týsdagur 4. februar 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. februar 2020 · Nr. 15
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
– Tað er nokkso ringt at halda lív í felagnum
eftir hondini. Tað er so nógv annað, sum
órógvar, soleiðis at undirtøkan fyri tiltøkum
her verður minni, sigur Sanna á Lava,
forkvinna í Føroyingafelagnum í Esbjerg
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Føroyingafelagið
í
Esbjerg
hevur nógv at bjóða og er all
arhelst tað føroyingafelagið, ið
ger mest burturúr. Næsta ár
hevur felagið 50 ár á baki, og í
løtuni eru millum 120 og 150
limir.
– Fólk eru ótrúliga røsk at
møta upp. Her er altíð fult hús,
sigur Sanna á Lava, forkvinna,
og greiðir víðari frá, hvat tey
plaga at gera, tá tey koma
saman.
– Mánakvøld spæla vit sjavs,
har vit hugna okkum við
drekkamunni og práti aftrat,
og eina ferð um mánaðin hava
vit bingo. Vit hava nátaveitslu,
jólahald, veitslu 2. jólakvøld, og
á ólavsøku verður onkuntíð
skipað fyri onkrum. Á páskum
hava vit stórt tiltak og plaga at
rulla egg, og tað er altíð góð
undirtøka fyri tí.
Nógv at siga fyri tey eldru
Hetta er aðru ferð, Sanna á
Lava, er forkvinna í føroyinga
felagnum í Esbjerg. Hon held
ur felagið hava stóran týdning
fyri føroyingar í økinum.
– Tað er deiligt at møta før
oyingum upp á hendan mátan,
og mann kemur at kenna nógv
fólk, sum mann ikki hevði
møtt aðrastaðni her í Dan
mark. Men felagið hevur ser
liga stóran týdning fyri tey
eldru. Tað eru jú tey, sum hava
stovnað hetta, og tey eru sera
røsk at møta upp. Tey práta
ofta um gamlar dagar, tá tey
stovnaðu felagið, so kenslurn
ar um hetta hava nógv at siga,
sigur Sanna á Lava.
Ringt at halda lív í
Men forkvinnan leggur merki
til fleiri avbjóðingar í sam
bandi við framtíðina hjá føroy
ingafelagnum.
– Tað er nokkso ringt at halda
lív í felagnum eftir hondini.
Tað er so nógv annað, sum
órógvar, soleiðis at undirtøkan
fyri tiltøkum her verður minni.
Fyrr var avstandurin millum
Føroyingafelagið í Esbjerg:
Ein av nógvu veitslunum hjá føroyingunum í Esbjerg
TEY UNGU TÍMA IK