Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 5. februar 2020 · Nr. 15 stór­ur munur, sigur Boris. Hann heldur at man er slopp­in væl, tá man einans kann finnast at veðrinum. - Fólk eru fyrikomandi og fitt, og tað er tað, sum mær dám­ar best við Føroyum, sigur hann. Boris Dosljak hevur verið giftur í fýra ár, og hann og konan eiga hálvt triðja ára gamla sonin Jakov. Konan, sum aftur er við barn, hevur ikki búð fast í Føroyum, men hon kem­ur higar aftur um góðar tveir mánaðir. - Teimum dáma væl í Før­ oyum, og vit gleða okkum at gerast foreldur fyri aðruferð. Teimum dámar væl at her er so friðsælt og at fólk eru so blíð við okkum, sigur Boris, sum ikki beinleiðis hevur dreymar um at spæla aðrastaðni. - Mær dámar væl her, og eg royni at gera mítt besta. Eg vóni bara at eg havi nøkur góð ár eftir í mær. Eg eri 30 ára gamal, so vónin er at eg kann spæla á hesum støðinum í øllum førum fýra til fimm ár afturat, sigur Boris Dosljak. Navn: Boris Dosljak Føddur: 04.06.1989 Heimbýur: Podgorica, Montenegro Leikpláss: Vongur Feløg: 2008-2014: FK Zabjelo 2014-2015: Widzew Lodz 2015-2016: Sloboda Uzice 2016-2017: FK Lovcen 2017-2018: Iskra D. 2018-: KÍ FAKTA