Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 16 10 FRANTS JENSEN Í fíggjarligu metingunum er dentur lagdur á at kanna, hvat tað kostar Tórshavnar kommunu, um kommunan byggir sína egnu brennistøð, ella um kommunan leggur saman við IRF og bara ein brennistøð verður bygd. Fíggjarliga verður eisini hugt eftir, hvat tað kostar Tórshavnar kommunu í rakstri yvir fimm ár eins og yvir 15 ár, um kommunan leggur saman saman. Tað vil siga, um tað er ein fyrimunur yvir ár at leggja saman. Ein nýggj brennistøð kostar umleið 350 milliónir krónur. Men um allar útreiðslur, sum eru tengdar at eini nýggjari brenni­ støð, verða tiknar við, er prísurin omanfyri 400 milliónir krónur. 239 milliónir dýrari yvir 16 ár Í myndini her á síðuni er miðal kostnaðurin fyri burtur­kast­ økið hjá TK , har KB koyrir sjálv­støðugt, samanborið við kostnaðin hjá TK í eini saman­ legging av KB og IRF (2020-2036). Í frágreiðingini verður sagt, at stóri munurin av árliga kost­ naðinum hjá TK er serliga, at IRF ber allan íløgutørv, har allir eru við til at fíggja eina nýggja felags brennistøð á Hjalla. Hendan kostnaðarmeting fyri burturkastøkið hjá TK við og uttan IRF vísir, at útreiðslurnar hjá Tórshavnar kommunu tey komandi 17 árini samanlagt eru 239 milliónir krónur hægri (ella í miðal 14,0 milliónir krónur hægri pr. ár) , um KB koyrir sjálv­ støðugt samanborið við um KB gerst partur av IRF. TEMA: Brennistøðir Brennistøðir Samanberingin yvir 25 ár vísir, at Tórshavnar kommuna sparir 205,7 milliónir krónur við at leggja saman við IRF Í skjølunum til samanleggingaruppskotið eru fleiri útrokningar gjørdar, hvat tað fer at kosta Tórshavnar kommunu. Ein samanbering yvir 16 ár vísir, at tað verður 239 milliónir dýrari hjá Havnar kommunu yvir 16 ár um kommunan hevur sína egnu brennistøð 239 milliónir dýrari yvir 16 ár Samanberingin fyri 2020-2036 vísir, at Tórshavnar kommuna sparir 239 milliónir krónur komandi 17 árini við at leggja saman við IRF