Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 16 8 PERSÓNSØGA kulda- og frystiskáp, sigur hann. Føroyska sendistovan er tætt við íbúðina hjá Sigmundi og Runu. Tí kann Sigmundur eisini ganga til arbeiðis og ikki er neyðugt at stúra fyri smittu í metro ella hýruvogni. Tó, so er hann altíð ílatin masku um andlitið, tá hann fer til og frá arbeiði. Enn hevur Sigmundur ikki fingið nakað ítøkiligt at vita í mun til, um hann skal verða verandi í Beij­ing ella fara heim. – Vit, sum arbeiða a sendi­stov­ uni, skulu helst verða verandi so leingi, sum tað er forsvarligt. Í Beij­ing er smittan avmarkað. Her búgva 20 milliónir fólk, og av teimum eru 200 smittað. Tað er for­svinnandi lítið, hóast tað kunnu vera fleiri, sum ikki eru skrá­sett. Síðani samrøðuna við Sigmund, hevur danska Uttanríkisráðið mælt frá, at ferðast verður til Kina óneyðuga. Mælt verður til, at danskir ríkisborgarar, ið eru í Kina, fara úr landinum, um tey ikki noyðast at verða verandi. Talið av smittaðum er vaksandi í fleiri býum uttan fyri landspartin Hubei. Danska heilsustýri metir tí, at vandi eisini er fyri smittu uttan fyri landspartin Hubei. Uttan­ ríkisráðið skrivar, at kinesiska heilsu­verkið kann koma undir trýst, og tað ger tað torført at fáa atgongd til sjúkrahús og lækna­ hjálp. Eisini kunnu millum annað kanningar og avbyrgingar trupla um ferðing til og frá Kina. Orsakað av hesum tilmæling­ unum hava Runa og Sigmundur sent børnini heim til Føroya. – Við hesum í huga, hava vit valt at senda børnini heim, men fyribils verða Runa og eg eftir her, sigur Sigmundur Ísfeld. Javnvágur í lívinum Tíðin hjá Sigmundi í Beijing er áramálsett til fýra ár. Og tá tíðin er liðin, væntar Sigmundur, at hann aftur fer heim til Føroya at arbeiða í umsitingini í Uttanríkisráðnum í Tinganesi. – Mær dámar væl at vera heima í Føroyum. Eg havi verið heppin, tí eg havi havt eitt spennandi starv í Føroyum og havi eisini havt møguleikan at fara út í heimin at arbeiða. Men hóast tað er spennandi, so hevur tað eisini persónligar av­bjóðingar við sær. Tað leggur eitt ávíst trýst á familjuna, og tí má man vera varugur við, hvussu nógv tað í veruleikanum er ráði­ ligt at vera burtur. Tað má vera javnvágur í teimum viður­skift­ inum. Fer man avstað, so er um­ ráðandi, at makin eisni sær eina meining í, at familjan fer. – Tá man fer avstað við familju til eitt so øðrvísi land, so er tað sera avbjóðandi at fáa alt at ganga upp. Man má ikki gloyma, at tað er ein heil familja, sum fer avstað. Tað er møtimikið at leggja tað til rættis. So er gerandisdagurin eisini meir avbjóðandi her, enn hann er heima. Eg skal ikki grenja, tí eg havi sjálvur valt hetta, og eg haldi, at tað er spennandi, sigur hann. – Eg má vera tøkur at arbeiða sera langar dagar meginpartin av tíðini. Eg fari jú á skrivstovuna tíðliga um morgunin, og tá mín arbeiðsdagur er um at enda, møta tey til arbeiðis heima í Føroyum. Tá má eg vera til reiðar at svara tele­fonini og teldupostum úr Føroyum. Soleiðis eru umstøð­ur­ nar, og summi kunnu halda, eg havi valt eina strongda tilveru, men hon er samstundis avbjóðandi og gevandi upp á aðrar mátar, sigur føroyski sendi­maðurin í Beijing, Sigmundur Ísfeld. Eg valdi at søkja hetta starvið, tí tað er ein ómetaliga spennandi avbjóðing at seta eina nýggja sendistovu á stovn. Tað er sum at dyrka nýtt lendi. Eingin hevur gjørt tað fyrr WHO hevur formliga lýst coronavirus at vera eina altjóða,  fólkaheilsuliga kreppu. Samstundis hevur WHO givið smittuni fyribils heitið 2019 nCoV. Hetta er sættu ferð síðani SARS gekk í 2002, at WHO tekur hetta stigið at kalla eina smittu fyri eina altjóða kreppu. Tá ið WHO lýsir eina smittu at verða eina altjóða neyðstøðu, merkir tað, at ávísar mannagongdir verða settar í verk um, hvussu heimsins lond skulu hjálpa hvørjum øðrum at forða fyri, at smittan breiðir seg og at samskipa arbeiðið. HVAT SIGA TØLINI? Nýggjastu tølini siga, at higartil eru 565 [6. februar] fólk deyð av coronavirus, og globalt eru fleiri enn 28.349 [6. februar] smittað, nú virusið heldur á við at spreiða seg uttan fyri Kina. Ein persónur uttanfyri meginlandið í Kina – ein maður á Filipsoyggjunum – er deyður. Coronavirusið er staðfest í fleiri enn 28 londum og økjum, síðani tað av fyrstani tíð var staðfest í Wuhan í desember 2019. Næstan 60 milliónir menniskju eru í lockdown í kinesiskum býum, meðan altjóða granskarar arbeiða við at menna koppseting, ið kann steðga virusinum í at spreiða seg. (Kelda: cnn.com) Sigmundur má, sum øll onnur, í andlitsmasku, tá hann fer út Vit royna at fara so lítið út sum gjørligt, og tað gera øll hini eisini. Tað eru fá fólk úti. Tey sum fara út hava masku fyri andlitið