hósdagur 6. februar 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 16
22
NØVN
Havnin uttan Rasmus
Hann eigur at verða partur av
havnarmyndum, egnar seg ikki
til at vera deyður, og nú er hann
brádliga ikki longur. Deyðsboðini
av Rasmusi R. Rasmussen (Ras
mus hjá Rigmor) komu fyri meg
óvæntað
Tað var í 1960 eg kom til Havnar
á Studentaskúla. 4 ferðir dagliga
til gongu ígjøgnum miðbýin út
á VBV, heim til døgurð og aftur
í skúla. Har vóru stundum at
síggja tríggir javnaldrar: Poul
hjá Verlandi, Helgi hjá Annfinni
Nyholm Debes og Rasmus hjá
Rigmor. Umframt at vera hand
verkslærlingar, vóru allir eisini
spælimenn. Teir høvdu eina ser
liga sjarmu. Í míni verð hoyrdu
teir onkursvegna allir til universið
hjá Williami Heinesen, sum teir
vóru í ætt við. Foreldrini hjá øllum
hoyrdu eisini til musiklívið í Havn
frá Musikskúlanum yvir Havnar
Hornorkestur og til Gogguna. Á
studentaskúlanum høvdu vit eitt
sangkór sum sang til konsertir
hjá musikskúlanum, og á tann
hátt gjørdist vit ein lítil partur
av tónleikalívinum í Havn. Haldi
meg eisini minnast Rasmus bæði
frá Havnar Hornorkestri og frá
solotrompetspæli í Havnar Kirkju
til høgtíðir.
Á ólavsøku Í 1969 flytir ein
blaðung familja úr Keypmanna
havn inn í læknaíbúð á Lands
sjúkrahúsinum. Verðin lá fyri føt
ur okkara. Útbúgvingin var liðug,
og vit høvdu bæði fingið starv í
Havn. Næsti grannar eru Rigmor
og Ólavur Rasmussen. Sama dag
doyr Ólavur óvæntað, og tað kom
onkursvegna at binda húskini
saman. Rasmus og Elin Bjørg
vóru inngift og áttu børnini Ólav
og Maibritt, fødd í 1968 og 1969.
Tey itu bara Beiggi og Didda og
vit áttu Brynhild, javngomul við
Ólav. Lívið helt fram og Rasmus
arbeiddi á verkstaðnum hjá
pápanum í Hornabø. Eg skuldi
byggja tað, sum tá var Statens
Åndsvageforsorg upp í Føroyum
og byrjaði við starvsstaði heima.
Skjótt var eg greið yvir, at Rasmus
hevði rættan hugburð og serligan
førleika til at geva onkrum av
mínum viðskiftadrongjum nakað
at arbeiða við. Tveir sluppu í
praktikk at ganga Rasmussi til
handa. Teir lærdu nakað og ikki
minst eg lærdi nakað, sum fylgdi
mær alt lívið í sosialum arbeiði,
tá eg skuldi royna at finna
praktikmøguleikar á vanliga
arbeiðsmarknaðinum til teirra,
ið høvdu ilt við at sleppa framat.
Umframt at duga at seta fólk í
sving, so var Rasmus stuttligur
og undirhaldandi, og unglingarnir
trivust hjá honum. Stundum
spældi hann trompet fyri teimum,
og tað elskaðu teir - og eisini eg,
sum hoyrdi tað yvirum vegin.
Grannalagið var gott, og ikki minst
Rigmor var ein fittur og stuttligur
granni. Eingin endi var á søgunum
hjá Rigmor og Rasmussi. Eisini
dugdu tey at grína at sær sjálvum.
Hugnaligt var at ganga uttanfyri
og hoyra klaverspælið hjá henni,
sum annaðhvørt spældi sjálv ella
hevði næmingar. í 1971 fór Elin
Bjørg til Danmarkar at útbúgva
seg til frítíðarheimslærara. Tað
gekst væl og Rasmus valdi at fara
seinni. Tá var lag á manni at koma
í starv í Statens Åndsvageforsorg
í Danmark. Tey vónaðu, at hann
fór at fara aftur til Føroyar og
vera við til at byggja upp ein
verkstað til menningartarnað í
Føroyum. Árini í útlegd búðu vit
eitt hanagleiv frá hvør øðrum.
Børnini høvdu nógv samband og
Elin Bjørg arbeiddi á dagstovni
teirra. Elin Bjørg var tiltikin við
sangi og gittari, og eg var ikki sørt
errin, tá hon sat og spældi og sang
við børnunum, tá eg kom at heinta
míni.
Serlig er søgan, tá vit á heysti
í 1973 høvdu fingið ein son, ið
skuldi doypast, áðrenn hann fór
til Føroyar at verða vístur fyri
familjuni á jólum. Ommur hans
ara gjørdu vart við, at farast átti
ikki yvir hav við ódoyptum barni.
Dópurin fór fram í Samuels
kirkju eitt sunnukvøld til Guðs
tænastuna, har Salomon Joensen
var prestur. Eg hevði við mær í
ryggsekkinum eitt pylsuyndur til
prest, sum hann fekk, tá dópurin
Minningarorð um Rasmus
So standi eg og baki smákakur
til eitt ervi, og tað er ófatiligt fyri
meg, at hetta ervið er eftir Ras
mus, systkinabarn mítt, sum eg
havi kent alt lívið.
Lívið er dýrabært. Tú merkir
tað ongantíð so væl, sum tá ið tú
sært lívið fjara úr einum av tínum
nærmastu.
Vit vuksu upp saman, næstan
sum systkin. Vit vóru fýra tey
elstu av ommubørnunum: Poul,
Eva, Rasmus og eg sjálv. Vit upp
livdu undurfulla heimin, langt
áðrenn øll hini systkinabørnini
komu í verðina og høvdu ommu
fyri okkum sjálvi á Skálatrøð.
Rasmus sá dagsins ljós niðri
í Conradsbrekku, í húsinum hjá
oldurabba okkara, Gamla Jørgen
Frands Jacobsen, har systrarnar
Jacobsen góvu Rasmusi stórt upp
merksemi og nógvan kærleika.
Økið her var ein bráðpanna av
aktiviteti: bakari, smiðjur, grót
høggari, damulingeri og tónleikur,
og eitt hanagleiv longri var fjøran
og Vágsbotnur.
Í tí lítlu kjallaraíbúðini stóð
heimsins fyrsta klaver, har mostir
undirvísti sínum næmingum, men
kortini hevði stundir og humør til
at lata okkum órudda stovuna til
ókenniligheit. Mostir bleiv og var
mín eykamamma.
Vit fýra vuksu upp við nátthúsi
og køldum vatni í krananum, mús
um á loftinum, margarini upp á
breyð, grind, spiki og fiski.
Havnin var lítil, og vit settu
aldrin okkara bein í tí fremmandu
verðini, sum æt Rabarbukvarterið
ella Abbatrøð.
Rasmus og tey fluttu í nýggj
hús í Hornabø, og tá ið hann
fylti 10 ár hendi nakað stórt:
abbi hansara og navnin gav hon
um eina bláa skínandi blanka
“dreingjasúkklu” við stong, og
børn tustu út í Hornabø at síggja
og royna hetta undrið.
Her í Hornabø var tá tann