Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 16 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 16 Pete Buttigieg met­ir seg sjálv­ an at vera savn­ andi at taka við for­seta­em­ bæt­i­num eft­ir Donald Trump – og sum eitt fríkst lot í mun til hinar demo­ krat­ar­nar EIRIKUR LINDENSKOV EIRIKUR@SOSIALURIN.FO . Vónríka forsetavalevnið Pete Butt­igieg er ikki ein siðbundin Wash­ing­ton-politikari. Hann var meira ella minni ókendur áðrenn 2019, tá hann var borgarstjóri í mið­al­stóra býnum South Bend, Ind­i­ana. Hann heldur seg burtur frá tí yv­ir­metta og keiputa, sum setir dám á for­seta­sessin. Sagt verður um Pete Buttigieg, at hann er heldur frið­ar­lig­ur og nýt­ir heldur skil­vísi enn ógv­us­ lig­ar vend­ingar, og at við hon­um er ikki lagt upp til eina pol­it­iska koll­velt­ing. Og so er hann enn tá sam­ kynd­ur! Sum 38 ára gamal er Pete Butt­i­gieg eitt óvæntað politiskt fyribrigdi. Fyribilsúrslitini vístu í gjár, at hann stendur til at vinna fyrsta und­an­valið í Iowa. Harvið hev­ur hann eftir øllum at døma fing­ið best hugsadi út­gangs­støð­ ið í stríð­num um at gerast for­ set­a­val­evni hjá Demokratunum og at stríð­ast við Donald Trump um forsetasessin í november í ár. Í fjør gjørdist Buttigieg ein teirra, sum ætla sær at ger­ast for­seta­val­evni, har fleiri teirra eru um­leið tvífalt so gom­ul sum hann. Teirra millum eru bæði fyrr­ ver­andi varaforsetin Joe Biden, sum leingi varð roknaður sum greið­ur favorittur, og vónin hjá teim­um á vinstraveinginum í flokk­i­num, Bernie Sanders. Báðir standa til at tapa í Iowa til unga avbjóðaran, sum millum ann­að hevur hernaðarliga bak­ grund. Hann tók ein steðg sum borgarstjóri fyri at verða sendur út sum her­ov­asti í Kabul í Af­ ghan­i­stan. Tað tykist ikki at órógva Pete Butt­i­gieg, at hann er so ungur. Hann vísir á, at støða hansara sum nýggj­ur í amerikonskum pol­i­tikki v­alla er ein bági. – Hvørja ferð flokkur mín hev­ur sett seg í Hvíti Húsini sein­astu 50 árini, hevur tað verið eitt per­sónur, sum var nýggjur í pol­i­tikki á nationala pallinum. Eitt val­evni, sum fokuseraði upp á fram­tíðina, og sum ikki var bund­in í einum ávísum Wash­ ing­ton-máta at taka støðu uppá. Hetta hevur latið fleir nýggjar dyr upp at leiða landið uppá, segði Pete Buttigieg á velj­ar­a­ fundi í Iowa. – Tað er soleiðis, vit vinna. Ein av høvuðsgrundgevingum hans­ara hevur verið, at hann hev­ur ein møguleika á for­set­a­ val­inum. Hann vísir á, at hann er fram­søkin á fleiri økjum, men at konservativu sjónarmið hans­ara í mun til heilsuskipanina og skatt­ir kann vinna atkvøður á pol­it­isku miðuni hjá bæði re­pub­ l­i­k­an­ar­um og floksleysum, sum at­kvøddu fyri Trump, men sum nú vilja hava eina meira savn­ andi persón. At føra víðari úrslitini í Iowa til rest­ina av landinum verður tó ein stór uppgáva hjá Buttigieg. Hó­ast góðu fundraising-tølini, so ligg­ur hann nummar fimm í lands­um­fatandi mein­inga­kann­ ing­u­num, og nógv fólk kenna nógv bet­ur mót­val­evni hansara. Og so hevur hann trupult við at fáa fat­ur í einum fyri Demo­ krat­ar­nar avgerandi dem­o­graf­ isk­an bólk – teir littu veljararnar – sum kann vera ein forðing hjá hon­um at vinnna longur fram á leið. Buttigieg-veljarar vísa ofta á, at kynsligi samleiki hansara ong­ an týdn­ing hevur í mun til teirra 38 ára gamli Pete Buttigieg kós móti Hvítu Húsunum? FORSETAVALEVNI: HERYVIRMAÐUR O Seinastu mánaðirnar hevur Butti­ gieg, sum hevur gingið bæði á Har­ vard og Oxford University, ofta lagt størri dent á, at hann er krist­in enn at hann er giftur ein­um manni Pete Buttigieg  Er 38 ára gamal og við í kapp­ingini um at gerast val­evni hjá Demokratunum til for­set­a­sessin í USA.  Hann megnar ikki at kapp­ast um drúgvar lívs­roynd­ir­nar við fleiri av mót­val­evnunum, men Pete Butt­i­gieg kann vera tað, sum dem­o­krati­skir veljarar í USA vilja hava.  Á fysta cacusvalinum – tað sum mest minnir um velj­ar­a­fund­ir hjá okkum – í sta­t­i­num Iowa, er Buttigieg á odda, tá tveir triðingar av at­kvøðunum vóru tald­ar. KELDA: CNN /RITZAU/ Pete Buttigieg og maður hansara Chasten Buttigieg heilsa fjøldini, sum fagnar unga forsetavalevninum á veljarafundinum í Iowa mánakvøldið MYND: BRENDAN MCDERMID/REUTERS