hósdagur 6. februar 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 16
7
ing dekki eg alt Asia, og skuldi eitthvørt
stungið seg upp í Vjetnam ella Singapor,
so er tað eisini mítt øki, sigur hann frá.
– Tí kendi eg eitt sindur til arbeiði
í Asia, so tað var ikki ókent. Og tað at
stovna eina sendistovu og vita, um
man kundi gera mun, tað tiltalaði meg,
staðfestir hann.
Handil knýtir londini
Tað er í fyrstu syftu handilsviðurskifti,
ið knýta Føroyar og Kina, tí Føroyar
hava flutt nógvan laks til kinesiska
marknaðin seinastu árini. Eisini er
Kina nú eitt land, sum fyllir alsamt
meir í heiminum – fyrst og fremst
búskaparliga men eisini á øðrum økjum.
– Fyrr kundi man velja at siga, at
Kina einki hevði við ein at gera. Tað ber
ikki til longur. Nú mugu vit fyrihalda
okkum til Kina. Viðurskiftini verða
meir fleirtáttað og týdningarmikil av
sær sjálvum, sigur sendimaðurin.
Hann greiðir frá, at tilknýti mill
um londini – umframt út- og inn
flutning – nú eisini fevnir um gransk
ing, undirvísing, ferðavinnu, mentan
og tøkni.
– Sambandið vaksur av natúrligum
orsøkum. Okkurt er longu í gongd, og
nógvir møguleikar eru fyri menning,
leggur hann aftrat.
Gerandisdagurin kollveltur
25. januar var kinesiska nýggjárið
hátíðarhildið – árið hjá rottuni. Ein
dagur, sum plagar at seta sín dám á býin.
Men á nýggjárinum vórðu bæði skúlar
og barnagarðar lukkaðir – og Sigmund
og familjan hava, sum restina av
íbúgvunum í Beijing, í høvuðsheitunum
hildið seg heima síðani.
– Vit hava fingið at vita, at vit kunnu
vænta, at skúlar og barnagarðar í øllum
førum hava lukkað til 17. februar. Alt er
fyribils útsett til 17. februar í Kina, sigur
hann.
Nú sita børnini og fáa undirvís
ing á netinum ístaðin fyri at fara í
skúla. Lærarar senda teimum video
við undirvísingartilfari, og so fáa tey
uppgávur yvir netið eisini.
– Tey kunnu sjálvandi ikki hittast
vegna smittuvanda, sigur Sigmundur
Ísfeld.
Sjálvur er Sigmundur eisini nógv
heima og arbeiðir um dagarnar. Og
heima eru tey um at sálast av innisetu.
– Tað er keðiligt at skula vera inni í
íbúðini so langa tíð. Men vit royna at
fara so lítið út sum gjørligt, og tað gera
øll hini eisini. Tað eru fá fólk úti. Tey
sum fara út hava masku fyri andlitið,
sigur hann og leggur aftrat, at tað er
heldur einki at fara út til. Alt liggur
stilt. flestu matstøð, biografar og onnur
almenn støð hava lukkað.
Tað eru tó summir matvøruhandlar,
ið hava opið og enn er ikki matvørutrot
í býnum.
– Tað hevur verið ein ótti fyri, at
vit skuldu fáa matvørutrot, tí hava vit
keypt inn undir okkum og fylt bæði
Fyrr kundi man velja at
siga, at Kina einki hevði
við ein at gera. Tað ber
ikki til longur. Nú mugu
vit fyrihalda okkum
til Kina. Viðurskiftini verða meir
fleirtáttað og týdningarmikil av sær
sjálvum
Framhald á síðu 8
HVAT ER
CORONAVIRUS?
Hetta er eitt nýtt coronavirus, ið ikki
áður er funnið í menniskjum. Tað
verður tí nevnt 2019 Novel cronavirus.
Av tí at virusið er nýtt, so kunnu
upplýsingar um virusið broytast, tá
nýggj kunning kemur. Virusið varð
staðfest fyrstu ferð í einum bólki
av fólki í Wuhan, Kina, sum høvdu
lungabruna. Hesi fólkini kundu øll
verða sett í samband við ein marknað,
ið selur sjógæti og livandi djór.
Kinesisku myndugleikarnir komu fram
á virusið gjøgnum eina eftirlitsskipan,
ið leitar eftir óvanligum útbrotum
av sjúkum í sjúkrahúsverkinum.
Eftirlitisskipanin varð sett í verk
eftir SARS-virusið breyt út í 2003.
Fólk, ið fáa virusið verða sjúk
í andaleiðini. Summi fáa mild
sjúkueyðkenni, sum febur, nøs, ið
rennur og hosta. Men onnur fáa
lungabruna ella nýraviknan, og summi
verða álvarsliga sjúk og doyggja
av virusinum. Tað eru ikki øll, ið
verða smittað, ið verða álvarsliga
sjúk og doyggja av virusinum.
Smittan verður vanliga flutt
gjøgnum andaleiðina. Hetta kann
henda, tá ein hostar ella nýsur. Ein
kann eisini faa smittuna gjøgnum
lutir, ið eru dálkaðir ella hava
smittuna á. Millum menniskju flytir
smittan seg, tá menniskju eru tætt
upp at hvørjum øðrum. Serliga
familjulimur hjá teimum smittaðu
og starvsfólk í heilsuverkinum hava
tí fingið virusið eftirfylgjandi.
Enn verður kannað, hvør upprunin
til virusið er. Sannlíkt er, at smittan
kemur frá einum djóri. Djórið
er enn ikki identifiserað, men
coronavirus ferðast vanliga millum
fleiri sløg av djórum, og viðhvørt
verða menniskju smittað. Tað
nevnist á einskum eitt spillover.
Smittan kann staðfestast gjøgnum
eina roynd, ið kallast PCR.
Tað er enn eingin heiluvágur, ið
kann basa virusinum, og tí verður
bert tikið hond um sjúklingarnar.
Viðmælt verður at munnur og nøs
verða vard við boygdum alboga,
pappíri ella masku, tá hostað og nýst
verður, og at frástøða verður hildin
frá teimum, sum eru smittað.
(Kelda: World Health Organization)
Sigmundur inni í føroysku sendistovuni í Beijing