týsdagur 4. februar 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. februar 2020 · Nr. 15
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Viktoria Holm,
starvsnæmingur
John Skaalum Vilhelm
í 9.a úr Hoyvíkar skúla
legði uppskotið fram.
Hann vísti á, at til
dømis í USA er loyvt at
taka koyrikort sum 16 ára
gamal.
Hansara grundgeving
var, at tað fór at verða
lættari hjá ungum at
koma til og frá støðum.
Eisini segði hann, at tað
fór at verða tryggari í fram
tíðini, tí at tey vóru byrjað
eitt ár áðrenn, og tískil
dugdu betur at koyra.
Hann
segði
tó,
at
reglurnar
fyri
tey
17
ára gomlu skuldu verða
strangari.
Tey
skuldu
bara sleppa at koyra
40km/t í bygdum øki og
70km/t í óbygdum øki.
Áhugavert við 17
ára gomlum
Málið varð viðgjørt í
Rættarnevndini.
Heiðrun
Sunadóttir
Fjallsbak í 9.b úr Hoy
víkar skúla segði soleiðis:
-
Nevndin
hevur
viðgjørt málið tann 3.
februar 2020. Undir við
gerðini hevur nevndin
havt fund við Ráðið fyri
Ferðslutrygd. Ráðið við
merkti undir fundinum,
at tað kanska hevði verið
áhugavert at viðgjørt, at
17 ára gomul við einum
royndum bilførara kundu
lært seg at koyra í hálku
og at yvirhála.
Kundi elvt til ruðuleika
- Ein samd nevnd heldur
tó ikki, at tað er skilagott
at lækka aldurin úr 18 til
17 ár, segði hon.
- Nevndin sigur eisini,
at tað ikki er eitt gott
hugskot at lækka ferðina.
Í uppskotinum verður
nevnt, at strangari reglur
skulu verða fyri tey 17 ára
gomlu, til dømis at tey
skulu koyra 40 í bygdum
øki og 70 í óbygdum øki.
Nevndin heldur, at hetta
lættliga kundi elvt til
ruðuleika á vegnum. Allir
bilar mugu koyra við
somu ferð, segði Heiðrun
Sunadóttir Fjallsbak.
Málið fall
Við hesum viðmerkingun
um tók nevndin ikki und
ir við málinum, og mælti
ungdómstinginum frá at
samtykkja uppskotið.
Ungdómstingið sam
tykti ikki málið. Tað vóru
fýra atkvøður fyri, átta
blankar og 20 ímóti.
17 ÁRA GOMUL SLEPPA
IKKI AT TAKA KOYRIKORT
Ungdómstingið tók ikki undir við
uppskotinum frá 9.a úr Hoyvíkar
skúla um at lækka aldurin til at
taka koyrikorti frá 18 ár til 17 ár
Ungdómstingið til 1. viðgerð
Mynd: Álvur Haraldsen
Viktoria Holm
starvsnæmingur
Í
gjár
og
fyrradagin
var ungdómsting í løg
tinginum.
Skipanin er soleiðis, at
hvør skúlaflokkur velur
tveir til fýra næmingar
úr teirra egna flokki at
umboða seg.
Tað vísir seg, at dreing
irnir ikki eru eins raskir
at bjóða seg fram.
Av
teimum
18
skúlunum í landinum,
sum
hava
framhalds
deild, eru seks skúlar
umboðaðir.
Skúlarnir
í Havn og sunnanfyri
í
landinum
eru
best
umboðaðir, meðan eingin
skúli úr Norðoyggjum,
Eysturoy, Norðstreymoy
ella Sandoynni eru um
boðaðir.
Luttakandi
flokkar
nir umboðaðu Skúlan
á
Giljanesi,
Tvøroyr
ar skúla, Vágs skúla,
Hoyvíkar skúla, Skúlan
við Løgmannabreyt og
Nám X.
Av teimum 32 umboðunum, sum
vóru við í ungdómstinginum í
ár, vóru tilsamans 23 gentur og
níggju dreingir. Hetta er kanska
eitt tekin um, at vit fáa fleiri
kvinnur í Løgtingið um nøkur ár
Ungdómstingið: 72 prosent gentur
32 ung úr seks skúlum
í landinum mannaðu
Ungdómstingið 2020
Mynd: Álvur Haraldsen