Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 5. februar 2020 · Nr. 15 TÍÐINDI Viktoria Holm, starvsnæmingur Bjarta Bjarnadóttir Hamm­er í 9.b úr Tvør­oyr­ ar skúla legði uppskotið fram. Hon sigur, at ung frá 16 ára aldri standa til svars fyri lógum landsins, har­ímillum revsilógini. Hon heldur, at tað bara er rættvíst at 16 ára gomul skulu sleppa at hava ávirkan á nakað, sum ávirkar teirra lív bein­leiðis. Eisini arbeiða nógv 16 ára gomul og rinda skatt. Sjálv veit hon um fleiri, ið manna línuskip, arbeiða á fiska­virkjum og avgreiða kundar í handlum. Bjarta Bjarnadóttir Hamm­er heldur, at tað fer at hava eina positiva ávirkan á tey ungu, so at tey fara at fáa eina ábyrgdarfulla kenslu mót­vegis samfelagnum. So verður væntað, at tey fara at arbeiða fyri at menna og flyta sam­ felagið inn í fram­tíðina. Ikki nóg búgvin Málið varð viðgjørt í Rættar­nevndini. Ida í Lon í 8. flokki úr Skúlanum við Løg­ mannabreyt segði soleiðis: - Nevndin hevur við­gjørt málið tann 3. februar 2020. Ein samd nevnd metir, at tað ikki er skilagott at lækka val­aldurin úr 18 til 16 ár, segði hon. - Vit halda ikki, at 16 ára gomul eru nóg búgv­ in til at hava valrætt til løgtingið. Tá ið ein er so ungur, veit ein ikki nógv um politikk. Vandi er fyri, at tey ungu bara høvdu valt eftir, hvat tey hildu verða stuttligt, ella tað sum foreldrini høvdu sagt, tey skuldu velja, segði Ida í Lon. Tað hongur ikki saman - Tað hongur heldur ikki saman, at ein 16 ára gamal bara skal sleppa at velja og ikki stilla upp. Nevndin heldur als ikki, at ein skal verða valdur í løgtingið sum 16 ára gamal, segði Ida í Lon. Hvussu kann ein 16 ára gamal sleppa at stýra landi­num, tá ið hann ikki sleppur at fáa koyrikort fyrr enn hann er 18 ár, spyr hon. Ungdómstingið oftari - Kanska onkur heldur tað verða freistandi at verða valdur í Løgtingið, tí at løgtingslimir fáa so góða løn. Sum 16 ára gamal er ein ikki liðugur í fólka­skúlanum, og tað er ikki skilagott at fara úr fólka­skúlanum fyri at sita í løgtinginum, segði Ida í Lon. - Nevndin skal at enda nevna, at tað kanska hevði verið eitt gott hug­ skot at havt Ung­dóms­ tingið oftari, so at tey ungu fingu fleiri polit­ iskar royndir, segði hon. Málið fall Við hesum við­merk­ing­ unum tók ein samd nevnd ikki undir við máli­num, og mælti ung­dóms­tingi­num frá at sam­tykkja málið. Málið bleiv ikki sam­ tykt; tað vóru fimm at­ kvøður fyri, ein blonk og 26 ímóti. Mattias Ljósheim í 9.b úr Hoyvíkar skúla segði soleiðis: - Mær hevur dámt hetta ógvuliga væl. Eg havi fingið nógv burt­ ur­úr, vit hava sæð, hvussu løgtingið er og fing­ið størri innlit í, hvussu politikararnir ar­beiða. Hetta er eitt fínt arbeiði, men um eg verði politikari, veit eg ikki. Bjarta Bjarnadóttir Hammer í 9.b úr Tvøroyrar skúla segði soleiðis: - Tað hevur verið ógvu­liga gott, spenn­ andi og læruríkt í ung­dóms­tingi­num. Vit hava fingið nógv burt­ur­úr, og tað hevur verið stuttligt. Eg veit tó ikki, um eg fari at verða politikari í fram­ tíðini. Fingið størri innlit Gott, spennandi og læruríkt Mattias Ljósheim, ungdómstinglimur Mynd: Álvur Haraldsen Bjarta Bjarnadóttir Hammer, ungdómstinglimur Mynd: Álvur Haraldsen Skulu 16 ára gomul hava valrætt? Ungdómstingið hevur viðgjørt málið um at lækka valaldurin frá 18 til 16 ár 32 skúlanæmingar úr seks skúlum í landinum vóru á ungdómstinginum Mynd: Álvur Haraldsen