Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 5. februar 2020 · Nr. 15 NØVN “Ja men fútin skal gera tað, sum rætt er” Kaj Olsen Soleiðis fullu orðini, tá eg royndi at greiða frá míni stúran um tøgnina, sum valdar í føroyska samfelagnum og sum uttan iva eisini ávirkar fútan. Fylgdu tit við sjónvarps­ send­ingunum um skattamálið hjá Betri? Umframt ógvusligt rok í sam­felagnum um hetta málið, so “endaði” skattamálið hjá Betri við, at tíðindaleiðarin í Kring­varpinum bleiv sagdur úr starvi og at málið varð meldað til fútan. Og har liggur tað enn. Hevur tú lisið bókina “SVIK” hjá Jan Lamhauge? Bókin er sera løtt at lesa og ring at sleppa. Eftir at hava lisin bók­ ina, var eg so skelkaður sum sjáld­an áður. og eg kom at hugsa um orðini hjá Rógva Olav­syni, har hann ummælir bók­ina: “Er tað veruliga soleiðis í Før­oyum í dag? Og á ein hátt, sum fær okkum at hugsa um, hvussu nógv vit hava at missa, um vit sleppa kritiska journal­ ist­ikkinum upp á fjall.“ Hvat kann ein vanligur borg­ari í Føroyum gera fyri at tað, sum fór fram í hesum mál­ in­um ikki endurtekur seg? Hvat við at savna saman und­ ir­skriftir, har heitt verður á fút­an um at koma til eina nið­ ur­støðu í skattamálinum hjá Betri, sum tænir okkara sam­ felag best. Ja, eg veit... fútin skal gera tað sum rætt er. Men tað merk­ ir ikki, at vit onnur einki skulu gera. Vit hava eisini eina rødd og eitt høvd at hugsa við. Vit hava eisini eina ábyrd at siga frá, tá magakenslan sigur okk­ um, at hetta vilja vit ikki finna okkum í. Heldur tú, sum eg, at tað kundi loyst seg at savna undir­ skrift­ir, ikki fyri at “belæra” fútan, men fyri at gera vart við, at vit eru nøkur í føroyska samfelagnum, sum ikki ynskja, at eitt mál sum hetta skal feiast undir gólvteppið. Rætt­ ar­samfelagið er okkara ábyrgd. Lat okkum geva tøgn­ment­ an­ini í Føroyum eitt spark. Sig mær frá á Messanger ella á ann­an hátt, um tú stuðlar mín­ um hugskoti at savna inn und­ ir­skriftir. Undirskriftirnar verða latn­ ar fútanum beinleiðis. “Spyr aldri um, hvat tey flestu halda! Mót rætt og sanning má einki valda. Tað ræður lítið um tungt og lætt, tað ræður meira um rangt og rætt” - Ivar Aasen Minningarorð um Judith Helenu Næs Brekku f. 20. mai 1943 - d. 26. juli 2019 Góða Judith, bindiklubba- og vinkona Nú er eitt gott hálvt ár liðið, síðani herviliga sjúkan tók teg. Tungt er at skriva hesi orð. Nakrar av okkum komu at kennast, tá vit arbeiddu saman í gamla Sjóvinnubankanum niðri við Eystaru Vág, har Helgi eisini arbeiddi. Vit vóru tá seks ungar kvinnur í bank­an­um og nøkunlunda javn­gaml­ar, og í september 1964 byrj­aði okkara bindiklubbur. Men onkrar fullu frá og fluttu aðra­staðir. Helgi og tú giftust í 1963. So vit kendu eisini teg frá bank­an­um, og hvat var meira líkatil enn at spyrja, um tú hevði hug at koma upp í bindiklubban. Tú arbeiddi tá á Valuta­mið­støð­ini, ið var í Nólsoyarstovu beint við bankan, har vit so at siga høvdu okkara dagligu gongd hvør hjá øðrum, so vit kend­ ust eisini har frá. Vit hava hildið á fram við bindi­klubbanum eina ferð um vikuna hvønn vetur líka síðani, nú í meira enn 55 ár. Bindi­klubb­urin hevur havt stóran týdning fyri okkum allar, man for­sømdi ikki uttan víðari. Vit hava ofta skemtað við, at um alt, sum vit hava lagt úr hond­um hesi árini, varð lagt saman, hevði tað fylt eina heila fram­sýn­ ingarhøll. Tá tað leið út á várið, og ljóst varð um kvøldarnar, fóru vit út at ganga í staðin fyri at sita inni og binda, og hava hesir túrar verið bæði góðir og rík­andi fyri okkum. Vit hava gingið runt í Havnini og t.d. hugt at vøkrum urtagørðum og fingið nýggj hugskot, og hava vit flutt okkum longur út um Havnina, hava vit havt ein drekk­amunn við og sett okk­um niður at njóta vakurleikan í okkara nátturu. Nógvar góðar útferðir saman við monnunum hava vit eisini verið ymsa stað­ir í landinum. Tykkum hava altíð dámað væl at ganga úti í náttúruni sam­an við góðum vinfólkum. Mong eru fjøllini, har gingið hev­ur verið. Uttanlands hava vit eisini verið - í Keypmannahavn, Aber­deen, London, Reykjavík og Stock­holm. Allir hesir túrar hava verið sera góðir við nógv­ um upplivingum, og ikki minst hava vit havt tað ógvuliga stutt­ligt. Tað var stuttligt, tá láturin rungaði av onkrum, sum vit høvdu upplivað um dag­in. Vit kendust ikki bert frá bindi­klubbanum, eitt annað var at dansa gamlar dansir hjá Dansi­frøi og at dansa uttan­ lands, tað var stuttligt. Tú hevur verið sera ágrýtin í øllum, tú hevur havt um hendi, bæði í arbeiði og heima. Einki hevur hildið tær aftur, tá tað ráddi um at ogna tær vitan innan arbeiðsøkið. Tú tók eina útbúgving fyri og aðra eftir á tí fakliga økinum, samstundis sum tú passaði fulltíðararbeiði og hús og heim, alt til lítar. Tí nærløgd vart tú sum fáur. At enda stóðst tú við próvnum ”góðkendur grannskoðari” í hond­ini, og helt fram at ar­ beiða á sama arbeiðsplássi, har tú vart í nógv ár. Tú vart framsíggin, altíð framm­anfyri, t.d. hevði tú koyrikort, áðrenn tú komst í bindi­klubban, langt áðrenn nak­ar av okkum, og tú vart eis­ ini tann fyrsta at ogna tær fartelefon. Við tað, at tú hevði so góða útbúgving og var so nærløgd í øll­um, visti tú nógv, og um okk­urt ivamál var, var bara at spyrja teg. Tú vart altíð klár við ráðum. Sjúka hevur nívt teg í mong ár, men tú hevur verið ótrúliga tol­in og altíð við gott mót. Ongantíð hava vit hoyrt teg gramt teg ella latið illa at, tvørt­urímóti hevur tú altíð verið positiv og latið væl at. Tú møtti altíð upp, tá tað var møgu­ligt, og ríkaði okkum við tíni stillu framferð og tíni vit­ an. Tú vart altíð luttakandi og ringdi, tá okkurt var áfatt hjá onkr­um av okkum. Tað var fløv­andi og vísir tína um­sorg­ an fyri øðrum. Familjan hevði nógv at týða fyri teg og ikki minst ommu­ børn­ini og langommubørnini. Í summar hevði tú ætlað at hildið feriu saman við familj­ uni og hevði bílagt ferð og summ­arhús í Danmark, men tað eydnaðist tær tíverri ikki at vera við. Góði Helgi, Anna, Herman og Jón við familjum vit syrgja við tykkum og ynskja fyri tykk­um, at Harrin má styrkja og lætta um hjá tykkum í sakn­ inum av Judith. Bindiklubburin Jóhanna, Hanna, Anna, Karin og Eileen KJAK