Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-02-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020 SOSIALURIN 16 21 sjálvandi eisini at gagnnýta alt, sum er í fiskinum. - Sjógæti hevur leingi bæði havt kjálkar og lippur í sínum útboði, umframt mangar aðrar vørur, sum virkið er kent fyri, sigur Jó­ hannus M. Olsen. Gagnnýta tilfeingi Endamálið hjá Sjógæta er at gagnnýta og virðisøkja tilfeingið so væl sum til ber – og at veita før­ oyingum bestu matvøru úr fiski. - Tá tað leypir av, tí fram­ leiðsl­an er størri, enn føroyski markn­aðurin megnar at rúma, eru útlendingar vælkomnir at fáa burt­ur av, sum Jóhannus M. Ol­sen brosandi tekur til. AVGERÐIN AT SÝTA VAR IKKI SAKLIG Sands kommuna noyðist nú at viðgera umsóknina hjá trimum bøndrum um at byggja felags fjós í Trøðum á Sandi av nýggjum VILMUND JACOBSEN Í eina tíð hava tríggir bónd­ ur í Sandoynni, Ott­ar Hentze, sum rek­ur Utta­ stovu­garðin í Trøð­um, Jógv­an Joensen, sum rekur Beitis­garðin í Trøðum og Eynar Martin Kjærbo, sum rekur Ham­ ars­garðin í Skálavík, arbeitt við einari verkætlan at byggja eitt felags fjós í Trøðum á Sandi. Allir tríggir garðarnir hava mjólkneyt, eini 20-22 neyt hvør, og ætlanin byggir á eitt felags fjós til umleið 60 mjólkneyt á festijørðini hjá Ottari Hentze í Trøðum. Í umsóknini til Sands komm­ unu skjóta bóndirnir upp, at fjósið verður bygt oman fyri verkstaðin hjá Finnleifi Fagra­ dal, sum liggur beint oman fyri Magn-støðina í Trøðum. Sambært byggisamtyktini fyri Sands kommunu, sum er frá 2010, er hetta landbúnaðarjørð, og í so máta skuldi einki verið til hindurs fyri, at fjósið verður bygt her. Tá ein nýggj byggisamtykt skal gerast, liggur hon frammi til almennar viðmerkingar, og tá byggisamtyktin fyri Sands komm­unu í sínari tíð lá frammi, vóru ongar viðmerking um, at fjós ikki kundi byggjast á hesum øki í Trøðum. Men, tá Ottar Hentze søkti um byggiloyvi til ætlaða fjósið á egnari festijørð, sýtti ein tepur meiriluti í Sands bygdaráði - fýra av sjey bygdaráðslimum - fyri at ganga umsóknini á møti. Grundgevingarnar vóru áin, sum rennur oman úr Sandsvatni, landsvegurin niðan fyri og so bú­setingin í Sandarbrekku om­ an fyri, har fjósið sambært ætl­ an­ini skal byggjast. Teir, sum standa aftan fyri verk­ætlanina, hildu ikki, at grund­gevingarnar hjá Sands komm­una at sýta umsóknini vóru sakligar. Tískil varð viðgerðin hjá kommununi og svarið, sum Ottar Hentze vegna bøndurnar fekk, kært til Lendiskærunevndina, sum liggur undir Føroya Kæru­ stovni. Lendiskærunevndin, sum síð­an hevur viðgjørt málið, kom seint í 2019 við sínum svari upp á kær­una, og í svar­in­um metir nevnd­in ikki, at grund­gev­ing­ ar­nar hjá Sands komm­unu fyri síni støðutakan eru sakligar. Tískil hevur kærunevndin álagt kommununi at taka málið upp aftur og viðgera umsóknina av nýggjum. Felagsfjósið, sum teir tríggir bønd­urnir ætla at byggja, liggur nógv longri frá vegnum, enn eitt nú ásetingarnar hjá Landsverki krevja. Áin kann ikki brúkast sum grundgeving, tá fjósið er ein afturlatin eind, har tøð og mykja verða pumpað í tangar. Í sínum svari til Ottar Hentze hev­ur kommunan einki øki at vísa á. Verkætlanin hjá teimum trim­um bøndrunum snýr seg um eitt nútímans felags fjós, og hetta er ein íløga á einar 15 milj­ ón­ir krónur. Tey, sum eru fyri verk­ætl­ an­ini, halda, at ætlaða fjósið er ein náttúrligur partur av menn­ ingini av landbúnaðinum í Trøð­ um, sum hevur aldargamlar røt­ ur. Tey, sum tala ímóti, halda, at økið er ein vakur blettur í um­ hvørv­inum uttarlaga í Trøð­um, og onkrir grannar í brekkuni om­an fyri høvdu helst viljað, at fjós ikki verður bygt á hesum staði. Men, lendið er sam­bært byggisamtyktini land­bún­að­ar­ jørð. Tað er Ottar Hentze, sum sit­ur á festinum, og tað er hann, sum saman við tveimum øðrum mjólkbóndrum ynskir at byggja felags fjós her. Nú noyðist Sands komm­ una so at taka málið upp aft­ur til nýggja viðgerð, tí Lendis­ kærunevndin er komin til ta nið­urstøðu, at grund­gev­ing­ar­ n­ar fyri at sýta umsóknini eru ósak­ligar. Ottar Hentze, bóndi, hevur ikki hug at gera viðmerkingar til málið í løtuni. - Grundgevingarnar fyri avgerðini hjá kommununi vóru ikki sakligar, sigur Lendiskærunevndin