hósdagur 6. februar 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 16
20
- Endamálið er fáa dygdina
á útróðrarfiskinum javnari
og betur og at gagnnýta
og virðisøkja tilfeingið
VILMUND JACOBSEN
V
irksemið hjá Sjógæta
eru nú á tveimum
virkjum, og hesin
møguleiki
beyðst,
eftir at felagið saman við øðrum
keyptu Norðís á Eiði.
Virkið við Norðskála, har
fyritøkan hevur havt sítt fram
leiðsluvirksemi í fleiri ár, er nú
laksavirki burtur av, og her verður
laksur eitt nú royktur.
Norðís á Eiði er líka sum deilt
upp í tvey, har pelagiskur fiskur er
í einum parti – og annar ráfiskur í
einum øðrum.
Tað er Sjógæti, sum rekur alt
virksemi, og stjóri og virkisleiðari
í felagnum er Hans Marius í Byrgi.
Hann hevur altíð verið ágrýtin
eftir at royna nýggjar leiðir og
nýggjar møguleikar, og hann
dugir eisini at síggja møguleikar
í nógvum.
Ókruvdur fiskur
Í eina tíð hevur Sjógæti á Eiði tikið
ímóti daggomlum - og ókruvdum
- útróðrarfiski frá línu-og snellu
bátum. Tað hevur ikki verið van
ligt í Føroyum at avreiða ókruvd
an fisk. Hinvegin er hetta púra
vanligt í vártíðini eitt nú í Norð
urnoregi.
- Endamálið við at keypa
ókruvdan útróðrarfisk er at fáa
dygdina á daggamla fiskinum
javna og góða.
Jóhannus M. Olsen, sum eisini
er partur av Sjógæta, sigur, at
skipanin higartil hevur víst seg
at rigga sera væl.
- Tá útróðrardagarnir eru
stórir, sum teir ofta hava verið,
síðan fiskurin kom aftur, er ikki
altíð, at útróðrarmenn hava havt
stundir at kryvja allan fiskin nóg
skjótt.
Hann sigur, at Sjógæti higartil
hevur gjørt avtalu við nakrar út
róðrarmenn, og kravið hjá felagn
um er, at útróðrarmenn fylgja
nøkrum ávísingum ella stand
ardum.
- Útróðrarfiskurin skal blóðgast
og leggjast í ísvatn so skjótt, hann
kemur inn um lúnningina. Hann
skal hvørki liggja á dekkinum, ei
heldur í fiskakassa óblóðgaður.
Jóhannus M. Olsen vísir á, at
tað tekur munandi styttri tíð hjá
einum útróðrarmanni at blóðga
fiskin beinleiðis frá rulluni, enn
tað tekur at kryvja hann, tá nógv
ur fiskur er á línuni.
Javnari dygd
Tá útróðrarfiskurin beinanvegin
verður blóðgaður niður í ísvatn,
verður dygdin bæði betur og javn
ari.
- Tá fiskurin síðan kemur inn
á virkið hjá Sjógæta, verður hann
stoyttur á borðið og kruvdur
beinanvegin.
Jóhannus M. Olsen sigur, at á
borðinum verður innvølurin tikin
frá rogni, livur og sili, sum virkið
gagnnýtir.
- Í løtuni hava vit ikki marknað
fyri gørnunum, men hesum ar
beiðir Hans Marius í Byrgi við, og
eg ivist onga løtu í, at hann fer at
fáa okkurt burtur úr hesum eisini.
Hann leggur dent á, at enda
málið við at taka ókruvdan fisk inn
á virkið, í fyrsta lagi er at menna
dygdina á sjálvum fiskinum, men
Sjógæti
keypir
ókruvdan
fisk
Hans Marius í Byrgi er stjóri og virkisleiðari
Á ovaru myndini verður
útróðrarfiskurin kruvdur
og innvølurin tikin burtur
úr og skildur. Hesa løtu er
meginparturin hýsa. Men,
Sjógæti keypir eisini tosk
og ymisk onnur fiskasløg
Myndir: Johan Mortensen