hósdagur 6. februar 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. FEBRUAR 2020
SOSIALURIN 16
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
35. partur
T
ann 12. februar eru
125 ár síðani Kristian
Djurhuus, fyrrverandi
løgmaður varð føddur.
Í hesum sambandi halda vit fram
við hansara áhugaverda søgu.
Kristian man hava verið mill
um teir fyrstu formenn, sum skip
aði fyri opnum fundum í komm
unustýrum. Um hetta skrivar
hann:
Tá ið eg var formaður í komm
unustýrinum (1926-1930) fekk eg
samtykt eitt uppskot um, at fund
irnir í kommunustýrinum skuldu
vera almennir. Hetta varð eisini
samtykt av løgtinginum.
Føroyatíðindi hevði skrivað, at
tað kundi ikki vera rætt, at komm
unustýrið umsat viðurskiftini hjá
borgarunum uttan, at hesir fingu
møguleika at fylgja við í tí, sum
gekk fyri seg.
Hetta lat seg eisini væl gera
eftir, at kommunan hevði keypt
og innrættað gomlu læknahúsini.
Her vóru eisini bæði rættarhøli og
hølir til løgregluna.
Tískil vóru hildnir opnir fundir
í kommunustýrinum tey seinastu
tvey árini av valskeiðinum, har eg
var formaður. Hetta varð eisini
gjørt fyrsta ár hjá formanninum,
sum tók við eftir meg. Men tá varð
hildið uppat við opnum fundum.
Nýggi formaðurin var Herluf
Thomsen. Tíðirnar vóru ikki góð
ar. Hetta vísir tær spariætlanirnir
sum vóru frammi.
Eitt uppskot var, at kirkju
garðurin skuldi hvíla fíggjarliga í
sær sjálvum. Millum annað skuldi
gjaldast 12-25 krónur fyri at sleppa
í grøvina alt eftir fíggjarligu
støðuna hjá viðkomandi. Í eini tíð,
har tímalønin var um 50 oyru, var
hetta ein rættiliga stór upphædd.
Onnur uppskot vóru at minka
um gøtuljósini og at siga seks
telefonhald hjá kommununi
upp. Tað var tó ikki meiriluti fyri
hesum.
Hetta vóru uppskot, sum illa
kundu takast í álvara. Men hetta
lýsir tíðina tá.
Katolikkarnir vildu reka
sjúkrahúsið á Tvøroyri
Síðan byrjanina av 1920-unum
hevði Hjalmar Heerup verið amts
lækni, fysikus, í Føroyum. Hann
var ein dugnaligur lækni og dugdi
væl at umsita. Hann hevði verið í
fremstu røð at fáa bygt Dronning
Alexandrines Hospital, sum varð
tikið í brúk í 1924. Tað verður
brúkt enn, nærum 100 ár seinni.
Hann tosaði ofta við meg um tey
vánaligu sjúkrahúsviðurskiftini
á Tvøroyri.
Longu í 1919 hevði formaðurin
fyri heilsumyndugleikan, dr.
Frandsen, á eini vitjan á Tvøroyri
sagt, at sjúkrahúsið var óegnað
til sítt endamál. Hetta skuldi
havt skundað undir, at røttu við
komandi, og serliga kommunu
stýrið fyri Froðbiar sókn heittu
á myndugleikarnar um tilskot til
at byggja eitt nýtt sjúkrahús. Men
sum við so nógvum, hevði eingin
tikið stig til hetta.
Eftir at eg var blivin formaður
fyri kommunustýrið tosaði
Heerup aftur við meg um hetta,
og hann mælti mær til at senda
eina umsókn um játtan til nýtt
sjúkrahús.
Um hesa tíðina fekk eg ein fyri
spurning frá katólskum bólkum
í Danmark. Teir vildu byggja eitt
nútímans sjúkrahús á Tvøroyri
treytað av, at myndugleikarnir
í bygdini stuðlaðu hesum. Teir
skuldu ikki hava nakran studning
frá kommununi ella øðrum
myndugleikum.
Eg legði uppskotið fyri komm
unustýrið, sum var hugað at taka
undir við tí. Men tá fóru missións
menn í hernað móti hesi ætlan.
Tað skuldi ikki koma uppá tal, at
katolikkar skuldu fáa fótafesti
her. Hetta fór at føra við sær, at
teir fóru at missionera fyri sína
trúgv, og hetta vildi taka grund
arlagið undan kirkjuni. Tað
eydnaðist at fáa skapt ein slíkan
mótvilja hjá fólkinum móti hesi
ætlan, at her gjørdist einki.
Meðan tað eydnaðist at halda
katolikkunum burtur frá Tvør
oyri, so var munur á, hvussu
størri tolsemi var hjá myndug
leikunum í Havn. Teir loyvdu
katolikkunum at byggja skúla og
kirkju, og hesin skúlin hevur havt
alstóran týdning fyri skúlaskapin
í Havn. Framvegis er katólska
meinigheitin avmarkað í stødd.
So har hevði ikki verið nøkur
hóttan móti kirkjuni.
Seinni royndi Heerup at ávirka
meg at gera nakað við at fáa eitt
nýtt sjúkrahús. Hetta tyktist at
vera tann lagaliga tíðin at fáa
játtan frá stati og løgtingi til eina
slíka ætlan. Hann hevði gjørt eina
skitsu og ætlan fyri byggingini, og
hann bað meg senda umsókn til
løgtingið í góðari tíð undan løg
tingssetuna í 1930.
Eg gjørdi hetta, eftir undir
honds at hava greitt kommunu
stýrislimunum frá málinum. Síð
an hevði eg eina stutta frágreiðing
í Føroyatíðindi.
Men nú byrjaði ein ”z” at skriva
í blaðnum og fanst at mær fyri at
hava sent inn eina slíka umsókn
uttan um sjúkrahússtýrið.
Stýrið hevði annars ikki verið
serliga virkið. Ført var fram, at
hetta var ein ør og kostnaðar
mikil ætlan, sum fíggjarligu um
støðurnar hjá kommununi ikki
loyvdu.
Hetta førdi til eitt orðaskifti
millum meg og Z, sum helt, at tað
sum lá aftanfyri var, at eg vildi
troka meg fram. Viðkomandi
mátti tó ásanna, at gamla sjúkra
húsinum tørvaði ábøtur, men at
tað annars var í góðum standi.
Men fremstu myndugleikar á
økinum høvdu 10 ár framman
undan sagt tað at vera óegnað til
endamálið.
Tað er klárt, at henda skriv
ing og atfinningarnar um mein
ingsloysið í hesi ætlan ávirkaði
løgtingslimirnir og ta vælvild,
sum teir annars kundu víst
henni. Úrslitið var sjálvandi, at
løgtingið einki gjørdi og kundu
brúka vælkenda undanførsluna:
”Sagen udsættes indtil videre.”
Tað var ikki fyrr enn fyrst í
1950-unum, at nýtt sjúkrahús
varð bygt á Tvøroyri, 30 ár eftir,
at tað fyrra varð roknað fyri at
vera óegnað.
Hetta er bara ein lítil mynd av,
hvussu afturhaldandi og stutt
skygd fólk kunnu vera.
Eg hevði annars roknað við, at
Heerup fór at koma mær til hjálp
ar undir orðaskiftinum millum
"z" og meg, eg fekk seinni at vita,
hvør hann var. Men Heerup, sum
var hægsti myndugleiki á hesum
øki, hevur ikki viljað lagt seg út
málið, nú tað var endað sum blað
kjak.
Eg var í kommunustýrinum
eitt skeið afturat, men ikki sum
formaður. Tað tyktist at vera ein
illvild móti at fólk, sum komu utt
anífrá, skuldu vera í kommunu
stýrinum. So eg gavst við hesum.
Komu at flagga
við splittflaggi
Eg hevði sum áður greitt frá
keypt okkara egnu hús, sum av
avísum orsøkum gjørdust dýr
ari enn ætlað. Men so varð avrátt,
at myndugleikarnir skuldu yvir
taka húsini, sum nú gjørdist em
bætishús. Hetta merkti, at vit nú
skuldu flaggað við ”splittflaggið”,
sum var eitt serligt embætisflagg.
Upp í politikk
Á heysti 1931 fái eg eina óvæntaða
vitjan av Herluf Thomsen.
Enn meira bilsin gjørdist eg
av ørindum hansara. Tey vóru
nevniliga, um eg vildi stilla upp
fyri Sambandsflokkin á komandi
løgtingsvali fyrst í 1932. Eg má
hava sæð sera bilsin út, tí hann
skundaði sær at leggja afturat, at
hetta var eitt ynski hjá nógvum
Kristian Djurhuus var opin
fyri nýhugsan, men hann
fekk roynt, at hetta var ikki
bara sum at siga tað.
SIÐSØGA
Kristian Djurhuus:
Katolikkarnir sluppu ikki
at reka sjúkrahúsið á Tvøroyri
Gamla sjúkrahúsið á Tvøroyri