hósdagur 6. februar 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 16
12
TEMA: Brennistøðir
Brennistøðir
FRANTS JENSEN
R
ambøl er ein stór
donsku fyritøku, ið
arbeiðir við bygging
og ráðgeving, millum
annað tá ið brennistøðir skulu
projekterast og byggjast. Og
Rambøl og Jørgen Haukohl
hava øll árini ráðgivið teimum
føroysku brennistøðunum.
Fyritøkan hevur eisini ráð
givið, nú kanningar eru gjørdar
og uppskot er frammi um at
leggja báðar brennistøðirnar
saman í eina.
– Tað ber til bæði at hava
tvær brennistøðir, sum tað er
nú, ella at leggja saman til eina
brennistøð. Men tað er upp til
politikararnar at avgera, hvussu
tað skal gerast. Eg blandi meg
ikki upp í tað, sigur Jørgen Hau
kohl.
Ráðgeva kring heimin
Rambøl ráðgevur allastaðni
kring heimin.
– Vit hava í síðstuni verið við
í ætlanunum at gera nýggjar
brennistøðir í Grønlandi og
Kanada. Vit arbeiða ymsastaðni
í Evropa, men eisini í Miðeystri
og í Asia, sigur danski verk
ætlanarleiðarin.
Hann vísir á, at í Danmark eru
brennistøðir í ymiskum stødd
um.
– Í Hjørring, Thisted og í
Frederikshavn eru brennistøðir,
ið minna um støddina á brenni
støðunum í Føroyum. Men tað
eru eisini brennistøðir í Keyp
mannahavn, ið eru væl størri.
Brennistøðirnar verða vanliga
gjørdar í eini stødd, sum svarar
til, hvussu nógvan fjarhita tær
skulu lata, og hvussu fólkaríkt
tað økið er, sigur hann.
Brennistøðin ov lítil
Um tað er bíligari vil einari
ella tveimum brennistøðum í
Føroyum, vil Jørgen Haukohl
heldur ikki siga so nógv um.
– Tað er tengt at, hvat er við,
og hvussu roknistykkið er sett
upp, sigur hann.
Verkætlanarleiðarin hevur
sum sagt verið við næstan frá
byrjanini, tá ið fyrsta brenni
støðin kom í Føroyum, og hann
hevur eisini verið við í teimum
útbyggingum, ið hava verið.
– Trupulleikin við brennistøð
ini í Havn er, at hon klárar ikki
at brenna meira, enn hon longu
ger. Brennistøðin í Leirvík er
stuttsíðani útbygd, so hon klárar
nøkur ár fram í tíðina. Tað, sum
ræður um, er at skipa so fyri, at
avlopshitin verður endurnýttur,
sigur hann.
Ruskmongdirnar sera
stórar í Føroyum
Jørgen Haukoul vísir á, at tað
gongur sera væl í Føroyum.
– Rusknøgdirnar í Føroyum
eru vaksnar sera nógv. Tær eru
dupult so stórar í dag sum tær
vóru í áttatiárunum. Føroyar
eru eitt av ríkastu londunum í
Evropa; tað síggja vit á burtur
kastnøgdinum, sigur Jørgen
Haukohl.
Hann vísir á, at eisini aðra
staðni í Evropa eru vaksa
burturkastnøgdirnar.
– Tað er ikki nógva aðrastaðni,
at vøksturin í burturkast hevur
verið so stórur sum í Føroyum.
Men tit hava eisini megna at
hava landið reint. Eg minnist
aftur í áttatiárini, tá ið rusk lá
og sløgdist ymsastaðni kring
landið. Tað er tað ikki í dag. Nú
er reint. Útlendingarnir síggja
tað eisini. Eg havi hoyrt fleiri út
lendingar nevnt, hvussu ruddi
ligt tað er í Føroyum, sigur hann.
FRANTS@SOSIALURIN
POLITIKARARNIR MUGU AVGERA:
EIN ELLA TVÆR BRENNISTØÐIR
– Eg blandi meg ikki upp í, hvørja avgerð politikaranir taka. Men tað
er møguligt bæði við einari og við tveimum brennistøðum, sigur
Jørgen Haukohl, verkætlanarleiðari hjá Rambøl, sum hevur ráðgivið
báðum brennistøðunum í Føroyum síðani mitt í áttatiárunum
Jørgen Haukohl, verkætlanarleiðari hjá Rambøl
H
er eru høvuðspunk
tini í ætlaðu saman
leggingaravtaluni
millum IRF og Tórs
havnar kommunu (TK)
Viðtøkur:
At Tórshavnar kommuna gerst
limur í IRF á jøvnum føti við hin
ar kommunurnar.
Á
aðalfundi
verða
øll
mál avgjørd við vanligum
atkvøðumeiriluta, og á aðalfundi
hava limirnir atkvøður sum
íbúgvar, tó í mesta lagi 45% av
samlaðu atkvøðunum.
Nevndin hevur 7 limir, harav
Tórshavnar kommuna ein lim.
Á nevndarfundi hava limirnir
hvør sína atkvøðu.
Staðseting:
Høvuðssætið hjá IRF fer
framhaldandi at vera i Leirvík.
Komandi nýggj brennistøð
fyri alt landið verður bygd í
Tórshavnar kommunu á Hjalla.
Endurnýtslurnar, sum vit
kenna tær í dag, vera framhald
andi hjá kommunum.
Verandi høvuðsendurnýtsla/
skiljihøll verður framhaldandi í
Leirvík.
Tyrving, slamsúgving og við
gerð av rottangaevju verður í
Kvívík.
Eftir hjá Tórshavnar
kommunu:
•
Mold og avgrevstrarpláss
•
Endurnýtslan á Hjalla og
onnur endurnýtslupláss
•
Annað innan “grøna leiðin”
IRF yvirtekur:
•
Brennistøðina, jarnplássið
og alt annað hjá Kommunalu
Brennistøðini (KB)
•
Skyldur mótvegis Dugna
sambært avtalu
•
Skyldur mótivegis innsavn
ara av húsarhaldsburtur
kasti sambært galdandi
avtalu
Fjarhitafelagið:
IRF veitir fjarhita til P/F
Fjarhitafelagið eftir verandi
treytum.
Tá ið brennistøðin í Leirvík
verður niðurløgd, verða hósk
andi gjald avtalað.
TK og IRF kanna møguleikan
fyri at gerast kapitaleigari í P/F
Fjarhitafelagnum.
Avtala um ognir:
Tórshavnar kommuna varð
veitir endurnýtslurnar og mold
plássið, íroknað matriklar, bygn
ingar, amboð, maskinur, útgerð
o.a. umframt starvsfólk, sum eru
knýtt at hesum.
IRF yvirtekur alt annað
virksemið, írokna matriklar,
bygningar, amboð, maskinur,
útgerð o.a. umframt starvsfólk,
sum eru knýtt at hesum.
Gjald fyri ognir:
Fyri bygningar rindar IRF 60
milliónir krónur til Tórshavnar
kommunu – hetta verður mót
roknað limagjaldi við 5 millión
um hvørt ár í 12 ár.
Fyri grundlendið rindar IRF
10 milliónir krónur kontant til
Tórshavnar kommunu.
Fíggjarligt:
Um TK gerst limur í IRF, so
verður gjaldið, sum TK skal
gjalda til IRF, ásett eftir fólka
talinum, eins og hjá hinum
kommununum.
Í 2020 verður árliga gjaldið
1.140 kr uttan mvg pr. borgara.
Roknað verður við at gjaldið
hækkar umleið 20 krónur um
árið.
Um samanleggingin verður
framt, verður limagjaldið hjá
Tórshavnar kommunu til IRF
20.921.000 krónur í 2020.
Í langtíðarfíggjarætlanini hjá
IRF er roknað við, at TK skal
gjalda limagjald.
Samanleggingaravtalan millum IRF og Tórshavnar kommunu