Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 16 14 ANNIKA KUNOY IM S um talvan vísir, so er nøgdin av burturkasti, sum verður brent í Før­ oy­um, støðugt vaksandi. Síðani útbyggingina í 2018, er brenni­orkan økt. Ein orsøk til vøkst­urin er, at burt­urkast frá vinn­uni og privatfólki økist, tá tíð­ ir­nar eru góðar. Ein minni partur av økingini er, tí at partur av burt­ur­ kastinum frá útbyggingini hjá IRF lá á goymslu og varð brent í 2019. Nýggja móttøkuhøllin hjá IRF er eisini júst liðug, og har ber til at kvarna timbur, ið so kann bland­ast upp í húsarhaldsrusk fyri at fáa eina javna brenning. Tað vil siga, at tað sum brennur væl verður blandað upp í tað, sum brennur minni væl, so sum vátt húsarhaldsrusk. Har er eisini ein magnetur í, sum til døm­is tekur naglar og annað jarn úr timburinum. Jarnið verð­ ur endurvunnið. TEMA: Brennistøðir Brennistøðir NØGDIRNAR AV BURTURKASTI ØKTAR Nøgdirnar av burturkasti eru vaksandi, og tað er í høvuðsheitinum tí, at tíðirnar eru góðar. Hóast nøgdirnar økjast, verður miðvíst arbeitt fyri at brenna og tyrva sum minst og heldur leggja seg eftir at endurvinna stóra burturkastið Burturkaststigin hevur fimm trappustig: Fyribyrging, endurnýtsla, endurvinning, brenning og tyrving. Fyribyrging snýr seg í fyrstu atløgu um at fyribyrgja burturkast, sum til dømis at minka um matoyðsl. Hetta verður gjørt við at kunna um og eggja til fyribyrgjandi átøk. Endurnýtsla er, tá lutir verða nýttir aftur, sum teir eru. Tað eru tó serliga trý tey niðastu stigini, ið eru høvuðsvirksemi hjá IRF, og endamálið er alla tíðina at flyta so nógv sum til ber til endurvinning, so sum minst verður brent og tyrvt. ENDURVINNING BRENNING TYRVING FYRIBYRGING ENDURNÝTSLA BURTURKASTSTIGIN Visjónin er grøn – IRF hevur sett sær seriøsar grønar visiónir, og vit arbeiða framhaldandi við at flyta okkum upp eftir burturkaststiganum. Vit vilja menna okkum á grønu kósini. Hjá okkum er tað altavgerandi, at ting í størri mun gerast tilfeingi ístaðin fyri at vera burturkast. Vit vilja í størsta mun endurvinna okkum úr burturkastinum ístaðin fyri at brenna okkum burturúr tí, sigur Súsanna Berg. Brenninøgdirnar á ávíkavist IRF og Kommunalu brennistøðini seinastu 10 árini *Av hesum eru 2.759 tons burturkast, ið varð lagt á goymslu ísv útbyggingina í 2018 hjá IRF