum tú kanska heldur. Hon er meiri ein forteljing og tað ger hana lættari at lesa HVAT SIGUR TÚ: Tú skal hava rímilgan áhuga fyri dáta og statistikki í fótbólti, fyri at tíma hesa bókina. FAKTA: Bókin kann keypast á eitt nú Amazone, har hon fær 4.8 av 6. Hon er á enskum og týskum Ummæli: Football Hackers: The Science and Art of a Data Revolution Vikan ið fór Um vikuskiftið er 4. umfar í VFF-Kup. Víkingur er nú oddalið, eftir at hava vunnið 5-3 á KÍ. NSÍ og HB spæla javnleik 3-3 í Gundadali. Enn mangla B36, ÍF, KÍ og B68 spæla ein dyst. Novak Djokovic og Sofia Kenin vinna Australian Open. Í báðum førum er talan um farvoritt sigrar. Fyri Novak Djokovic er talan um áttanda sigurin og tað er met. Sarah Mahfoud vinnur heimsmeistaraheitið IBF í greinini fjaðurvekt í boksing. Hon vinnur á Brenda Carabajal í Danmark. Í steypakappingini í hondbólti hjá kvinnum er greitt at Neistin spælir móti H71, meðan VÍF møtir Kyndli í hálvfinalunum. Júst somu hálvfinalur eru hjá monnunum. Liverpool er nú 22 stig fremst í Premier League, eftir at liðið vinnur 4-0 á Southampton. Manchester City og Leicester halda fram at seta stig til. Flytingarvindeygað í størsta partinum av Evropa letur aftur fyri fótbóltsspælarar. Ongar føroyskar flytingar eru. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Pætur Albinus Ítróttur: Borðtennis Starv: Ítróttarskrivari Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1: Kansas City Chiefs 2: Patrick Mahomes 3: Shakira og Jennifer Lopez 4: Miami, Florida 5: Hard Rock Café 6: New England Patriots 7: 1967 8: Dan Marino 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvør vann Super Bowl í ár? 2 Hvør bleiv MVP í Super Bowl í nátt? 3 Tvey konufólk undirhildu við sangi og dansi í hálvleikinum, hvørjar vóru tær? 4 Hvar bleiv Super Bowl finalan spæld? 5 Leikvøllurin eitur eftir eini kendari matstovurøð, sum tó ikki er at finna í Føroyum. Hvør er matstovan? 6 Hvør vann Super Bowl í fjør? 7 Hvat ár var Super Bowl á fyrsta sinni? 8 Hvør er hesin á myndini, sum í seinnu hálvu av 80 unum var quarterback hjá Miami Dolphins. Hann spældi eisini við í fyrsta Ace Ventura filminum frá 1994 1. Hey Pætur! Tú hevur fylgt við Super Bowl í nátt. Hvat kanst tú siga um sjálvan dystin? - Tað var eitt sindur aftur og fram. San Fransisco 49ers myndaði stóran part av dysti­ num, men manglaði bók­stavi­ liga tað síðsta. Kansas City Chiefs vísti ikki stórspæl, men gjørdi júst nóg mikið og var omaná tá ið avtornaði. Hetta fer neyvan í søgubøkurnar sum tann vælspældi dysturin. 2. Tú hevur fyrr skrivað greinar um áhugan fyri NFL í Føroyum. Hvussu er hann í dag? - Eg havi merkt ein stóran vøkst­ur tey 15 árini eg havi fylgt við NFL. Eg havi varhuga av at føroyingum sum heild dámar væl ítrótt og sjónvarp, og eg haldi, at vit eisini eru røsk at krydda tað við eitt nú facebook-bólkum, fantasy- kappingum og at hittast til dystir, serliga Super Bowl. 3. Tað verður gjørt nógv burturúr kvøldinum við mati og fólk samlast til eitt Super Bowl kvøld, er hetta hugtakið við at vinda upp á seg? - Tað er avgjørt við at vinda upp á seg. Tað eru eisini nógv fólk, sum ikki vanliga hyggja at amerikanskum fót­bólti, men sum tó hyggja at Super Bowl. Tað er jú eitt av heim­ sins størstu eindags til­tøk­um, og fólk vilja gjarna vera við. Tað er ein veitsla! 4. Tað er altíð eitt stórt show í hálvleikinum, hvussu eydnaðist hesaferð? - Tónleikin kunnu øll hava sína persónligu meining um, men sjálva tiltakið var sum altíð stórsligið, og Jennifer Lopez og Shakira dugdu væl at fáa lív í fjøldina. 5. Nær endaði dysturin føroyska tíð, og hvussu ávirkar tað arbeiðslagið dagin eftir? - Dysturin endaði um 3-tíðina. At síggja ein stórdyst í bestu amerikansku senditíð merkir at tað er tann svarta nátt í Før­oy­um, og tað vænti eg at NFL-fjepparar eru vanir við. Dagin eftir Super Bowl eru tað eisini nógv, sum taka sær frí. Dysturin endaði um 3-tíð­ina. At síggja ein stórdyst í bestu amerikansku senditíð merk­ ir at tað er tann svarta nátt í Føroyum, og tað vænti eg at NFL-fjepparar eru vanir við. Dagin eftir Super Bowl eru tað eisini nógv, sum taka sær frí. Jugen Klopp er ein rukka. Glansurin fer ikki av FA Cup, men av Liverpool Petur Reinert í Fótbóltspanelinum um at Liverpool og Jurgen Klopp niðurraðfesta FA Cup Eg helt at eg fór at elska VAR, men tað geri eg ikki José Mourinho, venjari hjá Tottenham