Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. februar 2020 · Nr. 15 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Boris Dosljak er føddur og uppvaksin í Podgorica í Montenegro. Hann var smá­ drongur, tá ið kríggið herjaði í gamla Jugoslavia, men í Monte­ negro merktu tey lutfalsliga lítið til ófriðin, og á tann hátt hevur Boris ikki verið merktur av krígnum. Fótbóltur var tað, sum hann gekk uppí. Tað var tað einasta, sum vakti hansara áhuga, og sum sjey ára gamal byrjaði hann at ganga til fótbólt. Fyrsta felagið, hann spældi við, æt Zabjelo, og tvey ár seinni skif­ti hann til størra felagið, FK Mladost. Í FK Mladost var hann ímill­ um teir bestu á liðnum, og hann spældi eitt nú á liði saman við Stevan Jovetić, sum í dag er størsta fótbóltsstjørnan í Montenegro. Hann spælir við franska AS Monaco og er lið­ skipari á landsliðnum, har hann hevur skotið 24 mál. Komin upp mitt í 20-ini ynskti Boris at royna nýggjar leið­ir. - Eg valdi at royna okkurt nýtt, og eg vildi gjarna uttan­ lands at spæla, greiðir Boris frá. - Eitt tilboð kom frá Widzew Lodz í Póllandi, og hetta var eg bara væl nøgdur við. Eg var har í eina tíð, og tað var ein góð uppliving. Tað er ikki lætt at vera fótbóltsleikari uttanlands, men eg kláraði tað, sigur hann. Føroyar Eftir at hava steðgað í einum ser­bis­kum felagi gekk leiðin heimaftur til Montenegro á sumri í 2017, men har spældi hann ikki stórt meira enn eitt hálvt ár, tí tá vóru aftur boð eftir honum úr útlandinum. Hesaferð úr Føroyum og KÍ. - Eg hevði ikki hoyrt um KÍ áður, men eg tosaði við Semir Hadzibulic, og hann greiddi mær frá um felagið og býin. Eg helt hetta ljóða áhugavert, og eftir at hava hugsað meg um í nakrar dagar, so valdi eg at taka av, sigur Boris. - Eg vildi gjarna spæla við í toppinum og at vinna eitt meistaraheiti fyri fyrstuferð í lívi­num, leggur hann afturat. - Eg var ovarin tá ið eg fyrstu­ ferð kom higar. Tað var og er ógvuliga professionelt. Venj­ ar­ar og leikarar tóku væl ímóti mær, og tað eri eg takksamur fyri. Tað var ikki lætt at byrja við, men eg vandi meg við tað, sigur Boris. Meistari Ynskið um eitt meistaraheiti fekk Boris uppfylt annað kapp­ ingar­árið hann var her, nevni­ liga í fjør. - Vit gera tað besta fyri at menna okkum sum lið hvørt ár. Eg haldi at lykilin til meistaraheitið var stabili­tet­ urin og vinarlagið. Venjarin fekk tað mesta burturúr og stuðlaði okkum aftaná hvørja venj­ing og hvønn dyst, og vit góvu ongantíð upp. Eg haldi vit høvdu FM væl uppiborið. Tað var ikki lætt, men vit kláraðu tað, sigur Boris, sum ætlar sær at endurvinna meistaraheitið í ár. - Vit byrja av nýggjum, og eg haldi ikki, at vit skulu hugsa um hvat hendi síðsta ár. Tað snýr seg um tað nýggja árið og okkara nýggja mál, sigur hann. Boris væntar tó ikki at tað verður lætt. - Deildin verður sterkari hvørt ár. Tað eru nógvir góðir spælarar, sum koma til Føroya, og spælararnir her verða eisini betri. Tað síggi eg eisini í okkara felagi. Hóast tað, so er fram­vegis pláss fyri at betra seg, heldur Boris. Framtíðin Boris Dosljak fer nú undir sítt triðja kappingarár í Føroyum, og her trívist hann bara væl. - Føroyar eru deiligar, sigur hann. - Her eru nógv vøkur støð, og lívið er gott. Mær dámar tað væl. Her er friðarligt, og tað passar mær væl, heldur Boris, sum tó er vanur við heitari breiddar­stig. - Veðrið er vánaligt her inn ímillum og sumrini eru ikki ser­liga heit. Viðhvørt er tað tó lýtt. Haðani eg komi eru tað 45 stig um summarið, so tað er ein BORIS VAR BORIS VAR STÓRTALENT STÓRTALENT Í Í MONTENEGRO MONTENEGRO Hann var eitt stórtalent í ungdómsfótbólti og spældi á liði saman við størstu stjørnuni hjá Montenegro, og eftir at hava spælt í Póllandi og Serbia, so valdi Boris Dosljak at koma til Føroya at royna at vinna sítt fyrsta steyp. Tað eydnaðist, so nú hevur hann aðrar málsetningar