hósdagur 6. februar 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 16
13
STEINAR PATURSSON
Heðin Mortensen hevur verið
ein teirra, ið hevur verið mest
kritiskur yvir fyri ætlanunum at
leggja Kommunalu brennistøð
ina í Tórshavn saman við IRF.
Sambært Heðini Mortensen er
málið alt ov illa lýst, til at Tórs
havnar kommuna kann binda
seg til ta avtaluna, ið IRF hevur
skotið upp.
– Tað mangla í veruleikanum
fakta á borðinum. Hvat kosta
øll hesi tingini, og hvat fáa
vit burtur úr teimum? Loysir
tað seg upp á sikt at hava eina
brennistøð ella ikki, sigur Heðin
Mortensen.
Heðin Mortensen vísir á, at
har eru nógvar ognir, sum skifta
eigara við leggja brennistøðirnar
saman, og at fíggjarligu av
leiðingarnar eru ikki nóg væl
lýstar. Millum annað vísir
Heðin Mortensen á, at bara
brennistøðin, sum hon er, hevur
eitt virði á millum 70-80 milliónir
krónur. Harumframt stendur
sambært Heðini Mortensen í
sáttmálauppskotinum, at IRF
skal eiga ein triðing av Fjarhita
felagnum, sum í dag er átt av
SEV og Tórshavnar kommunu.
Sum er, skal Fjarhitafelagið
ikki gjalda fyri hitan, ið kemur
frá brennistøðini, men sambært
sáttmálanum skal hetta upp á
sikt broytast.
– Tað, sum vit fáa burturúr, er
tað, at Høvdavirkið ikki hevur
nakra grøna orku meira, sigur
Heðin Mortensen og sipar til,
at eingin brennistøð verður í
Leirvik, verða brennistøðirnar
lagdar saman á Hjalla.
– Og tað fer Tórshavnar
kommuna heldur ikki at hava.
Tí tað stendur í sáttmálanum,
at Fjarhitafelagið skal upp á
sikt keypa orkuna. So stendur
eisini í sáttmálanum, at IRF
vil gjarna eiga ein triðing í
Fjarhitafelagnum.
– Hví leggja hesar báðar
brennistøðirnar saman, sum
hava virkað rímiliga væl? Vit
hava samstarva á nógvum økj
um, innan jarn, oljuskiljingar
og tílíkt. Okkurt hevur verið í
Leirvík, og okkurt hevur verið
í Havn. Og tað hevur fungerað
fyrimyndarligt, haldi eg.
Arbeiðsbólkur skal
kanna málið
Heðin Mortensen heldur heldur
ikki, at staðsetingin av nýggjari
felags brennistøð er góð.
– Eg havi hugt eftir matrikkul
inum á Sandvíkarhjalla, og
matrikkulin er so lítil, at tað ber
ikki til at hava brennistøð har
saman við móttøku og goymslu
og tílíkum. Tí má tað eisini
broytast og flytast aðrastaðni,
sigur Heðin Mortensen.
Tað hevur ikki eydnast Sosiali
num at fáa innlit í tað uppskotið,
ið IRF hevur latið Tórshavnar
kommunu. Tað hevur hinvegin
eydnast at fáa eina framløgu, ið
IRF hevur havt fyri Tórshavnar
kommunu, har víst hevur verið
á teir ágóðar, ið samanleggingin
av brennistøðunum hevur.
Heðin Mortensen heldur
kortini ikki nógv um tølini, ið
vóru at síggja í framløguni.
– Har eru nógv tøl í, men tað
eru ikki tøl, sum eg trúgvi uppá.
Tað er IRF og Rambøl, sum hava
gjørt hasi tølini. Har er nógv at
seta spurningar til í mun til íløg
ur og endaliga raksturin, sigur
Heðin Mortensen.
Allir flokkarnir í Tórshavnar
býráð hava tí lagt fram uppskot
um at fáa viðurskiftini kring
samanleggingina betri lýst,
áðrenn nøkur avgerð verður
tikin.
Uppskotið varð samtykt á
farna býráðsfundi, men tað er
framvegis ikki heilt greitt, júst
hvussu málið skal kannast,
og hvør skal kanna tað. Heðin
Morten ger tó greitt, at tað skulu
vera fólk innan umhvørvisvitan,
fíggjarviðurskifti og verkfrøð
ingar, ið skulu vera partur av tí
arbeiðinum.
– Tá vit hava fingið eina
kanning frá óheftum fólki
uttan fyri skipanina - tað skal
ikki vera IRF ella Tórshavnar
kommuna, og tað ikki vera Ram
bøl, sum skal selja okkum hesar
brennistøðirnar - tá tað fyri
liggur hjá okkum, koma vit at
taka endaliga støðu, sigur Heðin
Mortensen.
MÁLIÐ ER ALT
OV ILLA LÝST
Tað mangla
í veruleikanum
fakta á
borðinum.
Hvat kosta øll
hesi tingini, og
hvat fáa vit
burtur úr
teimum?
Har eru
nógv tøl í, men
tað eru ikki
tøl, sum eg
trúgvi uppá.