hósdagur 6. februar 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 16
15
•
Reint pappír
•
Reint papp
•
Fartelefonir
•
Leidningar
•
Elektronikkur
•
Spariperur og ljósrør
•
Bilvrak
•
Jarn og metal
•
Bleytt vøruplast
•
Sodavatnsfløskur og
blikk
•
Stórsekkir
•
Aliringar og fóðurslangur
•
Akkumulatorar og
battaríir
•
Nótir, trol og gørn
•
Spillolja
Tað mesta av tí, sum verður
endurvunnið verður sent av
landinum, har tað verður til
nýggja vøru.
– Vit royna at flyta so nógvar
vørubólkar sum gjørligt
frá niðastu stigunum -
tyrving og brenning – upp til
endurvinning, sigur Súsanna
Berg, umhvørvisleiðari hjá
IRF.
– Tað, sum í dag verður
endurvunnið, verður sent
av landinum. Tað krevur
tilrættisleggjan, tí tað skal
savnast inn, pakkast í bingjur,
og tað, sum er komið skeivt,
skal skiljast frá. Vit arbeiða
fram ímóti at flyta sum mest
upp eftir burturkaststiganum,
so vit brenna og tyrva sum
minst, sigur Súsanna Berg.
– Tað kostar eisini at brenna
og at tyrva. Øll stigini kosta á
ein ella annan hátt. Eisini kann
IRF selja endurvinningartilfar,
so sum jarn og metallir. Tað
er tí einki, sum talar ímóti,
at man flytir seg upp eftir
burturkaststiganum, sigur
hon.
– Fyri flestar vørur dálkar
tað minni at flyta vøruna til
útlandið og selja hana, enn
tað kostar at framleiða eina
nýggja vøru. Pappír kann til
dømis endurnýtast tíggju
ferðir, og kostnaðurin av
flytingini verður tí skjótt
spardur inn aftur í útláti, sigur
Súsanna Berg.
Hon greiðir frá, at hvørjaferð
pappír verður endurvunnið,
minkar góðskan eisini. Eitt
dømi er ein eggjapakki, har tað
sæst, at pappið hevur verið
endurnýtt fleiri ferðir. Pappír
sum ikki kann endurvinnast
meir verður síðani brent, og
hitin verður nýttur til fjarhita.
Jarn og metal kann
endurnýtast fleiri ferð.
Tí leggur IRF seg eftir at
allir endurvinningarbólkar
so sum pappír, plast og
jarn samanlagt ikki eru
ein útreiðsla fyri IRF og
borgarin. Prísurin fyri ymisku
bólkarnar broytist nógv og
ofta.
HETTA VERÐUR
ENDURVUNNIÐ Í DAG:
Hvat kann
gerast?
Í næstum verður farin undir at
endurvinna glas, tí tað hevur verið
so nógvur fyrispurningur eftir tí og
hetta er eitt reint tilfar. Eisini vil
IRF fáa fleiri sløg av plasti til
endurvinning herundir eisini
plast frá húsarhaldum.
Súsanna Berg greiðir frá, at tað eru mong, ið koyra blikk og
fløskuproppar í tann gráa posta, ið er til húsarhaldsrusk, tí tey
ikki hugsa um, at jarn og metal kann endurvinnast.
TIP:
FRANTS JENSEN
Tórshavnar kommuna samtykti
30. januar at seta ein arbeiðsbólk
at lýsa fyrimunir og vansar hjá
Tórshavnar kommunu at gera
felags brennistøð.
Hon heldur, at í bólkinum
skulu í minsta lagi vera fíggjar
fólk, verkfrøðingur og onkur, ið
hevur skil fyri orku og umhvørvi.
– Eingin tíðarfreist er ásett,
nær bólkurin skal vera liðugur
við sítt arbeiði, sigur Annika
Olsen.
Verður tað í ár?
– Eg veit ikki enn, sigur
Annika Olsen.
Arbeiðsbólkur ikki settur
– Arbeiðsbólkurin er ikki settur
enn. Vit skulu hava fund í
komandi viku, og vónandi fáa
vit sett bólkin skjótt, sigur
Annika Olsen, borgarstjóri
í Havnar kommunu