Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 16 11 IRF í Leirvík hevur júst tikið í nýtslu eina stóra kvørn, har til ber at kvarna timbur og plattar, so at tað verður pinnabrenni. IRF væntar, at við pinnabrenni fer brennistøðin at brenna meira hvønn tíma, og tað verður eisini lættari millum annað hjá vinnuni FRANTS JENSEN – Endamálið hjá okkum er at fáa eina javnari brenning, so at vit einfaldari kunnu blanda timbur saman við til dømis vanligum húsarhaldsburturkasti, sum vanliga er rættiliga vátt, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF. Kvørnin stendur í nýggju móttøkuhøllini hjá IRF á Haga­ leiti í Leirvík. Høllin varð tikin í nýtslu síðsta mikudag, og longu nú duga tey at síggja úrslit. Hækka brenniorkuna – Tað eru nógvir fyrimunir við kvørnini og móttøkuhøllini. Vit fáa nógv burturkast frá vinnu­ lívinum. Nú kunnu tey koyra inn í móttøkuhøllina og skilja ruskið undir taki, so timb­ur, papp og pappír, plast og annað burturkast fer hvørt fyri seg. Tað verður heldur ikki neyðugt hjá vinnulívinum at bróta plattar og annað sundur, tí at tað ger kvørnin, sigur Poul Andrias Joensen. IRF fær eisini nógv timbur inn frá endurnýtsluplássunum kring landið, og hetta verður alt koyrt í kvørnina. Ymiskt annað, sum skal brennast, verður eisini kvarnað, millum annað gomul bil­dekk. Frá kvørnini fer tað í eina trýst­bingju. Tá ið hon er full, fer tað í køstin, har tað verður blandað saman við øðrum burturkasti, soleiðis at brenniorkan verður best møgu­ lig. Ein stórur køstur er gjørdur, har timbur og annað, sum skal kvarnast, verður vippað í. Køst­ urin er 10x10x6 metrar til stødd­ ar. Hóast hann er stórur, hava tey á IRF longu upplivað, at hann kann fyllast eftir einum degi. – Tað er sterkt vinnulív í Eystur­oynni og Norðoyggjum, og vit fáa nógv burturkast frá teim­um, sigur stjórin. Frá 53 upp til 75 tons um dagin Síðani IRF skifti ketilin í 2018, og aðrar umvælingar vórðu gjørdar, er munandi meira brent í ovninum í Leirvík. – Í fjør lá ovnurin bara stillur í 11 dagar vegna umvælingar. Vit brendu 3,2 tons um tíman. Í 2018 brendu vit 2,9 tons um tíman, og í 2017 brendu vit 2,4 tons um tíman. Um alt gongur sum ætlað, fara vit at brenna enn meira um tíman í hesum ári­num, sigur stjórin á IRF. Í fjør brendi IRF tilsamans 27.288 tons av ruski, og tað svarar til 74,8 tons um dagin um býtt verður við allar 365 dagar í árinum. Áðrenn umbyggingina brendi IRF munandi minni. Í 2017 var talið 52,8 tons um dagin. Brennistøðin á Hjalla í Havn brendi í fjør 43,6 tons um dagin. Her skal tó viðmerkjast, at brenni­støðin lá still í umleið 40 dagar vegna umvælingar. Møgu­leiki er ikki at brenna nógv meira enn tað í Havn. – Síðani vit skiftu ketil er ikki neyðugt at steðga so ofta sum fyrr. Hann er sjálvreinsandi, og vit kunnu gott koyra í eitt heilt ár út í eitt uttan at steðga. Men tað kundu vit ikki við gamla ket­li­num, sigur Poul Andrias Joen­sen. Í 2018, tá ið brennistøðin á Hagaleiti lá still í nakrar mán­ aðir, varð rusk ballað og goymt í einum grótbroti. 2.759 tons av hesum burturkastinum varð brent í fjør. Enn eru 1.470 av hes­um gomlu ballunum eftir at brenna, men tað væntar stjór­ in verður liðugt at brenna í summar. Savnar jarn Nýggja kvørnin er gjørd so­ leiðis, at tá ið timbrið verður kvarnað, fer tað eftir einum flutn­ingsbandi í trýstbingjuna. Í flutningsbandinum er magnet, ið fangar og leiðir seym og alt annað jarn í eina aðra bingju. – Nú kunnu vit fáa jarnið burturúr og selja tað, og tann vegin eisini fáa eitt sindur av peng­um burturúr. Fyrr fór tað til tyrvingar, tá ið tað var brent, sigur Poul Andrias Joensen. Skrivstovuhøli Nógvar umbyggingar hava verið gjørdar á brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti seinastu tvey árini. Tær hava kostað umleið 100 milliónir krónur. Men enn er ikki liðugt at um- og útbyggja. – Ætlanin er eisini at gera skriv­stovuhøli. Nær tað verður liðugt, veit eg ikki enn, sigur stjór­in. Seinastu tvey árini hevur skriv­stovan hjá IRF hildið til í Post­húsinum í Klaksvík, men hon sleppur ikki at vera har longri, tí nú skal tað gerast til Mentanarhús, sigur Poul Andrias Joensen. Kvarna timbur fyri at brenna meira Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF MYND: ÁLVUR HARALDSEN Kvørnin í nýggju móttøkuhøllini hjá IRF kvarnar timbur, og tað verður so blandað upp í annað burturkast, so at brenningin økist MYND: ÁLVUR HARALDSEN IRF OG KOMMUNALA BRENNISTØÐIN Um IRF: • Umleið 90-100 fólk í starvi (íroknað verkstað, fyrisiting, innsavnarar v.m.) • Eginogn: 54 milliónir krónur • Umsetningur: 90 milliónir krónur • Fíggjarstøða, sum javnvigar við 130 milliónum krónum. • 28 kommunur eiga og eru limir í IRF (Tað er bara Tórshavnar kommuna, ið ikki er limur) Um Komunalu brennistøðina hjá Tórshavnar kommunu: • Umleið 30 starvsfólk (íroknað endurnýtslan og virksemið í Húsahaga). • Tórshavnar kommuna eigur og fíggjar alt virksemið. • Ongin skuld ella útlán eru í ognunum