Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 16 9 FRANTS JENSEN Í drúgva tíð hevur verið arbeitt við samanlegging av báðum brennistøðunum í Føroyum. Umboð fyri IRF og Tórshavnar kommunu hava samráðst og gjørt eitt uppskot til samanlegging. Danska bygnings- og ráð­ gev­ingar­fyritøkan Rambøl hevur ráð­givið og gjørt sínar metingar. Grann­skoðara­fyri­tøk­ an SPEKT hevur eisini kannað út­rokningarnar, ið eru gjørdar. Ikki meiriluti í Havn Allar 28 limakommunurnar í IRF taka undir við uppskotinum, og tað ger Tjóðveldið og Fólka­flokk­urin í Tórshavnar kommu­nu eisini. Tann triði samgonguflokkurin í Tórshavnar kommunu, Fram­sókn, tekur ikki undir við ætlanini, og tað gera andstøðuflokkarnir, Javn­að­ ar­flokkurin og Sam­bands­ flokkurin, heldur ikki. Tískil er ikki meiriluti fyri ætlanini við verandi innihaldi. Tveir ovnar Um lagt verður saman, so fer nýggja brennistøðin at hava tveir ovnar. Bygt verður í tveim­ um byggistigum. Fyrsta byggistig við einum ovni, sum skal avloysa verandi ovn á Hjalla, verður liðugt í 2024. Seinni ovnurin, ið eisini verður á Hjalla, skal avloysa ovnin í Leirvík. Uppskotið legg­ ur upp til, at seinna byggistig verður liðugt í 2034. Alment innlit Sosialurin hevur fingið al­ment innlit í, hvat ætlaða sam­an­ leggingin gongur út upp á. Sí fleiri greinar her á síðuni og á kom­andi síðum. FRANTS@SOSIALURIN.FO TEMA: Brennistøðir Brennistøðir EIN ELLA TVÆR BRENNISTØÐIR Skulu vit hava eina ella tvær brennistøðir í landinum? Hetta er eitt gamalt kjak, sum í sínari tíð gjørdi, at tað blivu tvær brennistøðir. Nú er kjakið vorðið brennandi heitt aftur. Í temanum lýsa vit aktuella kjakevnið Á býráðsfundi 30. januar samtykti eitt einmælt býráð í Havnar kommunu, at málið um eina ella tvær brennistøðir skal kannast nærri Nýggj kanning at lýsa fyrimunar og vansar S amtykt varð: “At seta ein arbeiðsbólk at lýsa fíggjar­ligu fyrimunir og vansar fyri Tórshavnar kommunu at gera eina felags brennistøð. Kannast skal eisini hvørjir orku- og umhvørvisligir fyri­ mun­ir og vansar eru við einari ella tveimum brennistøðum. Arbeiðsbólkurin skal vera mannaður av uttan­hýsis serkønum innan fíggjar­viður­ skifti, verkfrøði og orku/um­ hvørvi. Arbeiðsbólkurin skal gera eina búskaparliga frágreiðing og greining av, hvussu fram­tíðin sær út í Tórshavnar kom­mu­nu við atliti at brenning, burt­ur­beining og framtíðar skiljing av ruski, tá vit skulu verða meira burðardygg á tí grønu leiðini. Somu­leiðis verður at kanna hvat tað kostar at byggja nýggjan ovn afturat verandi ovni á Sand­víkarhjalla. Arbeiðsbólkurin skal gera eina tørvsmetning av, hvat ið krevst av plássi, stødd á brenni­ støð og hvørjir matr. á Hjalla eru tøkir til møguligt økt virksemi á øki­num eitt nú høll til at skilja, brennistøð o.a. Politiskur fylgibólkur um­boð­ andi allar flokkar í Býráðnum verður settur til tess at fylgja arbeiðinum.” Skitsa av ætlaðu samanløgdu brennistøðini, sum verður staðsett á Hjalla í Havn. Hon fer sostatt at vera á sama stað, har verandi brennistøð er