mánadagur 3. februar 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. februar 2020 · Nr. 14
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Aftur í ár hevur ÍtróttarSosialinum
gjørt táttin ”10 spælarar at halda eyga
við”. Hetta eru 10 ungir spælarar, sum í
hesum førinum er føddir í 2002 og 2003,
sum føroyska fótbóltsumhvørki metir
hava góðar møguleikar at klára seg.
Søgan vísur eisini, at felstu av hesum
spælarunum fáa onkran leiklut í
føroyskum fótbólti í framtíðini.
Onkur heldur kanska, at tað er at
leggja eitt sindur av trýsti á hesa
ungu spælararnar, men tað er lítið í
mun til tað, sum bíðar úti í stóru verð,
sum mangan er dreymurin í hesum
aldrinum.
Tað er stuttligt at hyggja aftur
á listan, sum André Olsen hevur
gjørt í samstarvið við fleiri av
ungdómsvenjaranum kring landið. Í
2015 er nøvn sum Meinhard E. Olsen,
Jákup Thomsen og Teit Jacobsen, sum
allir hava spælt ella spæla uttanlands.
Avøðrum kunnu nevnast Adrian
Justinussen og Petur Knudsen, sum
javnan seta sín dám framrættaða
spælið í føroyskum fótbólti. Eisini
stuttligt at síggja listan fyri 2018, har
Andrias Edmundsson (Sunderland) er
við. Hann hevur tikið so nógv fram.
Vit á ÍtróttarSosialinum hava sum
høvðusmál, at lýsa føroyskan ítrótt
og føroysk ítróttaravrik, og síðani
útlendskan ítrótt. Tað sæst eisini aftur
í blaðnum í dag, har meginparturin
snýr seg um føroysk ítróttaravrik –
bæði í Føroyum og uttanlands. Tí um
vit ikki siga frá føroyskum ítrótti –
hvør skal so?
Tað kanst tú hugsa um, meðan tú lesur
ÍtróttarSosialin. Vit gleðast um hvønn
keypara og hvønn lesara, tí tað gevur
okkum møguleikar og dirvi at halda
áfram!
trondur@sosialurin.fo
Tumma fyri tumma økja sanda
vágsmenn um leiðsluna í kapp
ingini við havnarmenn í lands
kappingini í talvi. Í dag otaðu
vágamenn seg uppaftur hálvt stig
aftrat frá fremsta avbjóðaranum,
soleiðis at teir nú eru tvey stig
undan í oddanum.
Dystirnir í sjeynda umfari í FM-
kappingini í talvi fyri lið vóru í dag.
Í 1. deild vunnu sandavágsmenn
stórsigur 3½-½ á B-liðnum hjá
Havnini. A-liðið hjá Havnini vann
3-1 á Vestmanna Talvfelag. Í triðja
dystinum í 1. deild vunnu klaks
víkingar 3-1 á kollfirðingum.
Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi
Egilstoft Nielsen og Torkil Nielsen
- faðir og synir - vóru eirindaleysir
og vunnu á ávikavist á Rógva
Mortensen, Herluf Hansen og
Margar Berg. Sigurin kundi tað
sama verið 4-0, tí á triðja borði sat
Silas Eyðsteinsson til endans við
vunnari støðu, men so snávaði
hann og mátti sættast við remis
móti Suna Merkistein.
Remis móti stórmeistara
Havnin A var stórfavorittur móti
vestmenningum, men á tveimum
borðum endaði tað javnt. Mest
óvæntaða úrslitið var, at Jákup á
Rógvi Andreasen telvaði remis á
fyrsta borði móti stórmeistaranum
Helga Dam Ziska. Jákup telvaði
sum ein brandur og hevði munin
í støðuni, tá ið teir samdust um
remis.
Á øðrum borði hjá vestmenn
ingum sat hvalvíkingurin Martin
Brekká, føroyskur topptelvari í
nógv ár, men óvirkin seinnu ár
ini - kortini var hann ikki meira
rustaður enn so, enn at hann fekk
ein tryggan remis móti Olaf Berg.
Havnarmenn vunnu dystin á
aftaru borðunum. Carl Eli Samuel
sen og Luitjen Apol yngri vunnu
á ávikavist Alfred Olsen og Kára
Durhuus.
Klaksvíkingar vunnu 3-1 á koll
firðingum. Ólavur Simonsen, Rani
Nolsøe og Wille Olsen vunnu á
ávikavist Hans Kristiani Simonsen,
Hanus Joensen og Rógva Mørkøre,
stigið hjá kollfirðingum fekk Bern
hard Thomsen móti Steintór Ras
mussen.
Trý umfør eru nú eftir í lands
kappingini. Telvað verður aftur
23. februar. Næstsíðsta umfar er 1.
mars, og tíggjunda og seinasta um
far verður 21. mars.
VÁGAMENN
ØKJA
Talv:
Spennandi
spælarar
at fylgja
Úrslit í 7. umfari og
støðan í 1. deild:
Havnin B - Sandavágur ½-3½
Havnin - Vestmanna 3-1
Klaksvík - Kollafjørður 3-1
Støðan í 1.deild:
Sandavágur 22 stig
Havnin 20
Klaksvík 16½
Havnin B 9½
Kollafjørður 8½
Vestmanna 7½
Klaksvík vann toppdystin
Í 2.deild eru Klaksvík og Havnin fremstu
liðini. Tey møttust í dag, og her vunnu
klaksvíkingar ógvuliga sannførandi.
Liðið hjá klaksvíkingum mannaðu Terji
Petersen, Rani Baldursson, Tummas
Martin Sólsker og Janus Skaale.
Úrslitini og støðan
í 2. deild:
Havnin-Klaksvík ½-3½
Runavík-Kollafjørður 1-3
Sandavágur-Gøta 2-2
Støðan í 2. deild:
Klaksvík 19 stig
Havnin 17
Kollafjørður 15½
Runavík 12½
Sandavágur 12
Gøta 8
Toftamenn suverenir
Í 3. deild eru toftamenn stinnastir. Teir
vunnu í dag í toppdysti móti Havnar
Telvingarfelag. Á fremstu borðunum á
toftaliðnum sita Andrias Danielsen og
fyrrverandi føroyameistarin Jens Chr.
Hansen, og teir skara framúr við fullum
stigatali.
Úrslit í dag og støðan í
toppinum í 3. deild:
Havnin-Toftir 1½-2½
Rókur-Runavík 2½-1½
Havnin B-Sandavágur 0-4
Støðan 3. deild:
Toftir 22 stig
Klaksvík 19
Havnin 18½