týsdagur 4. februar 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. februar 2020 · Nr. 15
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Fleiri deyð av corona-
virusinum enn SARS
SARS hevði ein deyðstíttleika á 9,6 prosent, meðan ”bert” tvey prosent av teimum, sum hava fingið
corona-virus, eru deyð. Corona-virusið smittar verri enn SARS, men færri doyggja og talið av teimum,
sum eru vorðin frísk aftur, økist
Vilmund Jacobsen
Corona-virusið,
sum
hevur
herjað í Kina síðan útbrotið í
desember, hevur nú gjørt av
við fleiri fólk enn SARS-um
farssjúkan, sum herjaði í 2003.
Orsøkin til, at fleiri longu eru
deyð av corona-virusinum er,
at talið av smittaðum er so
høgt.
Tað er trupult at nevna tøl
yvir deyð og smittað, tí talið
broytist alla tíðina, men mána
kvøldið í hesi vikuni varð upp
lýst, at talið av deyðum í
minsta lagi er 426 og talið av
smittaðum 20.439.
Sambært almennu hagtøl
unum hjá WHO, Heimsheilsu
stovninum, er bara eitt fólk
deytt av corona-virus, sum
ikki er í Kina.
Tá SARS-umfarssjúkan herj
aði, doyðu 349 fólk í Kina, og
umleið 5300 fólk fingu smitt
una. Um allan heimin vórðu
stívliga 8000 fólk smittað av
SARS, og tilsamans 774 fólk
doyðu av sjúkuni frá november
í 2002 til juli 2003.
Sambært CNN hevði SARS
eisini sítt útbrot Guangdong-
landslutinum í Kina.
Hóast 20.439 fólk í løtuni
eru smittaði við corona-virus,
er deyðstalið kortini lutfalsliga
lágt í mun til deyðstíttleikan
av SARS.
Sambært New York Times
hevði SARS ein deyðstíttleika
á 9,6 prosent, meðan ”bert”
tvey prosent av teimum, sum
hava fingið corona-virus, eru
deyð.
Færri doyggja
Sambært kinesiskum heilsu
myndugleikum smittar corona-
-virusið verri enn SARS, men
færri doyggja og talið av teim
um, sum eru vorðin frísk aftur,
økist.
Í býnum Wuhan í Hubei-
landslutinum, har einar 11 milj
ónir fólk búgva, eru nógv teir
flestu tilburðirnir av corona-
virus staðfestir, umleið 11.177
tilburðir tilsamans, og soleiðis
er landsluturin eisini hin harð
ast rakti.
Sambært WHO, Heimsheilsu
stovninum, er útbrotið av
corona-virus ein altjóða fólka
heilsukreppa,
men
støðan
kann sum er ikki rópast ein
pandemi, sum er heitið fyri
eina heimsfarsótt.
Kinesisku myndugleikarnir
hava sett eina røð av tiltøkum í
verk fyri at avmarka útbreiðsl
una av virusinum, og myndug
leikarnir í landinum dagføra
javnan hagtølini yvir smittað,
deyð og yvir fólk, sum gerast
frísk aftur av virus-sjúkuni.
Hvussu smittar corona-virus?
Hvat er corona-
virus, hvar byrjaði
útbrotið, og hvussu
smittar virusið?
Vilmund Jacobsen
Hvat er coronavirus ella
2019-nCoV,
sum
ítøkiliga
virusið í hesum føri verður
rópt?
- Hetta er ein familja av
virus, sum kann vera orsøk til
mildari krímsjúku, men kann
eisini hava við sær álvarsligar
ígerðir í andaleiðini. Soleiðis
var eitt nú við SARS (severe
acute respiratory syndrome),
sum var í stórum útbroti í
2003 - og MERS (middle east
respiratory syndrome), sum
síðan 2012 hevur elvt til álv
arsligar ígerðir í lungunum,
serliga á arabisku hálvoynni.
Danska Heilsustýrið vísir
á, at 2019-nCoV er eitt nýtt
slag av corona-virus, sum ikki
áður er staðfest í menniskjum.
- Fyrsti tilburðurin varð
funnin í býnum Wuhan í
Hubei-landslutinum í Kina í
desember í 2019. Tey, sum eru
vorðin smittað, hava á rønt
gen-myndum víst tekin um
lungnabruna - við fepri, turr
um hosta og trupulleikum við
andaleiðini,
sigur
Heilsu
stýrið.
Hvar byrjaði útbrotið?
- Í byrjanini rakti útbrotið
fólk, sum høvdu havt sam
band við Huanan Seafood
Wholesale Market í Wuhan í
Kina. Kinesisku myndugleik
arnir stongdu marknaðin hin
1. januar í ár. Á marknaðinum
var fiskur, men eisini livandi
vill og ald dýr. Hildið verður,
at
tey
sjúku
eru
vorðin
smittað av sambandinum við
sjúk dýr á hesum marknaði.
Danska Heilsustýrið vísir
á, at seinni er virusið - 2019-
nCoV - staðfest á keypsmarkn
aðinum, men enn hevur ikki
borið til endaliga at staðfesta
sjálva smittukelduna.
Men, smitta - frá einum
persóni til annan - vísir seg
nú at vera høvuðsorsøkin til,
at smittan breiðir seg í Kina.
- Smittan er eisini staðfest í
fleiri øðrum londum uttan
fyri Kina, men tað vísir seg, at
upprunin í høvuðsheitum eru
fólk, sum eru vorðin smittað í
Wuhan.
Hvussu smittar virusið?
- Virusið smittar við sambandi
við smittaði dýr, men neyva
smittukeldan er higartil ikki
staðfest.
Lagt verður aftrat, at nú
gongur smittan millum menn
iskju - frá einum persóni til
annan. Fólk í heilsuskipanini
verða smittað av fólki, sum
hava fingið virusið, og síðan
gongur smittan millum fólk í
familjum, har onkur longu er
vorðin smittaður.
- Tað er væl kent fyri onnur
sløg av coronavirus, sum eitt
nú SARS og MERS-CoV, at
fólk eru vorðin smittað við
sambandi við fólk, ið framm
anundan vóru smittað.
Danska Heilsustýrið vísir
á, at smittukeldan í høvuðs
heitum fer fram við tí, sum
danir rópa ”direkte dråbe
predning”, tá fólk njósa ella
hosta - ella við óbeinleiðis sam
bandi, har fólk draga virus á
seg, eitt nú við dálkaðum
hondum.
Kelda: Sundhendsstyrelsen
Corona-virus er í løtuni ikki ein heimsfarsótt, men ein altjóða
fólkaheilsukreppa, sigur heimsheilsustovnurin, WHO