Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 16 18 Prei! Prei! SO SIGA TEY! TANN FREMMANDI Familjumaður Adam Price hevur alt, hann kann ynskja sær, og livir eitt harmoniskt lív saman við konuni og tveim­um børnum. Eftir ein fót­ bóltsdyst hjá soninum kemur ein frammand kvinna til hansara og sig­ ur, at konan hevur logið um at hava mist eitt barn, og hon biður Adam dna- kan­na børnini hjá sær fyri at vita, um hann er pápi teirra. Hetta er byrjanin til dramatiskar hendingar og stóran spenning í sjón­varpsrøðini »The Stranger«, sum nú kann síggjast á Netflix. Røðin byggir á bók hjá Harlan Coben. TÝR Í SYMFON­ ISKUM HØPI Hetta vikuskiftið verða konsertirnar við rock­ bólki­num Týr og Føroya Sym­foniorkestri í Norður­ landahúsinum í Havn. Øll atgongumerki til tær trígg jar konsertirnar vórðu seld eftir lítlari løtu. Fyrsta konsertin verður fríggjakvøldið, og síðan verða tvær konsertir leygar­dagin. Onkur ein­ støk atgongumerki verða sett til sølu á sosialu miðlun­um, men nógv leita eftir atgongumerkjum, so tú mást veruliga hava eygu og oyru opin, skalt tú finna tær eitt pláss í Norður­ landa­húsinum til øðrvísi fram­førsluna. HANS ANDRIAS SØLVARÁ, SØGUFRØÐINGUR, UM LEYSGEVING AV SKJØLUM FRÁ FULLVELDISSAMRÁÐINGUNUM Í 2000. NÝSETTI CHEFKOKKURIN Á NÝGGJA HOTELLINUM HILTON GARDEN INN, JÁKUP SUMBERG, UM MATIN, SUM HOTELLIÐ FER AT BJÓÐA ELSEBETH MERCEDIS GUNNLEYGSDÓTTUR, LANDSSTÝRISKVINNA (IN.FO) Eg haldi, at tað er ikki so nógv nýtt í skjølunum Tað er ein løta, áðrenn eg sleppi at siga nakað Eg ivist í, um tað altíð er tað besta at ríva stovnar í Havn upp við rót og flyta teir út á bygd Í november mánaði var klassiski sjónleikurin »Ham­let« hjá William Shake­speare spældur í Norður­landahúsinum í Havn. »Hamlet« er kanska kendasti sjón­leikur av øllum, og hann verður støðugt settur upp av nýggjum, hóast hann varð skrivaður fyri umleið fýra hundrað árum síðani. William Shake­speare verður rokn­að­ ur sum eitt av mætastu skald­ unum í søguni, og hann var serliga kendur fyri sínar sjón­ leikir, sum vera mettir at vera ævigtakutellir og framvegis verða spældir og tulkaðir av sjón­leikabólkum og -húsum kring heimin. Uppsetingin av Hamlet í november var tann fyrsta føroyska. Heðin Brú týddi leik­in til føroyskt í 1969, men tørvur var á einari dagføring, og henni tók Hans Tórgarð sær av. Leikurin bygdi tí á leikritið, sum Hans Tórgarð hevði snikkað til. Hamlet er ein tragedia, og fleiri fólk doyggja í leikinum. Det Ferösche Compagnie, sum setti leikin upp, brúkti føroysku jarð­arferðina sum karm um leikin. Uppsetingin var sermerkt og sambært ummælarum góð. Ein partur av uppsetingini vóru 99 trækrossar í hvítum liti, sum vórðu settir upp í bønum kring Norðurlandahúsið. Nú hevur Det Ferösche Compagnie sett hesar krossar til sølu. Fólk eru væl komin at keypa ein ella fleiri krossar. Ein kross­ur kostar 200 krónur, og skuldi onkur havt hug at keypt allar krossarnar, fáast teir fyri 10.000 krónur. Í sølulýsingini fyri krossarnar verður sagt, at neyðugt er ikki at varðveita krossarnar –  teir kunnu eisini brúkast at gera ein garð, høsnarhús ella ein kassabil. 99 HVÍTIR KROSSAR SETTIR TIL SØLU Hesir krossar eru nú settir til sølu Hvítir krossar, sum vórðu brúktir í sambandi við sjónleikarframførslu, eru nú settir til sølu