hósdagur 6. februar 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 16
23
“Eg sakni teg sáran,
góði Rasmus”
Eftir Jústinus Eidesgaard
Deyðin spyr ikki um lov,
deyðin kemur, tá ið tað
passar honum, og vit
standa øll hjálparleys
og hyggja at. Og deyðin
spurdi heldur ikki eftir,
tá ið hann kom eftir Ras
mus leygarnáttina um
tvey tíðina. Tað vardi
heldur ikki meg, at tað
var seinastu ferð vit báð
ir prátaðu saman, tá ið eg
vitjaði hann á landssjúkra
húsinum á G4, 12 tímar
frammanundan og vit
avtalaðu at síggjast aftur
mánadagin, tá eg lovaði
at koma á vitjan. Klokkan
trý um náttina sendi kona
Rasmus, Maria, mær eini
boð yvir telefonina, har
hon stutt skrivaði, at nú
var Rasmus farin heim til
Harran.
Fram dagar okkara 28
ára gamla vinalag. Vit vóru
tilkomnir, tá ið vit møttust
og báðir høvdu nógv brúk
fyri hvørjum øðrum. Báð
ir royndu at fóta sær
á edrúu leiðini, eftir at
hava roynt lívið í invaliderandi
rúsdrekkamisnýtslu. Vit høvdu
brúk fyri hvørjum øðrum, og hetta
vinalagið gjørdist ikki sum vanlig
vinaløg. Hetta vinalagið bleiv við
at vera tætt, og tað gekk neyvan
vika, uttan at annar av okkum
setti seg í samband við hin. Og
soleiðis var tað, helt fram til tað
seinasta. Eg siti sum Kánus, tank
arnir renna aftur og fram í ein
um hurlivasa. Sorgin yvir, at eg
ongantíð síggi hann aftur, bland
ast saman við øllum teimum ótelj
andi góðu løtunum, vit hava havt
saman.
Eg má taka í hárið, royta meg,
jú hetta passar, hann er deyður.
Í gjár fór eg eini ørindi í SMS, og
uttan at vita av tí, hugsaði eg, tá
ið eg nærkaðist kaffistovuni,
man Rasmus vera her í dag? Og
so bankaði deyðans veruleiki meg
upp á pláss aftur. “Hann er also
deyður, Jústinus!
Eg siti við telefonini í hondini.
Hugsi um tær mongu ferðirnar
hann hevur ringt, altíð skund, altíð
okkurt upp á hjarta og onkuntíð
stuttligur eisini. Eg kendi Rasmus
betri enn tey flestu, og eg kendi
hann ikki bara sum stuttligan.
Hann var eisini ógvuliga djúpur
og gjørdi sær tankar um lívsins
álvarsligu síður. Um ævinleikan.
Og so kom ivin, man tað vera
eitt lív eftir deyðan, eru vit ikki
bara burtur? Og so vendi hann
á einum tallerki og sá fyri sær,
hvønn hann hann fór at hitta
hinumegin. Onkran hermdi hann
eftir og onkran fortaldi hann
góðar um. “Eg veit ikki, um eg
egni meg at vera deyður,” segði
hann hugsunnarsamur. Og so
reksaði hann upp, hvønn hann
ikki tímdi at møta beinanvegin,
og hvønn hann fór beinleiðis at
uppsøkja. Og so spurdi hann meg
um, hvussu tey trúðu í India. Eg og
konan høvdu verið í India og ferð
ast fyri fimm árum síðani. Eg segði
við hann, at flest indarar trúgva á
reinkarnatiónina, og tað vil siga,
at tey hava livað nógv lív. “Um
hatta passar, segði eg, so kemur
tú at møta nógvum foreldrum,
nógvum konum, nógvum børnum
í ævinleikanum, sum tú hevur
verið saman við í fyrra lívum.” Og
Rasmus mutaði í móti og spurdi
um tað ikki kann vera meira ein
falt. “Hví ikki bara eitt lív? Og eg
svaraði uppgevandi. “Eg veit ikki,
eg minnist ikki fleiri lív, eg minnist
meg ikki at hava vera deyðan enn.”
Telefonin liggur enn í hondini.
Seinasta samrøðan millum meg og
Rasmus var 31. januar 2020 klokk
an 14.05. Lítla løtu seinni var eg á
vitjan á Landsjúkrahúsinum og vit
avtalaðu at síggjast aftur mána
dagin, og klokkan tvey um nátt
ina var hann burtur. Eg sletti tele
fonnummarið 217924 úr telefonini.
Hetta er fyrsti svári parturin av
jarðarferðini og skilnaðinum. Tá
vit lærdu hvønn annan at kenna,
hevði hann 317924, hetta var áðr
enn snildtelefonirnar og eg veit,
at hetta telefonnummarið ringir
ikki aftur við Rasmus í hinum end
anum.
Hvat minnast vit so Rasmus
fyri? Fyri mítt viðkomandi
minnist eg hann allarmest fyri
hansara stóra hjarta fyri med
menniskjunum. Um vit siga at
endamálið við øllum andaligum
lívi er at gerast betri til at elska
onnur, tá var Rasmus hjartaligari
enn tey flestu. Hann arbeiddi
meginpartin av lívinum
við fólkum, sum bóru brek,
sum tey ikki høvdu biðið
um. Hann var leingi innan
andveikraverndina og síð
an í mong ár sum pedellur
á Eirargarði, og tú skuldi
bara prøva uppá at hava
eina skeiva meining um
tey, sum bóru brek, so fekk
tú, so hatturin passaði frá
Rasmus. Hann var sterki
ambassadørur
teirra
veiku. Hann var ein sam
aritanari, uttan at prædika
eitt einasta orð. Hann var
í Kristi, uttan at vita av tí.
Tað er mikudagur í
Mammulág 1, sum var
heimið hjá Rasmus. Tey
eru øll har, børnini Ólavur,
Maibritt og Torkil. Lítli
Rasmus, sum er næstan
tveir metur høgur, er til
arbeiðis. Hann hevur búð
hjá abbanum seinastu
mánaðarnar, og tað hevur
verið til ósigiliga gleði fyri
Rasmus, sum hevur verið
upptikin av, at hann hev
ur fingið nokk at eta, og
at hann hevur havt tað
gott. Á gólvinum eru øll
barnabørnini og ikki færri enn
tvey langbarnabørn og tað triða
hugnar sær í búkinum á fittu
Elinbjørg, sum var einans fýra
ár, tá ið eg Rasmus hittust, nú er
hon 32 og ber næsta barnið. Ras
mus livur í genunum á eftirkom
arunum og sum er blandað saman
við Højgaard av Toftum, Vest
ergaard úr Suðuroy og hagani til
allar Føroyar. Og Maria, sum hann
var djúpt forelskaður í, gongur so
kvikføtt á gólvinum, og smílið
sleppur fram í teimum blonku
reyðu eygunum, sum hava grátið
nógv seinastu dagarnar.
Hon og Rasmus fingu 20 lukku
lig ár saman í kærleika og stutt
leika, og Rasmus fylti jaligt í lívin
um á hennara døtrum, Beintu og
Lindu og teirra børnum, nú pápin
ikki var millum tey longur. Vit fara
ikki at gloyma Rasmus, sum hevði
størri umgangskreds enn tey
flestu. Hann verður ikki gloymdur,
hetta arbeiðssama, musikalska
og fitta menniskja, sum hevði so
nógvar talentir, og sum dugdi so
væl at brúka síni talentir. Ein fyri
mynd er farin, og nú skulu vit læra
okkum at liva við sakninum. Men
fyrst er tað kapellið og síðan Vest
urkirkjan, og í framtíðini mugu
tankarnir út í kirkjugarðin, skulu
vit hitta Rasmus, har hann fer at
sova viðsíðuna av síni elskaðu
Elinbjørg og eini rúgvu av ordi
ligum havnamonnum og eini líka
stórari rúgvu av fittum bygdafrell
um, sum hann elskaði eins “liden
skabeligt” og havnafólk.
“Eg fari at sakna teg Rasmus,
tað var gott, at vit báðir hittust.x
“J
var av. Elin Bjørg og Rasmus vóru
bæði einastu hjástøddu fadrar
hjá Hanusi. Eitt blóðmørsyndur
til barnadóp i Keypmannahavn,
hevði Rasmus ikki upplivað áður,
og har var eingin endi á ymiskum
útgávum av søgum, sum hann
borðreiddi við tá og til ymisk høvi
seinni.
Tíðin hjá okkum í Danmark
skuldi enda summarið 1977, og nú
doyr Elin Bjørg um várið. Rasmus
velur at flyta heim við børnunum,
og tey fótaðu sær væl, fyrst hjá
mammuni og ommuni Rigmor
undir Varða og síðani í egnum
húsum, sum Rasmus bygdi í
nánd. Hann var ikki húsasmiður,
men tað var í allar matar valaverk,
framúr avrik, tá húsini vóru liðug
og har trivust hann og børnini.
Sum eg dugdi á at skyna, dugdi
hann alt handverk. Rasmus fekk
arbeiði í Andveikraverndini -
seinni í Nærverkinum sum húsa
vørður. Hitti mong og øllum
dámdu hann bæði starvsfelagar
og brúkarar. Nú arbeiddi eg í
Kriminalforsorgini, og kortini
gav Rasmus onkrum av mínum
møgleika fyri at koma í praktikk
og ganga sær til handa. Tað er nú
hann eisini fer at klippa myndir.
Tær vóru vælumtóktar, og nátt
urumyndirnar vóru sera neyvar,
sera vælumhildnar og ikki frá
fremmandum. Hann var altíð
virkin. Tað var meðan børnini
vóru spælisystkin, at Rasmus
hoyrdi uppí okkara gerandisdag.
Og júst tí tað var tann parturin
av lívinum, hann hoyrdi til, so var
hann verandi ein vinur. Seinni
fekk hann nýggja familju og ein
son, Torkil, sum hann eisini var
sera errin av. Helt seg eiga trý
"praktfull" børn. Hvørja ferð vit
hittust, so var tað sum, at tað
bert vóru fáir dagar síðani seinast.
Samrøðan og søgurnar hjá Ras
mussi komu sum framhald. Hann
fekk eitt stikkorð ella fekk bara
eyga á meg, og so var søgan har,
júst sum hjá mammu hansara. Eg
var ein havnakona úr Klaksvík,
ið búði á Argjum - eitt bygdafrell
í allari viðskipiligheit. Havnin var
hansara, hóast hann eisini hevði
søgur um havnamenn- og kvinn
ur. Men tað var onki við "vit og
tit". Sum eg minnist tað, vóru
søgurnar rættiliga óskyldugar og
altíð stuttligar, ongatíð forrendar.
Hann gav løtuni litir. Í skrivandi
stund kemur mammubeiggin,
keypmaðurin Andrias Restorff
mær til hugs. Vit vóru til handils og
knappiliga sigur hann við dóttrina
Bergtóru. "Dugur mamma tín at
binda høghælaðar skóleistar?"
Bergtóra stóð sum Kánus, og
Andrias legði aftrat: "Omma mín í
Elduvík dugdi so sera væl at binda
høghælaðar skóleistar."
Nú eru tey øll farin og trupult
man vera í dag at finna ein havna
mann/konu í tvey ættarlið.
"Hann egnar seg ikki til at
vera deyður", soleiðis orðaði
Rasmus seg um onkran, sum eg
ikki minnist, hvør var. Somu orð
kunnu nú brúkast um Rasmus.
Havnin verður ikki aftur, tað hon
var, meðan Rasmus gekk í Havnar
gøtum og á konditarínum, men
tað verður stuttligari, har hann er,
og nú hevur hann eisini Hjørleiv
Kúrberg at hjálpa sær.
Tankarnir leita til børnini og
abbabørnini, sum hann altíð
hevði í huganum og var so fegin
um. Jesus fylgi honum og verði
hjá tykkum!
Karin Kjølbro
reini idyllur við Hornaánni beint
undir húsunum, bøi í allar ættir,
tarvafjósi og Amba, sjónleiki í
stovunum, føsturlávint, nýggjárs
báli og nógvum tónleiki.
So verða vit vaksin og fara hvør
í sína ætt. Hvør við sínum rygg
sekki fullum av livaðum lívi, sum
viðhvørt tyngir teg so nógv, at tú
noyðist at steðga upp og tøma
burtur úr ryggsekkinum, fyri at
orka víðari.
Rasmus var allar sínar dagar
eitt arbeiðsgrev.
Vit sóu hann fara spurtandi
gjøgnum Havnar gøtur. Títta
gongulagið minti um tað hjá pápa
beiggjanum “Mús”, og nú ið Ras
mus var pensjoneraður, helt hann
áfram við sínum hegnigu hondum.
Umbygdi tey vøkru húsini fleiri
ferðir, plantaði blomstur og gjørdi
springvatn. Hann gjørdi pappírs
klipp, og bað tú hann hjálpa tær,
var bara hálvtalað orð, so hevði
hann keypt tilfar og var í sving.
Terassir, umbyggingar, endur
nýtsla av lutum og tilfari, portur,
altanir, innrætting, og seinasta
stórarbeiðið hjá honum var at
gera prýðiligu frisørsalongina hjá
unnustini gjøgnum 20 ár, Mariu,
frá kjallara til kvist.
Hvørt kvøld, tá hann legði seg
at sova, vildi hann vita, hvat hann
skuldi gera í morgin.
Tað er mær ófatiligt, at eg í dag
standi og baki kakur til ervið hjá
tær. Tú fekst stutta sjúkralegu.
Farvæl, góði Rasmus. Hvíl í friði.
Jesus troysti tykkum øll.
Oddvør