Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 5. februar 2020 · Nr. 15 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Atli Gregersen, stjóri á Luna í Vágum, vísir á, at vánaliga veðrið, sum verið hevur í vetur, hevur tarnað útboðnum av laksi nakað, men annars er hann væl nøgd­ur við tann prís, sum Luna hevur hava fing­ið fyri laksin. - Nú trupulleikar hava tikið seg upp í Kina við corona-virus, samstundis sum vænt­ andi er, at meira laksur fer at verða tikin, fer mark­naðurin at verða trýstur, og vit fara heilt avgjørt at síggja lækk­ andi laksaprísir næstu tíðina. Stjórin í Luna vísir á, at prísirnir á laksi hava verið rættiliga høgir í longri tíð, men nú fara vit at síggja prísfall, og tað verður neyvan so lítið heldur, sum hann tekur til. - Vit hava ikki selt so stórar nøgdir av laksi til Kina, men meira til Russlands, USA og Ev­ ropa. Onkur tíðarskeið hava vit tó havt nakað av sølu til Kina. Trupult at siga Atli Gregersen vísir á, at enn er alt hetta við corona-virus so nýtt, og í løtuni er trupult at meta um, hvussu stór ávirkan­ in verður. - Spurningurin er, hvussu málið við flutn­ ingi kann loysast, tá Kina steingir sínar flog­havnir. Ein møgu­ leiki hjá fyritøkum, sum selja nógvan laks til Kina, er kanska at flúgva laksin til onkur av grannalondunum, hað­ ani laksurin møgu­liga kann flytast á kines­iska marknaðin. - Tað veit onkur, sum er meira tengdur at hesum marknaði, enn vit eru í løtuni, sigur hann. Atli Gregersen vísir á, at føroyskur laksa­út­ flutn­ingur annars ikki hevur havt trupulleikar í Kina. - Spurningurin er so, hvussu hetta mál kann loysast – og um tað yvirhøvur ber til at loysa málið við kinesiska marknaðinum, so leingi sum støðan við corona- virusinum er, sum hon er, sigur stjórin í Luna í Vágum. Gongur væl Atli Gregersen letur ann­ ars væl at alingini hjá felagnum. - Laksurin veksur skjótt, og nú vit seta størri smolt út, er fisk­ urin væl styttri í sjónum. Vit fáa nú laks, sum liggur millum 5 og 6,5 kilo, sum hevur verið í aliringunum í einans 10 mán­aðir, sigur hann og vísir á, at Luna í løtuni selur mest til Russlands og USA, men eisini á hes­ um marknaðum hevur felagið staðfest lækk­ andi laksaprísir. lágan profil árið í fjør, og vit vita sjálvandi eisini, hvat er hent síðan árslok og fyrstu vikurnar í nýggja ári­num, sigur Regin Jacob­sen. Stjórin vísir á, at tá eitt felag sum Bakkafrost er skrá­sett á keypsskála, er neyðugt at vanda sær um tað, sum sagt verður - og ikki minst, tá ræður um slík viðurskifti, sum tey, ið laksavinnan beint nú stendur yvirfyri. - Eg fái hvønn morg­un teldupostar við ymisk­ um, sum verður skriv­að um okkum. Møgu­lig­ ar útsagnir, sum eitt nú snúgva seg um mark­ naðar­støðuna beint í løtuni, kunnu fáa stóra ávirk­an. Regin Jacobsen sigur, at nú tað stundar til, at roknskapurin fyri sein­ asta fjórðingsár í fjør verður al­man­na­kunn­ gjørdur, hevur hann valt at halda lágan profil um slík viðurskifti sum mark­naðarstøðuna. - Tað merkir tó ikki, at eg ikki vil tosa um hesi viður­skifti, men tað er meira fyri at geva øllum sama møguleika, leggur hann aftrat. - Møguligar útsagnir, sum eitt nú snúgva seg um marknaðarstøðuna beint í løtuni, kunnu fáa stóra ávirkan, sigur Regin Jacobsen Trupult at meta um avleiðingar - Enn er alt hetta við corona-virus so nýtt, og í løtuni er trupult at meta um, hvussu stór ávirkanin verður, men vit merkja longu nú prísfall á laksinum, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna