hósdagur 6. februar 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 16
6
–Vit royna at fara so lítið út sum gjørligt. Tað eru fá
fólk úti. Tey sum fara út hava masku fyri andlitið.
Alt liggur stilt. Flestu matstøð, biografar og onnur
almenn støð hava lukkað, sigur Sigmundur Ísfeld,
føroyski sendimaðurin í Beijing um umstøðurnar,
nú býurin liggur stillur vegna coronavirus.
Fyribils hava hann og kona hansara valt at verða
verandi í Kina, men tey hava sent børnini heim
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Í
Beijing eru gøturnar mann
tómar. Skúlarnir og flest
onnur almenn støð hava
læst hurðarnar. Lívligi
milliónabýurin liggur kvirrur, og
íbúgvar halda seg heima vegna
smittuvanda.
Í nýggju føroysku sendistovuni
í Beijing hevur føroyski sendi
maður okkara, Sigmundur Ísfeld,
arbeitt, síðani sendistovan lat upp
í september í fjør. Hann flutti til
Beijing saman við konu síni
Runu Preeti og tveimum tann
áringabørnum. Og hóast tíðindi
um coronavirus stýra alheims
tíðindaflutninginum, so er tað ser
stakliga í Kina, at vandin lúrir – tí
má familjan taka serlig atlit í ger
andisdegnum, sum nú ikki líkist
gerandisdegnum fyri bert tveim
um mánaðum síðani.
Byrja nýggja sendistovu
Sigmundur Ísfeld er á nýggjum
og tó kendum gøtum sum sendi
maður í Beijing. Hann hevur ar
beitt sum sendimaður fyrr – tó
ikki í Kina. Hann hevur áður
verið sendimaður bæði í Keyp
mannahavn og í London. Tá hann
so fekk starvið í Beijing, hevði
hann ta avbjóðing og fyrimun, at
hann har skuldi seta eina nýggja
sendistovu á stovn.
– Tað tekur tíð at bygga eina
sendistovu upp. Eg havi sitið og
arbeitt á eini farteldu; eg havi
ikki havt stóran telduskíggja
og ongan prentara. Tað kennist
næstan, sum tá tú ferðast og mást
arbeiða á einum hotellkamari. Tað
er øðrvísi og sera krevjandi, sigur
hann frá.
Uttanfyri donsku sendistovuna
í Beijing hongur Merkið. Skjaldra
merki Føroya, Veðramerkið, er
ávegis. Orsøkin er, at tað er har,
Sigmundur hevur skrivstovu sína.
Kinesiska samfelagið er meir
lukkað enn bæði tað danska og
tað bretska, har hann áður hevur
arbeitt. Eisini hevur hann máls
ligu forðingina – hann dugur ikki
kinesiskt, og tað eru fá har, ið duga
enskt. Tí má hann stundum leita
sær hjálp.
– Vit fara í næstum at seta eitt
lokalt skrivstovufók á sendistov
uni, sum dugur væl enskt, sigur
hann.
Tað er vanligt, at føroysku
sendistovurnar hava eitt umboðs
fólk og skrivstovufólk. Ofta er
skrivstovufólkið føroyingur, sum
er settur lokalt, men tað er ikki
líka lætt at finna í Beijing.
– Tað er gott at hava eitt kines
iskt starvsfólk aftrat sær her, tí alt
er so øðrvísi í Kina. Tað er stórur
munur á samfeløgunum. Her er
samfelagið ókent, fremmant og
ringt at koma til. Tey vita heldur
einki um Føroyar her, so tað er ofta
torført at fáa uppmerksemi. Tað
kann vera møtimikið, staðfestir
hann.
– Eg valdi at søkja hetta starvið,
tí tað er ein ómetaliga spennandi
avbjóðing at seta eina nýggja
sendistovu á stovn. Tað er sum
at dyrka nýtt lendi. Eingin hevur
gjørt tað fyrr. Seinastu fimm
árini, tá eg var í Keypmannahavn,
arbeiddi eg eisini við at menna
handilsviðurskifti millum Føroyar
og Asia – serliga Kina, Suðurkorea
og Japan. Sum sendimaður í Beij
PERSÓNSØGA
Føroyskur sendimaður í Beijing:
CORONAVIRUS
KOLLVELT
GERANDISDAGIN
Runa og Sigmundur hava búð í Beijing síðani september í fjør