Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 16 19 Ó lavur á Váli fer í næst­ um at hava tríggjar konsertir kring landið. Fyrsta konsertin verður í Salt á Drelnesi leygar­ kvøld­ið 15. februar. Vikuskiftið eftir verða tvær konsertir. Tann fyrra verður í Løkshøll í Runavík fríggjakvøldið 21. februar, og tann seinna verður í Norðurlandahúsinum í Havn leygar­kvøldið 22. februar. Ólavur á Váli Olsen er væl um­tókt­ur countrysangari, og hann hevur seinnu árini verið sera virkin við fram­ førslum. Stundum spælir Ólav­ ur einsamallur, men til kon­ sertirnar fer hann at hava væl mannaðan tónleikabólk afturat sær. Ólavur á Váli fer at spæla sangir, sum fólk kenna frá hans­ara útgávu – millum annað sangir­nar »Dalar og fjøll« og »Lið um lið« – og hann fer eisini at tríva í onkran annan sang. Mítt vikuskifti Hvat fert tú at gera um vikuskiftið? – Mær dámar væl at fara á flot, og verður veðrið til vildar leygardagin, ætli eg mær tað. Um ikki er ætlan­ in at hjálpa soninum, sum um­vælir húsini við millum annað nýggjum køki og við at broyta mið­hædd­ina. Stór­ur partur av sunnu­ deg­num fer til andalig til­ tøk. Mær dámar sera væl at gera mat og bjóða børnum og abbabørnum til eina góða máltíð. Hvønn vikuskiftisdag dámar tær best? – Sunnudagur er ein sera góður og avslappandi dagur frá tí vanligum ger­ andis­degnum, og tú ert ikki bundin av tíð sum so. Um døgurðin er klokkan 13, 14 ella 15 er líkamikið, men tá ið fótbóltsskappingin er byrjað, má sunnu­dags­døg­ urðin vera í seinasta lagi kl. 13:30. Hvussu dámar tær hesa árstíðina? – Januar og februar mán­ aðir eru tungir at koma ígjøgnum, og hesin januar mánaði hevur verið synd­ ar­ligur til veður, tí kennist hann serliga langur. Ein­ asta ljóspunkt er, at sólin kemur longur norður til okk­um fyri hvønn dag, og tí verður eisini støðugt ljósari. Einasta keðiliga við hesum februar mánaði er, at hann hevur 29 dagar . Um tú vildi viðmælt fólki at lurta eftir einum sangi um vikuskiftið, hvør skal tað vera ? – Eg vil viðmæla sangin »Uttan teg« hjá Martin Joensen. Ólavur á Váli á konsertferð Ólavur á Váli fer hendan mán­ aðin at spæla tríggjar konsertir T órshavnar Film Festival (TÓFF) verður hildin frá mikudegnum í næstu viku og fram til sunnudagin. Á filmsstevnuni verða nýggir norður­ lendskir filmar sýndir. Eisini verður orða­ skifti, heiðurslønir verða latnar, og tón­ leikur verður framførdur. – Á TÓFF verða vístir fleiri filmar, har serliga ungdómurin verður lýstur. Filmar, sum siga okkum sterkar og persónligar søgur. Filmar, sum á ymsan hátt lýsa tað at vera ungur í Norðurlondum í dag, siga fyri­reikararnir um stevnuna. Í skránni fyri TÓFF eru harumframt fleiri tiltøk, sum varpa ljós á gongdina í filmsframleiðslu – frá tí fyrsta skapandi hug­skotinum til tað tvørfakliga sam­ starvið. Tað verða tiltøk fyi tey, sum arbeiða við filmi, og tey, sum elska at hyggja at filmi. TÓFF verður sett í Norðurlandahúsinum mikukvøldið kl 18:30. Gunn Hernes, stjóri, setur filmsstevnuna, og Lasse Thorning Jæger, projektleiðari, greiðir frá um skránna. Eftir setanina sýnir Filmsfelagið norska filmin DISCO í Havnar Bio. Hetta verður fyrsta sýningin á TÓFF. Hósdagin, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin verða ymiskir norðurlendskir filmar sýndir. Hóskvøldið hevur Lau Nau úr Finnlandi konsert í Norðurlandahúsinum. Fríggjadagin skipar Filmshúsið fyri sam­ røðum og framførslum. Leygardagin hevur Lau Nau masterclass í gera filmstónleik, og so er tað leygarkvøldið at føroysku films­ heiður­slønirnar, Geytin, verða handaðar á stórfingnum heiðurstiltaki í Norður­landa­ húsinum. Meira kann lesast um TÓFF á heima­ síðuni hjá Norðurlandahúsinum. Tórshavnar Film Festival fer at vísa nýggjar norður­ lend­skar filmar. Eisini verða heiðurs­ lønir latnar Nýtt á films­ stevnu í Havn Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Finska Lau Nau fer at greiða frá, hvussu hon ger filmstónleik Ólavur á Váli Olsen kann upplivast á Drelnesi, í Havn og í Runavík hendan mánaðin Steinbjørn O. Jacobsen